hevur so lítið at brúka, umframt tær dagligu útreiðslurnar, at tað eru framvegis ikki ráð til viðlíkahald ella til nýíløgur. Harafturat verður støðan verri, um oljuprísurin og rentan halda fram at tvíspora [...] hesum er, at innflutningur fer at økjast. Spurningurin eftir arbeiðsmegi fer at vaksa, og tað elvir til lønarglíðing. Skrúvan fer at mala og búskapurin kann gerast ovur upphitaður. Hvat tað merkir, vita [...] óvanliga stórt, og verður kanska aftur í ár ein hálv milliard krónur. V.ø.o. hevur landskassin ráð til at taka nakað minni inn í skattum og avgjøldum. Fyri hesum talar, at stórur partur av føroysku løntakarunum
FN, neis útfordring, ondsvakt, tit koma simpilthenn til at betala meir”!? Ensk ávirkan? Ups, ja, har var eitt enskt orð! STAVSETINGARORÐABÓKIN: Til lukku við orðabókini, góðu tit øll! Stórt og gott arbeiði [...] r) á føroyskum máli. Kortini eru tað ikki so fá, sum siga t.d. “lig við” og “ganga”. Tykist vera ringt at sleppa av við gamlar danskar ónollur. Hvat gerst? Hvat verður gjørt? Hvussu er við málsliga hugburðinum [...] og øll onnur!: Brúkið føroysku orðini! Í SENN, ikki AT GANGIN: Burtur við hasum danska! Minnist nú til: Ein dyst í senn! LØGTINGSMANNAMÁLBURÐUR: Í farnu viku, tá tingið kjakaðist um bóndauppreistur, ru
tað nóg ringt sum er. Skrivað stóð onkrastaðni, at tað var bert ein sum skuldi døma. Enn eru nøkur samkynd, sum framvegis búleikast í Føroyum, ein stórur partur er rýmdur undan tykkum og øðrum, til Danmarkar [...] Og ikki til at finnast at øðrum og teirra máta at liva uppá. Hvør sigur at øll samkynd hava somu barnatrúgv sum tit? Og um so var, hevur tað onki við tykkum at gera. TIT verða als ikki noyddir til at fara [...] Ílegugransking, kunningartøkni, ella hvussu vit á skilabestan hátt stýra okkara kæra landi? Til seinast, takk til Hans Paula Strøm og Løgmann fyri at ganga á odda og royna at føra Føroyar inn í 21. øld hesum
afturmeldingum frá fólki, sum vóru við til móttøkuna í Brússel, bæði frá sendistovum her í býnum og gestum annars, sum vóru við. Fólk hava sent brøv, og fólk hava ringt, og øll eru á einum máli um, at tiltakið [...] fyri í ES-høpi. Føroysk mentan - Eini 70-80 fólk, sum á ymiskan hátt hava tilknýti til ES-kervið í Brússel, vórðu við til móttøkuna. Við móttøkuna greiddi løgmaður frá um Føroyar og føroysk viðurskifti, [...] sum kom úr Haag og Bjørn Kunoy, sum lesur í Belgiu, vóru eisini við til móttøkuna. Páll Holm Johannesen sigur, at løgmaður kom til Brússel sunnukvøldið, sum móttøkan var týskvøldið. - Jóannes Eidesgaard
so hevur man brúkt sjálvsavgerðarrættin til tað og harvið limað seg inn í danska rikið í allar ævir. Henda stóra misskiljing, ið Tjóðveldisflokkurin er upphav til, hevur forðað fyri framgongd í føroyskum [...] Helena Dam á Neystabø stóðu á sjónvarpsskýggjanum og søgdu, at føroyingar máttu endiliga ikki siga nei til fullveldi á eini fólkaatkvøðu, tí so vóru vit partur av danska ríkinum í allar ævir. Uppundir seinasta [...] uppfatanini, har sjálvsavgerðarrætturin kann brúkast upp, men tað var sum at sletta vatn á gás, tá tað kom til samgonguflokkarnar. Úrslitið av feilaktigu uppfatanini og ?alt ella einki? politikkinum hjá sitandi
ið harðliga átalar Vinnumálastýrið. Umboðsmaðurin kann ikki taka støðu til mál áðrenn 2000, og tí kann hann ikki taka støðu til tað, ið fór fram, tá landsverkfrøðingurin varð uppsagdur, og Vinnumálastýrið [...] Tá nú hesin lemjandi kritikkur er komin, so er grund til at krevja eina uttanveltaða kanning av øllum málinum um Landsverkfrøðingin frá fyrst til síðst. Vit hava onga vissu fyri, at brot á góðan fyri [...] hesum stað gjørt vart við, hvussu illa alt málið um Landsverkfrøðingsstovnin var handfarið frá fyrst til síðst. Løgmansskrivstovan kannaði sjálva uppsøgnina av Henning Jacobsen, undanfarna Landsverkfrøðingi
verður skrásett á teldu, sigur Óla Jákup Kruse av Oyrarbakka, sum hevur tikið stig til áheitanina. Eisini tá ið tað kemur til skiljingina av posti á posthúsum, er tað ein trupulleiki, at Oyrarbakki einki [...] sigur Óla Jákup Kruse. Óla Jákup Kruse hevur sent áheitanina við undirskiftum til stjóran í Postverki Føroya og eitt til landsstýrismannin við postmálum við vón um, at málið verður skjótt avgreitt. [...] praktiskar trupulleikar, og nú heita tey øll á landsins myndugleikar við eini adressu um at síggja til, at bygdin fær egið postnummar. - Av tí at vit einki postnummar hava, renna vit okkum í trupulleikar
annaðplássið í meistaradeildini hjá monnum. Dysturin endaði við greiðum 2-0 sigri til Fleyr, sum enn er ósigrað í ár. Silvurið til Klaksvíkar Dysturin um vikuskiftið hevði rættuliga stóran týdning í kappingini [...] breidd, so við einstøkum leikarum, sum eru framúr góðir. Tað kann vera nóg mikið til sigurin, men so skal so at siga alt ganga til teirra fyrimun. Um tað fer at eydnast, fáa vit at síggja. [...] Sum støðan nú er vorðin kann Fram í allarbesta føri endað ájavnt í stigum við Mjølnir, men tað eru ring sannlíkindi fyri. Mjølnir hevur nevniliga ein dyst eftir móti SÍ og ein móti Fleyr, og vinna teir
vóru farnir, varð avgjørt at venda nøsini aftur til Føroyar úr USA. Tann 17. september í 1987 er trolarin, sum var heimahoyrandi í Vestmanna, komin aftur til Føroyar. Trolarin skuldi leggjast í Runavík, tí [...] at tað var tí, teir ikki vóru klárir at taka ímóti í USA. Tíðin frá tí, at fiskurin fór í pavnin, til hann varð frystur, gjørdist ov long, og fiskurin var ov vátur. Bløðini í Føroyum skrivaðu, at høgg [...] Olafi í Garðastovi, sum lá á Runavík, mátti sprongjast sundur í lastini. Tey skrivaðu, at tað var ringt at fáa fiskin upp. Hann var byrjaðaðu at blíva reyður, og hann var um at spillast. Tað, sum ikki fekst
SF fyri aðru viku á rað mált til stuðul upp á 13,5 prosent av veljarunum. Flokkurin, sum eftir valið er farin frá at vera stuðulsflokkur fyri fyrrverandi javnaðarstjórnina til andstøðuflokk, tykist nú at [...] Voxmeter í átta ár. Í dagsins kanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, stendur stjórnarflokkurin til at fáa 22,8 prosent av atkvøðunum. Tað eru 4,7 prosentstig færri enn á fólkatingsvalinum 1. november [...] kanningini hevði flokkurin bara fingið 40 sessir, um val var í dag. Javnaðarflokkurin hevur ikki havt so ringt úrslit í kanning hjá Voxmeter síðani januar í 2015. Ta ferðina var Helle Thorning-Schmidt forsætisráðfrú