teirri vón, at teir fóru at ganga út. Mitt í dynjandi toruveðrinum í fyrra heimsbardaga eggjaði hann trúgvandi við hesi bókini til ikki at fella í fátt, tí royndirnar í hesum heimi fóru ein dag at lúta fyri [...] uppáhald, at Hann fer at koma í dag. Hetta er heldur ikki ein ásetan av eini ávísari tíð, at Hann skal koma, sum bæði hevði verið tápiligt og skeivt, hóast mong gera tað. Hetta er álvarsami veruleikin at fáa [...] Torbjørn ímyndar sær ein ungan sum eldri føroying við blýanti í hond og við hesi bókini og opnari Bíbliu framman fyri sær fyri at skilja boðskapin um Jesus Kristus betur og betur, tí Hann sigur jú: „Eg komi
Hann heldur, at ein styrki hansara er júst at vera tilvitaður um, nær náttúruvísindin ikki kann svara meiri og noyðist at skiftast út við hugaspekulatiónir. - Vit skulu altíð hava loyvið at hugsa og undrast [...] handan lívið. Stutta lívið 51 ára gamli rithøvundurin greiðir frá, at hann hevur ein treytaleysan kærleika til lívið, at hann hvønn dag undrast á tilveruna, og at hann hevur ein brúsandi lívsapetitt. Jú [...] Wittgenstein. - Undrið er ikki, hvussu heimurin er, men at heimurin er, sigur Jostein Gaarder. Men rithøvundurin úr Noregi er ikki bangin fyri at avdúka, at kærleikin til lívið eisini voldir sorg, og hann kemur
Minn-ist eisini, at Disney hevði eina bókarøð við ymiskum ævintýrum, m.a. eftir H. C. Andersen. Hesi minnist eg, at pápi las fyri mær. Hvørja bók vildi tú ynskt tú hevði lisið? Tað eru so nógvar, at eg kann ikki [...] eftir Dan Brown fyri stutt síðani. Ein bók, sum hevur megnað at gerast bannað í ymiskum høpum. Mær dámar skaldsøguna væl. Haldi, at høvundurin dugir serstakliga væl at tvinna filosofi, átrúnað og krimi saman [...] Dostojevski eisini. Haldi sjálvur, at eg havi lisið ov fá av heimsins stórverkum. Hondina á hjarta ? lesur tú altíð eina bók lidna? Nei, eg lesi ikki altíð eina bók lidna. Serliga ikki, tá talan er um
hetta fyri at flyta nøkur ósjónlig mørk. Fyri sjálvsøkni. Gævi at vit kundu staðið saman. Og gævi at vit kundu staðið saman um at ansa eftir hvørjum øðrum og jørðini, vit búgva á. Eg fari at enda við nøkrum [...] saman um at taka ímóti flóttafólki, tí soleiðis hevur ikki altíð verið. At vit kunnu bjóða øðrum ein gerandisdag hjá okkum. Ofta gloyma vit at fagna gerandisdegnum. Vit leggja ikki merki til, at hann er [...] orsøkin til, at børn byrja at happa, er óttin fyri at missa felagsskapin. Um vit ímynda okkum eina kliku av fimm børnum, so er tað altíð onkur, sum er innast í hitanum, og onkur, sum roynir at halda sær fast
býráð mælir til, at serkøn fólk fáa latið upp í hendur at skriva søgu býarinnar, verður eisini mælt til at fyrireika býarsavn. Mentanarálitið mælir til, at serkøn fólk verða sett at standa fyri innsavnan [...] bygging og urtagarðsrøkt. Í sambandi við, at Tórshavnar býráð hevur ætlanir um at geva søgu býarinnar út í bók, mælir mentanarálitið til, at serkøn fólk fáa til uppgávu at skriva Tórshavnar søgu frá landnámi [...] við Fornminnissavninum verður savnað og givið út í bók. Sum grundgeving fyri sínum sjónarmiðum vísir álitið á, at býarsøgan er sjálvt grundarlagið fyri at kunna skilja dagsins samfelag, dagsins mentan og
upplivilsi og kenslan av at vera eitt kristið menniskja. Men at læra at taka Jesus uppá orðið: -Tú er mín, eg eri vinur tín, tú er vinur mín. Tað er ómetaliga týðandi at fáa hetta at hanga saman. Ólavur: -Tað [...] hed men ikke med navns nævnelse". Tvs. at tú hevur ikki loyvi til sambart galdandi lóg at hongja ein persón út fyri hetta ella hatta. Ólavur: -Eg vildi ynskt, at vit í framtíðar kristnu Føroyum vóru meira [...] haldi kirkjan eigur at leggja stóran dent á. Nú og í framtíðini. Tað er eisini tað, sum hevur gjørt, at fólk onkursvegna, tvs. tann stóri skarin, eru góð við kirkjuna. -Sær tú fyri tær, at tann fordømingin
troli, línu og gørnum hevur loyvi at fiska allar halgidagar alt árið? Eg fari eisini at spyrja okkara løgfrøðingar, um tað ber til fólkaræðisliga at bera soleiðis at ímóti einum parti av landsins borgarum [...] við náttúruna og ynskt at umgingist havøki okkara við hógv. Eg fekk eina bók sendandi frá einum vinmanni í Íslandi, sum visti, at eg var ógvuliga áhugaður í fiskivinnuni, eina bók ið nevndist »Svartur sjór [...] astrikkurin teirra at leita við tá. Men tá nøkur ár vóru gingin, var ov lítið bert at leita inni á firðunum, so teir noyddust útum landoddarnar at royna. Ein gamal íslendingur av Dalvík segði mær, at tá teir fóru
í Nýggjatestamenti er lítil ivi um, at Judas onga tíð hevði at skriva nakað evangelii í. Einfalt tí ein deyður maður skrivar ikki. Matteus sigur, at Judas ásannaði at hann hevði bæði sviki og synda móti [...] Gnostikkararnir lærdu, at menniskja við at menna medviti kann finna fram til eina beinleiðis tulking av teimum goymdu dimensjónunum í skapanarverkinum. Gnostikkararnir vildu vera við, at teir umboðaðu tann [...] himnar, og tit, sum í teimum búgva! Vei jørðini og havinum! tí at djevulin er stigin niður til tykkara í miklum móði, við tað at hann veit, at hann hevur bert skamma tíð.
uttan at grunda um tað ? og oftast verður tú ikki liðugur at grunda. Við heitum sum »The luncheon on the grass«, »Back from sightseeing«, »Bride«, sum stóð framman fyri »Lovebird« og »Child at hart«, [...] Fuglø skuldi lata upp. Ein tann størsta fjøld av fólki, sædd er í Listaskálanum, at kalla stúgvandi fullt. Helgi greiddi frá, at hetta var so hansara seinasta listaframsýning við honum sum savnsleiðara, tí [...] hann hevur fingið í lag og ikki minst allar listabøkurnar, sum at kalla eru komnar raplandi í hansara starvstíð. Til høvið í gjár kom enn ein bók út um listamannin ? »Edward Fuglø«, ið Eva Furseth hevur skrivað
rivunum í báðum gløsunum ... Og so brosaði hann óvikandi eftir hvørja endurgeving ..." At tað er vandamikið at tala at teimum, sum valda, eru dømini mong um, eisini í samtíð okkara. Talufrælsið hóvar sjáldan [...] so við, hvussu talufrælsið verður røkt. Í løtuni tykist tað mest sum, at tey ráðandi heldur vilja nýta sítt frælsi til at tiga, enn at siga øðrum, hvør ætlanin er við tí politikki, tey umboða. Men tíbetur [...] skilaloysi í samfelagnum. Tað er ongin loyna, at Hanus altíð hevur kent seg mest heima á vinstravonginum, men Hanus dugir sum fáur at síggja virðið í tí, eisini at kritisera "síni egnu", sum hann so mangan