Kypros, so smoygdi bólturin sær hesa ferð røttu megin samankomingina, og so var fagnaðurin øgiligur. Ikki minst kring vøllin, sum mundi leggja rygg til eina tí størstu áskoðarafjøldina í langa tíð á Sevmýri [...] ferðina varð nølað ov leingi, og so spurdist einki burturúr. Tað gav spakuliga VB møguleikan at koma aftur í dystin, og tó at teir ikki fingu spælt seg til nakra yvirvág, so gekk tað nú meira javnt fyri seg [...] møguleikarnar. Vøkur langskot avgjørdu Eftir steðgin royndu vágbingar at trýsta eina løtu, og talan gjørdist eisini um einstakar vandastøður. Men tá málið kom, so var tað meira eitt úrslit av flottum s
ar hava hugt so tigandi eftir sínum liði, sum tey gjørdu tað hóskvøldið, tá VB var á vitjan. Hóast væl av fólki var í høllini, og hóast meginparturin av hesum mundi koma úr Vestmanna, so vóru tað einamest [...] brotskast um hetta mundi, so misnýttu tær á heimaliðnum eisini tvær ferðir á rað upplagdar møguleikar eftir kontra (hetta skal Asta í VB-málinum tó eisini hava rós fyri), og so punkteraði ballónin av álvara [...] tók VB dik á seg, og so sá VÍF ikki halaferðina á teimum aftur. Skuldu eyðmýkjast Bart út sagt, so hekk nú einki hjá VÍF saman. Á álopspartinum vórðu graverandi mistøk framd ferð eftir ferð. Skotroyndirnar
profetar fram, sum ýtaðu av eftir hansara læru. Um hann læt hugan reika aftur til Lenins dagar, so hevði hann ikki bara tikið aftur alt, sum Lenin læt gleppa Russlandi av hondum eftir samráðingarnar í Brest-Litovsk [...] umframt at hon eisini hótti mál, mentan og møguleika at fetta sær í framtíðini. Tólv ár eftir burturflutningin varð borið so í bandi, at nakrar av hesum tjóðum fingu uppreising og sluppu heimaftur. Sum heild [...] støða fór at taka seg upp í heiminum. Europa fór at blíva savnað, Týskland fór at liggja í sori í langa tíð, men ? hvør sínu megin Europa ? fóru tvey nýggj heimsveldir at rísa. Tað nýggja meginríkið eystanfyri
hómast ein harður og grimur veruleiki: grammleikin hjá amerikonskum kapitali eftir olju, eftir valdi yvir heimsins ráevnum og eftir at opna alt Miðeystur, sum marknað, fyri hansara ómettiligu krámhondum. [...] fyrstu tíðina ikki eftir vild. Neyvar ætlanir trutu, kunnleiki til tað, bretar rópa management - t.e. leiðsluinnlit: vitan um, hvussu ein politikari umsitingarliga setur sín vilja ígjøgnum, so hann fær ítøkilig [...] órógvaðu innanríkispolitikkin. Eftir átta ár eru kortini munagóð framstig hend. Tað enska heilsuverkið - the National Health Service, sum tann gitni Aneurin Bevan menti eftir annan heimsbardaga - er endurreist
einum avvenjingarheimi og gjalda 3500 krónur í bót. Filmur um Radiohead á veg Í langa tíð hava fólk bíðað í spenningi eftir, at dokumentarfilmurin um rokkbólkin Radiohead, skal koma á marknaðin. Nú fer filmurin [...] komandi ári fáa amerikanarar henda møguleika. Filmurin, sum er upptikin seinasta árið, er upptikin í býum so sum Barcelona, Paris, New York og Tokyo. Í filminum verða eisini brot, har man kann hoyra tilfar, sum
At enda hivaðu teir bátin uppundir hekkuna á Brimli, har hann var hangandi til morgunin eftir. - Tað tók langa tíð at sleipa, tí ferðin var bert 1,8 sjómíl um tíman, sigur Jákup Muller, skipari. [...] sjógvi og legði seg eini 90 stig, segði Eirikur, sum eigur bátin, við Sosialin morgunin eftir hendingina. Eftir at Eirikur og Halgir sóu, hvussu vorðið var, vóru teir skjótir í yvirlivilsisdraktina. Stundum [...] nakað til beiggja mín, leyp eg eisini í havið fyri at finna hann, segði Eirikur mánamorgunin. Tá ið so motorurin á Emily umsíðir steðgaði, svumu teir báðir aftur til søkkandi bátin og sluppu sær uppí hann
kom tunnilin ikki í 1988, so hevði neyvan staðið so væl til her við fólki. Ja, so stóð illa til, sigur Heini. Uttan samanbering annars so skilst á kunoyingum, at uttan tunnilin so hevði bygdin í dag verið [...] skal taka samanum, so dugir hann væl at síggja, at henda gongdin sæst ikki so væl aftur í hansara kommunu sum hon ger tað í øðrum støðum. Skal hann leita eftir orsøkini til hetta, so er svarið eittans og [...] staðfestir: - Tað tekur somu tíð at sigla úr Kunoy til Klaksvík, sum tað tekur úr Hvannasundi til Svínoyar. So her er eingin munur. - Men eg kann bara siga so mikið, at uttan tunnil so var eingin framtíð her
maðurin á gøtuni tíverri aldrin fær nóg stóran ein part av. Eg eri so troyttur av at hoyra so væl, og at síggja so væl, at kenna á mær so væl, og ikki at loyva mær at siga nøkur orð um tað, uttan at fáa [...] okkum vorðin so strang og íblástrarleys, at tað mangan verður flennt eftir teimum, ið offra seg fyri málningarnar, tónarnar, og sjónleikin við meira. Hví eru summi so frek at flenna eftir hesum somu, tá [...] ikki eiga so nógv, og ikki hava uppiborðið at hava tað keðiligt, fáa, um ikki alt, so nakað av tí sum vit hava uppiborðið? Og hvat so, um tey sum hava uppboiðið at hava tað meira keðiligt, fáa tað meira
økt sínar fíggjarætlanir so nógv, at so at siga onki verður spart upp, meðan fram gongur. Landsstýrið hevur ongi stig tikið at stýra almenna búskapinum. Úrslitið er, at í eini tíð, har hjólini mala sum sjáldan [...] hava skumpað aðrar íløgur í vitan og trivnað burtur í alt ov langa tíð. Tað hava eitt nú Heidi Petersen og Annita á Fríðriksmørk víst á ferð eftir ferð á tingi og hava kravt, at peningur til vitan, skúla [...] Hetta fer so at siga úr somu pulju. Hvar eru vit mest afturúrsigld? Hyggja vit síðani at, hvørji øki eru mest afturúrsigld í samfelagsgongdini og samfelagsmenningini, so má eisini raðfestast eftir tí. Saman
Javnaðarflokkurin eftir løgtingsvalið tók stig til at skipa CHE samgonguna, var hetta fyri at fáa loyst nakrar grundleggjandi trupulleikar í samfelagnum, sum tíverri í alt ov langa tíð høvdu ligið óloystir [...] avleiðingarnar av støðuni, sum er íkomin. Javnaðarflokkurin sær tað sum sína ábyrgd at gera støðuna upp, so slóðast aftur kann fyri neyðuga stabilitetinum og at trúvirðið og virkisførið í politisku skipanini [...] skipanini kunnu verða endurskapt. Hóast tað ikki er nøkur løtt avgerð - og at eg sjálvandi harmist um hana, so taki eg nú hetta trupla stigið, sum Javnaðarflokkurin eisini stendur savnaður um. Samgongusamstarvið