Hetta er mikið spell. Tað er ikki minni spell, at lóggávan um viðgerð av sálarsjúkum ikki verður dagførd. Hetta snýr seg ikki bert um viðgerð men um grundleggjandi sjúklingarættindi, ið eisini eru mannarættindi [...] ein stutt samanfatað niðurstøða av samrøðuni gerast, so má tíverri staðfestast, at vit í Føroyskum eru langt aftan fyri Norðurlond, tá talan er um psykiatri sum heild. Hetta er galdandi fyri lóggávuna [...] fyri at útvega hesum fólkum bústað úti í samfelagnum. Annað, sum gekk fram av sendingini, er, at vit í Føroym liva undir einari lóg um psykisk sjúk frá trýatiárinum, meðan ein eitt nú í Danmark hevur fingið
11 í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at tveir føroyingar vóru saknaðir í Skagerak, sum er havið ímillum Noreg og vestursíðuna á Jútlandi í Danmark. Talan var um tveir mans, sum høvdu verið í Kristiansand [...] Norrøna siglur til. Ferðin skuldi taka tríggjar tímar, so teir skuldu vera frammi klokkan hálvgum seks. Men tá ið teir ikki vóru komnir leiðina fram tá ið klokkan var næstan 11, kom órógv á fólk og tey boðaðu [...] tími, so var báturin funnin við báðum monnunum umborð. Veðrið var gott og menninir høvdu tað gott, men teir greiddu frá, at teir høvdu fingið trupulleikar við motorunum og tí komu teir ikki fram. Men teir
- Kristoffur hevur fingið eitt tilboð frá okkum, so bólturin liggur nú hjá honum. Viðvíkjandi Heðini, so vildi tað verið løgið, um hann ikki heldur fram í felagnum, leggur Jóhann Lützen afturat. Hópurin [...] á gáttini til at hava loyst málmansspurningin í felagnum, eftir at Andras Gango ikki heldur fram. Talan er um Meinhard Joensen og Gunnar á Steig. Tað hevur leingi ljóðað, at Jákup Mikkelsen hevur verið
Avgjaldið hevur verið ógvuliga umstrítt. Serliga í kjakinum um prísin á ferðaseðlum, hava flutningsfeløg, ferðafólk og politikarar ført fram, at skal prísurin á ferðaseðlum lækka, kann landsstýrið taka [...] skarvað tríggjar milliónir av inntøkunum næsta ár, so at ferðaavgjaldið kann lækkast nakað. Vinnur hetta frama, fer ferðaavgjaldið at lækka beint niður um 100 krónur, ella góðar 20 krónur fyri hvønn ferðaseðil [...] at lækka næsta ár. Samstundis eigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, at gera eina ætlan, so at ferðaavgjaldið kann verða strikað eftir eftir nøkrum árum, sigur samgongan. Øll ferðafólk úr Føroyum
Skála bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum. Um hann ikki verður vunnin í kvøld, so verður tað mest sum greitt, at Skála fer at flyta niður. Tað eru fýra stig fram til AB, sum heldur ongan dyst hevur vunnið [...] og AB hevur fimm dystir eftir at spæla. Í hvussu so er annað av hesum liðunum og kanska bæði fara at flyta niður. Skálamenn vita, hvat tað snýr seg um, tá ið teir í kvøld fáa vitjan av AB. Skála er aftast [...] vunnið. Argjamenn kunnu væl liva við javnleiki í kvøld. Tað eru átta stig fram til TB, og álitið hjá AB viðvíkjandi framhaldandi tilveru í bestu deildini er, at tað bara verður eitt lið, sum fer at flyta
ikki siga so nógv um tað, sum fór fram. Eingin hevur sæð sjálva hendingina, og eingin av teimum, sum komu til aftaná kendust við bilføraran og tí hevur løgreglan verið á berum. - Nú hava vit so fingið at [...] Banka í Saltangará í gjár. Men síðani hendan greinin varð skrivað hevur in.fo fingið meira at vita um hendingina og tað sama hevur løgreglan. Les eisini: Løgreglan leitar eftir bilførara Vakthavandi á [...] tí framvegis sóknast eftir manninum. Hetta er púra vanlig mannagongd, tí løgreglan eigur at finna fram til hvat er hent í einum ferðsluóhappi. Kvinnan, sum varð árend, hevur tað gott, men fær av øðrum
Sigfríði Clementsen sum venjara hjá TB er tó óviss. Hann veit ikki, um hann heldur fram ella ikki. - Tíðin má vísa, um eg haldi fram sum venjari hjá TB. Onki er avgjørt enn. Vit hava prátað saman, men [...] fýra tey fremstu og sleppa út í Evropa at spæla. Tá ið 11 umfør vóru farin var TB tó í botninum, og so endaði samstarvið ímillum TB og Roelofsen. Avloysarin hjá Roberti Roelofsen bleiv Sigfríður Clementsen [...] Sigfríður Clementsen segði beinanvegin, at málið var at sleppa undan niðurflyting. Hetta eydnaðist so væl og virðiliga, tí at undan 27. og síðsta umfari leygardagin er TB 9 stig omanfyri niðurflytingarstrikuna
og runnu runt breytina, var Bjørk tann næsta í røðini. Hon hevði á seinasta teininum tikið seg fram um tað triðfremstu, og hon rann frá henni seinastu løtuna. Sunneva Olsen, mamma Bjørk, var sera fegin [...] var fantastiskt – serliga tí, at tað gekk so illa fyrstu og aðru ferð á Oyggjaleikunum. Hetta var væl uppiborið, sigur Sunneva Olsen. – Tað sá kanska ikki so gott út fyrsta partin av renningini, og tað [...] 8 kilometrarnar sást einki til Bjørk, tí tey runnu uttan fyri stadion, og tí var spenningur stórur um, hvussu støðan var, tá ið Bjørk skuldi koma á stadion. Hon lá leingi nummar 4, og tær, sum lógu aftan
dreingir stungu seg fram um hinar. Royndir Fríða helt seg frammanfyri hinar allan teinin, og á málinum var munurin tað mesta av einari bátslongd. Blikur, sum var fremstur í Klaksvík, fekk ikki so góðan start, [...] men tað eydnaðist argjadreingjum at vinna seg fram á næstfremsta plássið. Suðuroyingar gjørdu rættuliga um seg, tí Firvaldur endaði á triðja plássi. 1 Royndin Fríða 05:22.22 2 Blikur 05:24.15 3 Firvaldur [...] Á Norðoyastevnu var tað so tepurt, sum tað ber til at vera. Ta ferðina var tað Blikur av Argjum, sum akkurát vann frammanfyri Royndina Fríðu úr Vági. Á Sundalagsstevnu í dag tók tað langa tíð at leggja
Tá eg sigi kanska, so er tað tí, at vandi er fyri, at valið longu er farið fram í høvdinum á teimum sum skulu velja, uttan at hava hoyrt hvat valevnini umboða og hava at bera fram. Sosialurin hevur skipað [...] mest praktist í dagliga virkinum hjá kirkjuni. Men, í hesum førðum, tá tað snýr seg um at velja ein nýggjan biskupp, so eiga allir fólkakirkjulimir sjálvandi at hava rætt til at møta á fundi. Annars luktar [...] rúmast ikki nógv fólk, og tí má eg inniliga heita á tey sum hava fyrireika teir tveir umrøddu fundirnar, um at syrgja fyri almennari atgongd, ella at Kringvarpið gjøgnum útvarp og sjónvarp, gevur kirkjufólkinum