lyft fram í møguleikanum at kunna liva av at skriva. Tað sigur rithøvundurin Rakel Helmsdal. Fyrr í vikuni varð almannakunngjørt, at hon er ein av tólv rithøvundum, ið er í uppskot at fáa Barna- og Ungdóm [...] - Tað er ein játtan av, at tað riggaði! At tað, tú kanska sat og arbeiddi við í áravís ikki var til fánýtis, at onnur fáa eina uppliving út av tíni søgu, at tú fekst onnur at síggja gjøgnum “tínar brillur” [...] ikki hevði havt møguleika fyri at gera lidna fyribils. Føroyski rithøvundurin vísir tó á, at tað er sjáldan at tey smáu londini vinna virðislønina. - Tað er sjáldan, at tað eru tey smáu londini, Føroyar
til, at børn fara í skúla eitt ár fyrr enn nú Fólkaskúlaráðið hevur sín fulla rætt til at halda, at so skal vera, men vit mugu eisini vænta av einum ráði - mannað við serkunnleikanum á økinum - at ráðið [...] hugaheiminum hjá Fólkaskúlaráðnum. Løgið at hugsa sær, at okkara forfedrar hava ligið við áttamannafarinum í ódn á Norðurhavinum og rópt: “Gevið okkum eina bók at lesa, so vit vinna upp land aftur”. Sjálvandi [...] dagstovnaøkinum - tað bendir øll gransking á. At koyra børnini í skúla eitt ár fyrr, fyri at tey skulu læra at lesa fyrr, gevur tískil ikki meining. Øll gransking vísir, at tað er ikki spurningurin um nær børnini
hindraðir at reka sama virksemi. Støðan er tí tann, at náttúruríkidømi í føroyskum øki, er latið nøkrum úrvaldum borgarum til nýtslu, uttan at teir gjalda afturfyri hendan rættin. Tað vísir seg, at borgararnir [...] messu vert at líta beinleiðis at okkara egnu støðu. Tilvildin hevur rúgvað ikki so heilt lítið av vælsignilsum í okkara hendur: ? fiskiríkidømi, sum hvørt ár gýtur nýggjar árgangir til okkum at veiða ? [...] borgararnir hava sera ilt við at góðtaka, at ein, sum hevur fingið tillutað ein fjørð at ala fisk á, ella ein annar, sum hevur fingið tillutað loyvi til fiskiskap, selja síni rættindi fyri miljónaupphæddir.
in stillisliga sjálvur vísir á, at hann hugsar um umhvørvið, at hann er serliga dugnaligur til tað, hann tekst við, at hann eisini er virkin á Falklandsoyggjunum, og at hann telist millum 100 teir størstu [...] hongur um hálsin á at kalla øllum mannfólkagestunum. Millum undantøkini teljast tó ávíkavist rithøvundurin Hanus Andreasen og komponisturin Kristian Blak. Hetta merkir kortini ikki, at teir eru illa klæddir [...] Aðrir vertir eru eisini til staðar. Norsk Hydro, Amerada Hess og DONG eita hini. Tilsamans kalla hesi feløg seg nú fyri The Faroese Partnership. Í Listaskálanum koma nýggir gestir framvegis inn, og klassiski
pínu. Tað var týðiligt, at tú ynskti, at tað skuldi ganga framá, tí tær longdist so illa eftir synunum. Hvørt kvøld tosaði tú við Samuel og spurdi hvussu tað gekst. Sigurd var farin at grulva og hevði fingið [...] væl, at eingin kundi koma aftur um aftur og gera tað betri. Altíð hevði tú eitt gott orð til tey, sum trongdu til troyst. Tove góða, tú elskaði Jesus og vart klárt at fara, hóast tú ikki ynskti at doyggja [...] sum tú hevur ligið saman við á sjúkrahúsi. Hesi fólk hevði tú ongantíð møtt, um tú ikki vart sjúk, og tú vart vís í, at ein meining var við øllum. Tín vón var, at menniskju vendu sær til Gud, so tey kundu
ongin prísur og høgur. Um tað var ein ferð í summarhús, út at eta ella eitt oyra at keypa fyri ella at seta á bók, so var hann altíð klárur at geva. Har var hansara bestemt ikki eftir. Tað størsta ríkidømi [...] barnaparadís. Tó vóru tað gleðiboð, tá tey gjørdu av at flyta til Havnar at vera nærri familjuni. Abbi plagdi at siga, at tað var tað besta, tey høvdu gjørt, at tey fluttu til Havnar. Og hóast vit ofta tosaðu [...] eisini ovurfegin um, at tey vóru nærri at okkum og at vit sóu tey oftari. Omma og abbi hava ongantíð sitið til einkis. Tá ið abbi fór frá sum lærari, byrjaði hann at skriva. Tey plagdu at sita vakt á hand
og samfelagsspurningum. Soleiðis eigur lívið at vera, virkið, luttakandi – sum Gud skapti okkum sum mann og kvinnu at nørast, at fylla jørðina, at virka, at fyrireika og liva. Men so endar lívið brádliga [...] Ditleif. Vit fingu onga ávaring um, at teirra lív skuldi enda beint tá, og vit fata framvegis ikki, at tey bæði ikki eru millum okkara longur. Vit vilja treyðugt góðtaka, at vit ongantíð aftur kunnu leita inn [...] Lítið vardi tað okkum, at hvítusunnudagur í ár skuldi verða seinasti dagurin hjá Rosu og Ditleif her á fold. Henda dagin vóru tey á veg í bili til Havnar at vitja. Saman við teimum var ommu- og abbasonurin
»Á, at hetjurnar skuldu falla!« 2. Samuelsbók 1,19. Hetta skriftbrotið kom til mín, tá ið mín góði beiggi so brádliga varð tikin frá okkum. Hetta er ringt at skilja, hví Harrin tók hann burtur nú, nú ið [...] um ein annan. Tað er svárt hjá okkum øllum at hava mist Richard, men svárast hjá tær, góða Ása, sum stóð so væl saman við honum og stuðlaði honum so væl hesi knapt 15 árini, tit fingu saman. Harrin styrki [...] sum áður. Vit vita, at vit skulu síggjast aftur har, sum ikki er broyting ella skiftandi skuggi, Jákupsbræv 1,17. Vit fáa hann ikki aftur her, men fara til hansara, 2. Sámuelsbók 12,23. Eg vil enda við
einki at ivast í, at her er eitt gullnám fyri framtíðar søguskriving. Heðin var ein fjølbroyttur maður sum eisini hevði onnur áhugamál sum til dømis fótbólt, men hesum kunnu onnur greiða frá. At Heðin [...] syrgiliga hending fór fram. So væl dugdi Heðin, at hann hevði fingið samband við ætt hjá bóndanum á Fagranesi, sum eisini var við til minningarhaldið. Heðini fyri at takka er hesin partur av okkara lagnusøgu [...] seinni komin í bókina Havið tók Teir. Eisini í tí sambandinum eins og við lýsingini av øðrum pørtum í hesi bók, var Heðin ein góður stuðul og ráðgevi. Heðin var nevniliga ein sannur granskari. Hann hevði savnað
málið. Eingin ivi var um, at André dugdi at málbera seg sum fáur, hann skilti nuancurnar í málinum. Og hartil ræddist hann ikki tað livandi, talaða málið, sum hann meinti átti at vera grundarlagið. Mál broytast [...] socialistiska støðutakanin í politikki gjørdi, at hann og aðrir í felagnum vóru innstillaðir til exklusión úr Tjóðveldisflokkinum, sum ongantíð alment hevði torað at tikið orðið social-ismu uppá tungu. Tað hendi [...] politiska landkortið er broytt grundleggjandi hesi seinastu umleið 20 árini, so broytti André ikki síni politisku høvuðssjónarmið, men helt fast um, at socialisman var tann rætta leiðin. André var lærari