verið kjarnin í ráðgevingini? Málini, talan er um, eru fyrst og fremst oljumálið og bygnaðurin í landsumsitingini. Harnæst er talan um Framtaksgrunnin og Fíggingargrunnin frá 1992, sum enn eru mannaðir við [...] Høgni Hoydal og fleiri í Sjónvarpi Føroya hava gjørt nakrar sendingar um »Føroyamálið«, sum vit kanska kunnu nevna tað. Fyrst eina tøkk til tykkum, sum hava prioriterað soleiðis og sum í verki hava gjørt [...] orsøk er til at brúka tíð og kreftir uppá tað. Okkum nýtist ikki at mála hin versta á veggin. Okkum nýtist heldur ikki at ákæra nakran. Okkum nýtist heldur ikki at tengja oljumálið og málið um bygnaðin í l
framleiðsluna av sjálvum tónleikinum upp í hendurnar á Finnur Hansen, og hann hevur gjørt eitt frálíkt arbeiðið. Er tað fyrst og fremst tað, sum ger at munur er á tónleikinum á báðum Blátt-fløgunum? ? Ja [...] Isles Faroe, og seinast Blátt. Men røddin og tónleikurin... ja, har er einki at fara skeivur í. Vit eru øll vorðin lin í knøunum av sanginum Til allar vinir, skemta okkum viðÍ skúrið, og sangir sum Tú [...] Til allar vinar, og nú ein dagur fyri og annar eftir eru farnir framvið, er uppfylgjarin komin. Vøkur mynd hjá Blátt er á gøtuni, og tað er ein fløga við 10 nýggjum skeringum, har Jákup Marnar Anthoniussen
hevur hann skrivað jólakort og sent jólapakkar til eitt systkinabarn og eina tantu í Danmark. Tantan er yngri enn Petur, og hon hevur vitjað hann tvær ferðir , og jú - hann hevur eisini fingið jólagávur [...] vóru so væl, og tosaðu saman í telefon hvønn dag. Vit høvdu nógv felags, og kundu tosa um alt, sigur Petur Michesen, sum í síni starvstíð frá 1938 - 1968 var byggimeistari og entreprenørur, og m.a. bygdi [...] jólunum, og er fegin um hvønn dag hann kemur fram. Tað kemur ikki fyri, at hann keðir seg. Í hugnaligu stovuni eru eingi tekin um, at jólini nærkast í stórum. Øll eru farin - Tá fyrst sonurin og seinni konan
AUTO í Havn 45 ár - støðin varð stovnað 18. desember í 1952, og vóru stigtakararnir Eigil Gunnarsson, Keysten Andreassen og Jóhannus Berg. Eins og samfelagið er nógv broytt hesi 45 árini, so eru rættuliga [...] (yngri) átti húsið, og har hevði hann havt bilstøðina TAXA, men var givin. Hann leigaði tá stovnarunum av nýggju bilstøðini hølini og navnið TAXA. Har varð so hildið til í fleiri ár, og partafelagið varð [...] bilarnar, og var tað ein stórur lætti, tí nú slapst undan at koyra aftur á støðini millum hvønn túr. Skipað rutusamband Fyrst í sekstiárunum varð oyggjarvegurin longdur niðan í Mjørkadal og víðari niðan
gyrt við høgum veggum við hillum og glashurðum, og á hillunum stóðu vakurt málaðir vasar og ein lítil mynd av ymiskum fólki. Hetta vóru sjálvsagt urnir, og í roynd og veru ein kirkjugarður rundan um templið [...] stórt, og hevur eina ørgrynnu av hallum og templum. Eisini virkar ein partur sum stjórnarbygningur, og hesin er ikki opin fyri almenninginum. Vit gingu runt har meginpartin av einum seinnaparti, og tað var [...] hevur verið á hollendskum, portogisiskum og enskum hondum, og hetta setur stóran dám á býin. Serliga hollendarar gjørdu nógv burturúr at byggja hús og kirkjur, og tí standa hesar typisku hollendsku myllurnar
ventilarnar á bátadekkinum, og tá gekk tað skjótt. Hann sakk longur og longur í reyvini, og skjótt varð eitt veldugt buldur. Lastalúkurnar skutust av. Tað físti og buldraði, og skjótt fór »Blikur« eftir [...] í øllum góðum, og meg vardi ongan vanda. Skipið søkkur!!! Beint eftir døgurða fóru Mannbjørn og eg at vitja Sjúrð, sum var forkølaður og tí hevði fingið kamar at vera í. Meðan vit sita og práta, legðist [...] blaðfólk, og bløðini vóru á tremur við myndum og frásagnum um føroysku skipsbrotsmenninar. Vit fingu innivist á einum sjómansheimi tætt við bryggjuna í Reykjavík. Har fingu vit bæði mat og song og høvdu tað
heilar 85 milliónir í rentum og avdrøgum av lánum. Hósdagin góðkendi Landsstýrið fíggjarætlanina hjá Tórshavnar kommunu, og á henni eru settar 85 milliónir av til rentur og avdrátt. Av teimum eru 51 milliónir [...] betalt 71,4 milliónir í rentum og avdráttum. Av teimum eru 33 milliónir avdráttir. Sostatt fer kommunan at betala 18 milliónir meiri í avdráttum komandi ár, enn í ár. Og tað vil siga, at komandi ár fer [...] halda fram at gera Marknagilsvegin. Somuleiðis heldur tað umfatandi arbeiðið at víðka og fríðka kirkjugarðin fram, og tað kostar eisnini fitt av pengum. Somuleiðis skal eisini væl brúkast til kloakkir. Onki
at hann fer at kanna málið, og nú er kanónin hjá Edmundi Joensen aftur vend móti Sámali Petur í Grund. ? Fyrst nýtti hann málið um undirsjóvartunnilin til at koyra meg uppá, og nú ætlar hann eftir øllum [...] nú víðari heimildir, og tí er ikki neyðugt longur at fara í tingið, tá hús ella skip hjá landinum skulu seljast. Hann kannaði hetta á lógardeildini áðrenn Teistin varð seldur og bað um at fáa tað skrivtligt [...] fekk hann at vita av lógardeildini. ? Fyri at tryggja meg heilt, og tí at italiumenninir bóðu um tað, bað eg løgmann geva mær eina váttan. Og ta váttanina fekk Sámal Petur í Grund frá løgmanni. Hon er soljóðandi:
høgt í klett og skrivað á talvu. Prentsmiðjur, bøkur og bløð bera tíðindi, vitan og undirhald. Tøknin setti orðið í hásætið, stenografi, telefon og fax. Áður ókendar víddir verða troyttar. Og við tøkni á [...] skapandi. Vit samskifta og samstarva, og samtalan er neyðug bæði millum fólk og tjóðir. Eisini sálarstøðan verður borin út á víðavang og skoða. Sálin verður løgd á borðið, og viðkvamar kenslur koma út úr [...] fyri jólahaldi. Partvís í skúlanum, har tað hevur verið undirhald og framførslur av næmingum og lærarum og partvís í kirkjuni, har kór og orkestur, mannað við næmingum, hava sett dám á. Tá skúlin var við
hækkingini. Higartil hava land og kommununur betalt 30% í part av barnaansingini og foreldrini hava betalt tey síðstu 30%. Men komandi ár skulu kommunurnar betala 5% meiri, so land og kommunur betala 35% í part [...] næstan 700 fólk, og roknað verður við, at um nakrar heilt fáar mánaðir er fólkatalið í Tórshavnar Kommunu komið uppá 16.000 fólk. Tey flestu, sum flyta til havnar, eru ung húski við børnum, og tað leggur stórt [...] sosialu nevnd hjá býráðnum, sigur, at tað er ikki dagur at børn ikki verða sett á bíðilista. Og bíðilistin bara veksur og veksur. Í løtuni standa 400 børn á bíðilista at fáa ansingarpláss. Tað eru hálvt hundrað