Til minnis um André Niclasen

André Niclasen doyði fríggja­dagin 1. november.
Eg sendi hervið mína kon­do­­lencu til Dikku og familju.
André vaks upp og gekk í skúla í Klaksvík. Aftaná skúl­an fekst hann nøkur ár við handilsskap, men hug­urin at lesa førdi hann til Havn­ar, har hann gekk á Stu­dentaskeið. Hann bleiv studentur í 1960. Hesa tíðina í Havn var hann aktivur tjóð­veldismaður, millum annað í felagnum ”Kvøldsetu”, sum nøkur hildu vera nakað reytt. Hann skrivaði dúgliga skarp­ar republikanskar grein­ar í blaðnum hjá flokk­in­um, 14. September, undir dul­nevninum JAP ( Jean André Pauli.)
Síðan var hann lærara­vik­arur eina tíð, m.a. í Sanda­vági. Men leiðin gekk til Keypmannahavnar, har hann fór at lesa týskt og russiskt á Universitetinum. Og aft­ur her var hann politiskt aktivur. Hann var á heystið 1962 millum stovnarnar af ”Oyggjaframa”, sum var eitt socialistiskt ungmannafelag við tøttum bondum til Tjóð­veldisflokkin ta fyrstu tíð­ina.
Felagið fór at geva eitt lítið blað út, tað kallaðist ”Framin”, av mongum kallað ”Tramin”. André var blaðstjóri. Tey fyrstu numrini vóru primitiv, tvær til fýra duplikeraðar A-4 síður. Men skjótt varð lagt um til off-set prent, sum gav stórar møguleikar. Serliga karikaturtekningar blivu tá vanligar í blaðnum, eitt nú leveraði Valdemar Dalsgarð eina rúgvu av fínum tekningum, sum í dag munnu sigast at vera klassiskar. Ofta vóru intensir arbeiðsdagar í Husumgade, har André og familjan búðu, tá Framin skuldi gerast, alt var sjálv­boðið og ólønt arbeiði. Blaðið hevði, tá tað var uppá tað besta eitt upplag uppá meira enn 1000, og haldarar javnt býttir millum Føroyar og út­landið.
Umframt blaðið og al­men­nar fundir legði felag­ið dent á at skaffa sær vit­an um social­ismuna, teo­ret­­iskt og prakt­iskt, og skip­­aði fyri lesi­ringum um polit­­iska øko­nomi, søgu­liga material­ismu og mangt ann­­að. Tað var stór hjálp í hes­­um arbeiði, tá kendasta og mest útbreidda verkið hjá Karl Marx og Friedrich Engels: Kommunistiska Mani­­­festið kom út á for­lag­­num hjá Oyggjaframa í 1969. Tað var André, sum um­­setti megnarverkið úr týsk­­um. Manifestið hevur stóran søguligan týdning, tí her verður tann søguliga material­­isman, sum er ein nýggj­­ur máta at skilja søgu­gongd­ina, løgd fram.
Eina tíð, umleið 1969, var André studentur í Moskva, har hann las russiskt. Meðan hann var har, umsetti hann saman við Valdemar Dalsgarð bókina V.I. Lenin ”Úrvaldar greinar”, sum kom út í 1971.
Tann socialistiska støðu­takanin í politikki gjørdi, at hann og aðrir í felagnum vóru innstillaðir til exklusión úr Tjóðveldisflokkinum, sum ongantíð alment hevði tor­að at tikið orðið social-ismu uppá tungu. Tað hendi tó ikki, men tá KFF, Kommun­istiski Flokkur Føroya, varð stovnaður mitt í 70’unum, fóru hann og aðrir úr Tjóð­veld­inum, sjálvsagt. Hesin flokkur, sum ongantíð fekk stórvegis týdning, gav út eitt vikublað, sum kallaðist ”Tíðin”, har André virkaði sum blaðstjóri. Hóast polit­iska landkortið er broytt grund­leggjandi hesi seinastu um­leið 20 árini, so broytti André ikki síni politisku høv­uðssjónarmið, men helt fast um, at socialisman var tann rætta leiðin.
André var lærari í Hoy­døl­um, men undirvísti eis­ini á Læraraskúlanum og Handilsskúlanum, og hann var ein góður lærari, av­hildin, nær­lagdur og fak­liga dugna­ligur. Til undirvísingabrúk skri­v­aði hann heftir um týska grammatikk, sum stóðu sína roynd í prakt­isku undirvísingini í skúla­stov­unum. Men tá hann vildi hava Skúlabókagrunnin at geva eina týska grammatikk út sum bók, bar ikki til. Manuskriptið leveraði André liðugt og rættlisið, men Skúla­bókagrunnurin vildi broyta fakmál og málburð. Tað vildi Andé sjálvandi ikki finna seg í. Tískil hevur manuskriptið ligið í onkrari skuffu í meira enn 20 ár hjá Nám, sum tað nú eitur.
André dugdi at tosa og skriva russiskt flótandi, og tað kom mangan til gagns, tá føroyingar skuldu sam­ráðast við Russland um fiskirættindir, ella tá myndugleikar skuldu sam­skifta við russisk skip í før­oysk­um sjógvi. Tá russiskir sjó­menn vóru innlagdir á sjúk­hús í Føroyum var hann ein álítandi tolkur.
Gjøgnum fleiri ár skrivaði André fast til ”Málteigin” í Sosialinum. Smáir, oftast skemtiligir og beinraknir stubbar um føroyska málið. Eingin ivi var um, at André dugdi at málbera seg sum fáur, hann skilti nuancurnar í málinum. Og hartil ræddist hann ikki tað livandi, talaða málið, sum hann meinti átti at vera grundarlagið. Mál broyt­ast, orð koma og fara og skifta týdning.
Høvuðsverkið hjá André er og verður bókin ”Føroya mál á manna munni,” har hesar smágreinar eru saml­aðar til eitt verk, sum er varðin, ið umboðar ta liberalu, ódogmatisku mállinjuna í føroyskum. Ein lýsandi varði í orðaskiftinum um mál og málrøkt. (Í parentes kann nevnast, at André kundi ikki fordraga orðið kjak, sum merkir tað sama sum kegl; hann vildi hava orðaskifti ella debatt, sum hóskadi betri í ein­um upplýstum samfelagi, sum hann tók til).
André var sera aktivur í ”Málfelagnum”, sum mill­um annað arbeiddi fyri at normalisera føroyska alfabet­ið, so at grundarlagið var tað klassiska latínska alfabetið frá A til Z, við ískoyti av teim føroysku tvíljóðunum og strikubókstavunum. Hví ikki, sum hann segði, góðtaka, at vit dagliga brúka allar teir latínsku bókstavirnar, eis­ini c, q, w, x og z. Hygg í tele­fon­bókina. Kann man læra matematikk uttan eitt x?
Ein aktivur maður er farin. Hansara grundstøði var ein humanistisk lívsfilosofi. Sum marxistur, lærari, debattørur og málfrøðingur gjørdi hann greidliga vart við seg, og so­leiðis skal hann minnast.
------
Rolf Guttesen
11.11.2013