skal taka lut í, og eitt nú er ætlanin, at landsliðshópurin skal savnast til 10 vikuskiftisvenjingar, áðrenn farið verður til Írlands. Spurdur um ætlanir vóru um nakrar aðrar venjingardystir, segði Henrik [...] tað ikki í verandi løtu, men kanska fór liðið ein túr til Noregs at spæla móti onkrum klubliði har. Annars er ætlanin, at tá ið føroyski hópurin fer til Challenge Trophy í heyst, verður skipað fyri eini [...] Tað var ein nøgdur landsliðsvenjari, ið vit fingu orðið á eftir seinna dystin móti íslendingum á Hálsi sunnukvøldið. Henrik Gerster helt, at føroysku spælararnir høvdu lært nógv av fyrra dystinum, sum
Mangt er í neyðini nýtt verður ofta tikið til. Soleiðis er eisini á ársins G! festivali, har tríggjar havnadamur hava funnið ein máta at stytta um leiðina millum tjaldingarøkið og festivaløkið. "Vit halda [...] halda tað also vera for langt at koma oman á festivaløkið, so vit ætla okkum at skreiða oman. Vit fingu ein at taka tey við norður í gjár," sigur Hildibjarta Simonsen. "Vit hava ikki roynt tað veruliga
undanfarnu kommunuvalum í Tvøroyrar kommunu. - Sum býráðspolitikari og borgarstjóri ert tú við til at taka tøk til frama fyri økið, tú ert valdur at umboða. Kristin Michelsen heldur, at størsta vinnuliga frambrotið [...] havt ein vøkstur í persónsskattinum. Hækkingin higartil í ár liggur um eini 3-4 prosent, sum svarar til eina meirinntøku á 1,2-1,3 miljónir krónur. Borgarstjórin sigur, at hóast arbeiðið á Varðanum Pelagic [...] Føroyum og í øðrum londum. Hetta ásannar borgarstjórin eisini. - Vit kunnu bara fegnast um, at vit fingu hetta stóra virkið, tí uttan Varðan Pelagic og Delta Seafood hevði fráflytingin verið uppaftur størri
Tinganest í teltinum. Steffen Brandt stóð í fremstu røð og lurtaði. Seinni um kvøldið hitti eg hann, vit fingu rósandi orð fyri spæl, og eitt gott prát. Sera blíður og áhugaverdur persónur. Annars havi eg haft [...] sera góðar upplivingar á Summarfestivalinum, bæði í persónligari viðgongd og mótgongd. Eg gleði meg til leygarkvøldið kl 18 við Tinganest á stórapalli." Les eisini samrøðu við Lív Næs, tónleikara, við at
tikið ov rívan til. Hesi úttalilsi løgmans fingu fyrrverandi fíggjarleiðaran á Strandfaraskipum Landsins, Hans Peter Joensen, upp úr stólinum. - Kaj Leo, tín spillandi tunga var í 2014 við til at knúsa tilveruna
lærdi eg øll árini, at skúgva míni persónligu sjónarmið til viks. - Mín yrkislærda venjing er, at um eg merki at míni persónligu sjónarmið koma til sjónar, at vera serliga varin, sigur Vibeke Larsen. Hon [...] Danmark, at tað gekk so illa búskaparliga í Føroyum. - Um vit fara aftur í tíðina í áttatiárunum, so fingu danir ?kartoffelkuren³, sum gjørdi, at nógv fólk noyddust at fara frá húsi og heimi. Somu árini hoyrdu [...] áðrenn eg fari í tingið. Tað er ofta áhugavert at vera eygleiðari, men tá bløðini og fjølmiðalrnir eru til staðar, skulu allir tinglimir á røðarapallin. Tað kann vera møðsamt at sita so leingi, um bert fjas
av triksum. Tað er so skjótt at koma runt til tey somu støðini, har fólk hava sæð tað einaferð fyrr. Tú mást snøgt sagt duga ræðuliga nógv triks. Tað ber ikki til at hava eina ávísa framførslu í alt ov langa [...] ? Eingin dugir at siga tað. Bert Rógvi veit tað! Børnini og tey vaksnu hava nevniliga verið vitni til eina grein innan gykl, hvørs endamál er at fáa lutir at hvørva fyri eygunum á áskoðarunum. Jú, Rógvi [...] Ásbjørn Berthelsen av Strondum og Finn Johannesen úr Klaksvík, sum er í familju við mammu Rógva. Teir fingu meg við í eina av teirra framførslum, eina ólavsøku í Badmintonhøllini. Eg var eitt sindur smábangin
Føðingardagsheilsa til Steinbjørn B. Jacobsen Gummistyvlarnir komu til Føroyar tað sama árið sum sementið kom. Tann fyrsta stoypta húsagrundin í Havn var stoypt í 1924, og tað var grundin hjá skómakaranum [...] eini tí størstu fylking sum vit yvirhøvur hava haft í Føroyum. At hetta hevur verið við til at flutt Háskúlan aftur til sínar undergroundsrøtur, tí ivist eg ikki í. Og m.a. hetta eigur at vera lagt afturat [...] tað veit eg ikki. Men allar fyrstu ferð eg sá eina joggingdrakt, ella treningsdrakt sum tikið var til tey árini, tað var í 1965, og maðurin í hesi góðu drakt, tað var skaldið Steinbjørn B. Jacobsen, Um
túninum stendur ein triði bilur. Hann treingir til eina kerliga hond, og henni stendur Sheila fyri í dag: Hesin svarti bilurin treingir til eitt vask, og vit fáa høvið at skifta orð við hana undir hesum arbeiðinum [...] týsdagin vóru tey sjálvandi til arbeiðis her á verkstaðnum, ovarlaga í býnum. Vanliga hava tey nóg mikið at gera, men henda dagin var kortini ikki so nógv at gera. Orsøkin til hetta var hin einfalda: Verkstaðið [...] í bygdini, heilt niðan á Innandalsveg nr. 19. Ovast í bygdini liggur bilverkstaðið Auto Gloss, her til ber at fáa gjørdar allar umvælingar og annað slíkt arbeiði við einum bili. Hóast mong munnu halda,
aftur tann vegin. Hann hevur fingist sera nógv við at skapa pallmyndir til ymsar leikir. Júst nú leggur hann síðstu hond á pallmyndina til ?Vitavørðin?, ið Gríma venur og skjótt frumsýnir. Ein hugtakandi pallmynd [...] og skulu so ofra seg eftir arbeiðstíð til miðnátt og tað er slítandi fyri tey og familjuna, metir Edward. - Men vit stremba høgt innan áhugaleik í Føroyum, í mun til aðrastaðir. Vit taka ein leik og venja [...] málningalist. Ofta er tað innan aðrar listagreinar, at ljósið gevur íblástur, kanska til eina pallmynd. Hann heldur, at orsøkin til serstaka ljósið í Føroyum er, at vit liggja á opnum havi, og hetta virkar sum