Politiskt hugsjónarliga er ilt at síggja, hvat flokkarnir halda – í øllum førum í hesum máli. Og tað er ein trupulleiki fyri flokkarnar. Síðani aldaskiftið er føroyskur politikkur broyttur [...] ikki at tala um Sjálvstýrisflokkin, har beinleiðis opið stríð er millum kárarnar. Tað sum stendur eftir fiskidagastríðið er, at vit hava sæð politikarar flokkast á annan hátt: Vit hava [...] als ikki eru samdir um innanhýsis. Spurningurin er, um flokkarnir tora út í eitt kontroversielt innanhýsisstríð nú so stutt er eftir til valið. Løgmaður og Sambandsflokkurin hava
virkseminum hjá Kringvarpi Føroya kunnu privatiserast. Og hví verður hetta gjørt? Er tað fyri at vísa vælvild? Er tað fyri at styrkja public service stovnin Kringvarp Føroya? Svarið kann bara vera [...] rin ynskja Kringvarpið har piparið grør. Hugsanin er, at vit hava als ikki brúk fyri einum alment fíggjaðum kringvarpi. So lagaliga løtan er nú. Fólkaflokkurin hevur frítt spæl í Tinganesi, og [...] og vil Fólkaflokkurin privatisera Kringvarpið, so verður tað privatiserað. Kringvarpið er seinastu árini farin ov langt við at lata handilslig áhugamál sleppa fram at stovninum. Tað hevur
við er farið søguna er ilt at meta um, men hóast fakfelagsleiðararnir siga, at tey standa saman, so er sundurlyndið rættiliga eyðsýnt. Og tað er bara gott fyri arbeiðsgevararnar, at kíli [...] kíli er settur í samstarvið. Higartil er tað landsstýrið, sum hevur vunnið alt stríð við fakfeløgini. Ágangurin á samgonguna var øðiligur fyri jól, men hann hevði kortini als onga ávirkan – og [...] lønarviðurskifti, meðan hini arbeiða sum um einki var hent, so er stríðið givið upp fyri skutil – og so verða tað hugsjónirnar hjá Fólkaflokkinum sum fara at merkja lønarpolitikkin hjá landinum
miðalinntøkurnar verða skattaðar hægri Hækkaða skattatrýstið ávirkar serliga lág- og miðalinntøkurnar og ávirkar í minni mun tær høgu inntøkurnar. Orsøkin til hetta er, at fyri lág- og [...] miðalinntøkuni óbroytt. Óneyðugt er at kjakast um, hvør skipanin er rættari. Hvat skal gerast? At skattatrýstið er økt so nógv uttan at vera samtykt í Løgtinginum er tekin um, at sjálv skattaskipanin [...] at broytingar eru gjørdar í skattalógum, men er hend uttan ítøkiliga politiska avgerð. Munurin í inntøku eftir skatt er enn størri, og er inntøkan aftan á skatt hjá miðalinntøkuni minkað næstan
Galdandi avtala er bara fyri 2012, og tí skal nýggj avtala gerast – eisini um tað, at blokkurin bara skal hækkast við prístalsjavning sum í ár. So er spurningurin, um talan er um vánaligt politiskt [...] & Viku 17. januar í ár. Men nú stjórnin er um at verða liðug við fíggjarlógaruppskotið, sum skal samtykkjast í Fólkatinginum, so sæst, at einki er um hetta, sum løgmaður segði. Sambært [...] Løgmaður sjálvur hevur einki gjørt við málið. Hann hevur latið tað upp í hendurnar á Jørgen Niclasen – og tað er sum at lata revin ansa høsnunum, tí Jørgen Niclasen og Fólkaflokkurin hava
privatu miðlunum til alment substitueraða Kringvarpið, sum við politiskt stuðlaðari kappingaravlaging leggur sína køvandi hond yvir privatu miðlarnar, tí víst hava vit brúk fyri øðrum enn public
virðispolitiskum grundarlag stilla upp til kommunuval er sjálvsagt. Er tað neyðugt at stilla upp til løgtingið við flokspolitikki, so er tað sjálvandi eisini viðkomandi til eitt kommunustýri [...] Fólkaflokkin – men kanska tað er soleiðis, at alt skal vevjast upp í ein ellubita...? Meðan tað hevur verið trupult at fáa fólk á listar nógva staðni í landinum, so er áhugin sera stórur at verða [...] kommunum, sum hava eina stødd, har tað ber til at reka politikk. Tað er tó einki, sum bendir á, at vit tær stóru broytingarnar. Í Havn verða tað framhaldandi teir fýra stóru flokkarnir, sum verða
mentunnarliga økinum í dag er, at allir skúlanæmingar frá í dag at rokna hava fingið atgongd til allar tær føroysku netorðabøkurnar – ókeypis. Hetta er eitt sera gott úrslit av samstarvi [...] fyrstu syftu er stigið at lata allar skúlanæmingar í fólkaskúlum og miðnámsskúla atgongd til netorðabøkurnar. Hetta verður bæði galdandi í skúla og heima við hús. Talan er sum vera man [...] handilsliga burðardygt, so er hetta eitt økið, sum tey, ið ráða fyri borgum eiga at raðfesta frammaliga. Og í dag kunnu vit so fegnast um, at eitt stórt stig er tikið á hesi leið: At fáa orðabøkur
hann er avmynstraður, nýtist hon um ikki at ganga ígjøgnum fjøruna til hús. - Væl gjørt! Óli hevur havt serlig evni til at yvirtala reiðararnar undir samráðingum. Tað er sjón fyri søgn. Hann er ongantíð [...] eina heild. Hugsaði sjálvandi fyri og fremst um umstøðurnar hjá finskimonnum, men dugdi samstundis at seta seg inn í umstøðurnar hjá teimum, sum róku skipini. Stóð til dømis illa til hjá einum [...] Óla og tað verk, sum hann hevur útint sum um fiskimannafelagsformaður í 36 ár. Nú »klokkurnar ringdu út« hjá Óla í Fiskimannafelagnum haldi eg, at Óli hevur uppiborið eina stóra tøkk fyri tað
at spyrja Helle Thorning-Schmidt og Bjarne Corydon, um vit ikki kunnu fáa tær 130-200 milliónirnar aftur – sum vit ikki hava viljað havt síðstu átta árini. Fólkið valdi fullveldi og Tjóðveldi frá [...] nakran kommunureform. Trupulleikin við at leggja kommunur saman, hann lata vit kommunurnar greiða sjálvar – sjálvbodnar, og so stríðast vit víðari. Tilfeingisgjaldið hava vit eisini valt [...] uttan vælsaktans Framsókn. Men løgmaður hevur eisini víst á, at alt snýr seg um búskap. Og svarið er at fáa danska landskassan at gjalda – eitt mál sum ikki kann vera annað enn bluff ella ófatiliga