russiskum reiðaríum, sum eru løgd undir at føra hybridhóttanir til frama fyri russisku stjórnina. Talan er um tvey russisk feløg, Murman SeaFood og Norebo JSC, sum hava fiskiloyvi í føroyskum sjógvi, og eru [...] undir strong avmarkandi tiltøk. Í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at við løgtingslóg nr. 90 frá 17. mai 2022 varð heimilað landsstýrisfólkinum í uttanríkismálum at seta líknandi tiltøk í gildi í [...] hybridhóttanum (hybrid threats), sum ES metir, Russland hevur sett í verk ella hevur umbiðið. Hybridhóttan er felagsheitið fyri ymisk sløg av atgerðum, sum eru undir markinum fyri hernaðarligum virksemi, men sum
hevur nógv at síggja til. Nú er tað ikki so vanligt at síggja grevstur og bygging í Kirkjubø, so vit forvitnaðust fyrst eftir at vita, hvat tað er, sum hann er í holt við. Hann er ikki so orðríkur um verkætlanina [...] so góðum standi, sum tað nú einaferð er fíggjarliga forsvarligt. Tað koma nógv túsund fólk til Kirkjubøar um árið, og ein partur kemur á gátt og til borðhald á garðinum. Men, er tað ein góð forrætning at [...] Jóannesi Paturssyni og familju hansara. Konan er Guðrið, og tey eiga fýra synir, harav tann yngsti júst er liðugur við 10. flokk. Hetta er ein vitjan, sum er lættari søgd enn gjørd, tí her so ómetaliga nógv
lokala tíð, sum er klokkan 20.30 okkara tíð. Tað skrivar Reuters. Sambært tíðindastovuni tosaði Putin við fleiri av ovastu embætismonnunum í Russlandi undan toppfundinum fyri at greiða teimum frá støðuni. - [...] - Eg vil fegin siga tykkum, hvørjum stigi vit eru á við amerikansku umsitingini. - Eg trúgvi, at teir gera eitt sera stórt átak fyri at steðga bardøgunum og kreppuni í Ukraina, samstundis sum teir arbeiða [...] útlitini fyri at fáa enda á krígnum í Ukraina. Sambært tíðindastovuni segði ráðgevin, at ”sjálvandi” er Ukraina miðdepilin á fundinum, men at trygdarpolitikkur í einum breiðari sjónarhorni og altjóða tr
stevna Hunter Biden fyri yvir eina milliard dollarar. Tað veit BBC at siga frá. Sambært miðlinum kemur hóttanin sum svar uppá ein pástand hjá Biden um, at tað var tann seinni avdúkaði kynsbrotsmaðurin Jeffrey [...] Sambært advokatunum lýsir forsetafrúan pástandin sum "falskan, ærumeiðandi og særandi". Hunter Biden, sum er sonur fyrrverandi forsetan, Joe Biden, segði hetta undir eini samrøðu fyrr í august, har hann fanst
viðgerðartíðin er blivin so long. “Tí gevur tað ikki meining, at viðgerðartíðin er blivin uppaftur longri, eftir at málsøkið er yvirtikið,” sigur hann. Tingmaðurin sigur seg ganga út frá, at landsstýrið [...] uni er ein av høvuðsorsøkunum til, at viðgerðartíðin er blivin longri. “Eitt av endamálunum við at yvirtaka ymisk málsøki má vera, at vit sjálvi kunnu veita eina betri tænastu eftir at málsøkið er yvirtikið [...] Tíðindaskriv: Málið um viðgerðartíðina hjá Útlendingastovuni er nú blivið eitt tingmál. Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum hevur sett Bjarna K. Petersen, landsstýrismanni, ein §52 a fyrispurning um
skulu loyva øllum á gátt uttan at vita, hvør viðkomandi er. Tað er ikki diskriminatión – tað er sunn fornuft. Vit eiga at krevja: • Reina revsiváttan frá øllum, sum søkja arbeiðsloyvi ella uppihald. • Eftirlit [...] steðgast. Og tað kann steðgast, um vit tora at seta greiðar reglur. Vit mugu krevja, at øll, sum koma til Føroya at arbeiða ella seta búgv, vísa eina reina revsiváttan frá heimalandinum. Tað er longu vanligt [...] vanligt í nógvum londum, og tað er eitt einfalt fyribyrgjandi stig. Tað snýr seg ikki um at døma alla arbeiðsmegi uttanífrá – men um at verja okkum móti teimum fáu, sum hava skaðiliga ávirkan á føroyingar
uppskot, sum er fallið. Tað í sær sjálvum ger tað ósannlíkt, at Bjarni Kárason Petersen fer at leggja tað framaftur. Hann sigur tó við Frihedsbrevet, at hann umhugsar støðuna, og um hon er so nógv broytt [...] undirtøku. Ganga vit út frá, at støðan er hin sama sum tá uppskotið fall 15. mai í fjør – og at Kaj Leo Holm Johannesen og Árni M. Dam atkvøða fyri, so er meiriluti fyri uppskotinum. Tað er helst ein sannlíkari [...] Sólvit Nolsø, ið sum kunnugt leggur frá sær sum tingmaður, er enn ein nei-atkvøða skift um við eina ja-atkvøðu. Nú kundi verið verið meiriluti fyri uppskotinum. Men tað er ikki vanligt, at eitt landsstýrisfólk
viðmerking undir einum tilboð frá Effo, har tú fyri 74 krónur og 99 oyru kanst fáa brennievni fyri 200 krónur. Sambært teimum, sum royna at snýta, so er talan um eitt 20 ára tilboð frá Effo. »Mis ikki hesa møguleikan [...] googletranslataðum føroyskum máli. Fá ein 200 litra brennievniskort fyri bert 74,99 kr! Hetta er ikki lutakast — tað er okkara veruliga takkafyrimunur til kundar, sum eru í aldurinum (her verður aldurin tilpassaður [...] svikararnir kalla Heini Thomsen skrivar soleiðis: »Takk so nógv! Eg helt tað var enn ein netsvindl«. Effo hevur á Facebook boðað frá, at talan er um falska kapping: »Ávaring um falska kapping. Birthday Offer og
møguleiki verður at seta spurningar. Fundurin verður í kappróðrarneystinum hjá NSÍ. Freistin at boða frá luttøku er hósdagin 21. august 2025. Róðrarsambandið fegnast um nýggja samstarvið við Tobias og vónar og [...] Tað skrivar Róðrarsamband Føroya: Tobias hevur drúgvar og viðkomandi royndir innan inniróður og føroyskan kappróður. Hann hevur í nógv ár róð á danska landsliðnum, har rógvimaskinan hevur verið ein týðandi [...] rógvarar kring landið nú enn meira skipaðar karmar at virka undir. Eitt týðandi stig í hesi menning er, at venjarin eisini fer at vitja feløgini kring alt landið fyri at tryggja góða vegleiðing til rógvarar
Í síðstu viku kunngjørdi Sólvit Nolsø, at hann fer at leggja frá sær sum løgtingsmaður. Tað ger hann, eftir at hann er settur í strav sum kommunustjóri í Vestmanna. Avísar ósemjur hava verið millum Sólvit [...] hevur ikki biðið um farloyvi, men sigur tingsessin frá sær. Tá tingmaður ger tað, so vendst ikki aftur, og hann kann ikki taka tingsessin aftur. Tað hevði hann kunnað, um hann fór í farloyvi úr tingsessinum [...] Framsókn seinastu tíðina, og tí hevur Sólvit Nolsø seinastu tíðina umhugsa støðuna og um at leggja frá sær sum løgtingsmaður. Nú hann varð settur sum kommunustjóri í Vestmanna, helt hann hetta vera hóskandi