at tað ringasta var, at lokalfelagið, sum í hesum førum gekk ímóti FA, ongantíð setti seg í samband við meginfelagið at viðgerða støðuna. Heldur fór tað beint í fjølmiðlarnar at kunngera, at tað hevði [...] Forsøgan er, at táið Føroya Arbeiðarafelag, og eini 20 onnur fakfeløg, legði arbeiðið niður í 24 tímar tann 9. januar, at mótmæla fíggjarpolitikkinum hjá landsstýrinum, var tað eitt lokalfelag, sum alment boðaði [...] Føroya Arbeiðarafelag. Tað haldi eg er beinleiðis óloyalt segði formaðurin í FA. Hon sigur, at tað er neyðugt, at øll feløgini í FA standa saman. Hon segði, at orsøkin til tiltakið hjá Føroya Arbeiðarafelag
limirnir høvdu, táið teir løgdu arbeiðið niður í 24 tímar tann 9. januar at mótmæla fíggjarpolitikkinum hjá landsstýrimum. Ingeborg Vinther sigur, at stjórnin í FA hevur umrøtt spurningin, men er komin til [...] spurd, um FA kundi lýsa arbeiðssteðg, uttan at spyrja lokalfeløgini. Men tað er onki í vegin fyri, segði formaðurin í FA. Hon segði, at táið styttri arbeiðssteðgir hava verið, hava lokalfeløgini ikki verið [...] verkfall hevur verið uppá tal. Tá eru feløgini altíð kallað til fund at viðgera støðuna, segði formaðurin í FA.
virksemið í landinum gevur eisini meira burturkast. Í 1990 brendi IRF uml. 12.000 tons av ruski, og tey næstu tvey árini vaks nøgdin av ruski til umleið 14.000 tons. Men í 1993 kom av álvara stígur í. Samfelagið [...] lægst, samsvarar væl við tosið um, at lítil aktivitetur er í Sandoynni. Tað var jú ikki fyrr enn seint í 1997, at gongd kom á flakarvirkini í oynni, so tað er væl hugsandi, at næsti ruskroknskapur sær [...] »rávøru« til brennistøðina. Úr 14.000 tonsum niður í uml. 11.500 tons. Síðan tá er nøgdin bara vaksin. Um enn spakuliga tey fyrstu tvey árini, so vaks nøgdin. Í 1996 og 1997 vaks tilgongdin av ruski sera nógv
Nordiske Kvinder mod Vold, sum í 1997 varð hildin í Helsingør í Danmark. Sjálvhjálparbólkar: Í 1997 var ein sjálvhjálparbólkur við evninum sjálvsvirði. Áheitanir/gistingar í 1997 Í 1997 vóru tilsamans 390 áheitanir [...] afturvald. Av hendingum í 1997 kunnu vit nevna: Upplýsandi arbeiði: Í 1997 hevur Kreppumiðstøðin vitjað og havt vitjan av næmingum frá HF, Studentaskúlanum og 10. flokki í fólkaskúlanum í samband við uppgávuskriving [...] Joensen og Sólrun Holm tóku ikki við afturvali. Í teirra stað vórðu Edna Jørgensen og Kristina Ferjá valdar. Í nevndini eru hesar. Jane Hoydal, Elna Strøm, Winny í Pætursastovu, Enda Jørgensen og Kristina Ferjá
eykaflokstingi í Havn 24. januar og á regluliga flokstingi floksins í Vági 20. og 21. mars skal hervið verða sagt frá, at eingin stórvegis ósemja yvirhøvur, heldur ikki um luttøku floksins í farna fólkatingsvali [...] fólkatingsvali, hevur verið. Á fundinum í Vági um vikuskiftið var hvørki formans- ella løgtingsval tikið upp á tungu uttan í fundarlýsing, har full semja var um, at løgmansevni floksins skuldi finnast aftan [...] aftan á komandi løgtingsval. Tjóðveldiskvinnur og -menn eru fullsamd um í sátt og semju at virka fyri einum frælsum Føroyum, og kunnu ikki annað enn harmast og venda øllum royndum, ið forða fyri hesum, bakið
ð hevur valt ikki at taka lut í Smálandakappingini hesaferð, men heldur at spæla fleiri venjingardystir. Í apríl mánaði fara landsliðini bæði til Danmarkar at taka lut í eini páskakapping hjá Rødovre [...] at tað er rættvíst. Tær hava leikt framúr væl í ár. Millum tær úttiknu er »gamla rottan« í fakinum Marjun Kalsø. Hon hevur skjótt verið á landsliðnum í eitt mannaminni og hevur leikt umleið 60 landsdystir [...] er úttikin til Íslandsferðina. Tað er fyrstu ferð í fleiri ár, at Anna er við á landsliðnum, og tað er onki at ivast í, at tað serliga er spæl hennara í seinastu landskappingardystunum, sum hava givið henni
endurreist í mai mánaði 1996, hevur nú havt sítt fyrsta fulla kappingarár. Felagið tekur sær nú av tennisítróttinum í Havnini og hevur í 1997 fingið limaskap í ÍSF, Tórshavnar Ítróttarráð, og er komið í serd [...] serdeildarsambandið fyri nýstovnaðan ítrótt (DSNÍ). Nevndarval var í felagnum og skipaði seg soleiðis: Erling í Liða (formaður), Hjarnar Djurhuus (næstformaður), Kristian Christiansen (skrivari), Gunnar Streymoy [...] fyri valið og vórðu afturvaldir. Hjarnar Djurhuus er nývaldur og komin í nevndina fyri Martin N. Simonsen, sum er farin av landinum í lestrarørindum. Ætlanin er, at tann fyrsta kappingin byrjar umleið 20
komandi løgtingsvalið? Tá fólkafloksmenn undir vitjan Nyrups í byrjanini av januar í ár ikki vildu hitta statsministaran, stóð Jóannes seg mannliga í eygum Føroya fólks, har hann vildi dialog og samstarv ístaðin [...] mínum besta vilja ikki síggja, at formansvalið í fólkatinginum kann koma undir at blanda seg upp í danskan innanríkispolitikk, og eg loyvi mær at ivast í, um føroyski veljarin, sum valdi javnaðarflokkin [...] vildi hitta í Føroyum. Ongin ynskilig støða at vera komin sær í Tíverri sær tað nú út fyri mær, at Jóannes hevur lurtað ov nógv eftir vánaligum og landsskaðiligum ráðgevarum, sum hava fingið hann í eina nakað
finnast 2,3 mill. flóttarfólk, í Congo (fyrrverandi Zaire) yvir 1 mill. í Pakistan 1 mill. í Tanzania 883.000, í Uganda 287.000 og í Kenya 252.000. Umframt USA kann bert Týskland av heimsins mest framkomnu [...] frá januar 1995, sum sigur, at knappar 15 mill. fólk eru flýdd úr einum landi í annað, og tá eru - væl at merkja - palestinar í ymsum londum ikki taldir við. Av hesum 15 mill. finna vit umleið 2 í Europa [...] flóttarfólkini í USA aftrat, verður úrslitið tað, at á leið 3 mill. av heimsins flóttarfólkum eru at finna í tí búskaparliga framkomna partinum av verðini - restin finst í u-londum. Nevnast kann, at í Iran finnast
skal ikki inn og út ígjøgnum somu dyr, og í húsinum, teir eru í, eru bara einar dyr. Harafturat er tað eitt krav, at fesk fløk og saltfiskur ikki verða virkaðir í sama høli. Vit vóru tí greiðir yvir, [...] keypa flakavirkið á Tvøroyri, eftir at Fiskavirking varð umskipað í heyst. Men tá ið vit ongantíð høvdu fingið samband við hann nú í januar mánaða, kunnu vit ikki koma til aðra niðurstøðu, enn at hann er [...] keypa flakavirkið á Tvøroyri frá Framtaksgrunninum. Vit hava nógvar ferðir nú í langa tíð roynt at fingið fatur á formanninum í Framtaksgrunninum,Sverra Hansen. Men tá ið hesar royndir onki úrslit góvu, hava