loyvt er. Løgreglan sigur, at tað er javnan og savnan at tey fáa fráboðanir frá fólki, sum ikki fáa náttarfrið fyri larmandi prutlum, sum liggja drøna eftir vegnum. Av tí sama hevur løgreglan gjørt nokk [...] at koyra. Løgreglan sigur, at tað er lívshættisligt at koyra so skjótt á prutli, tí tey eru ikki gjørd at koyra so skjótt, og bremsurnar eru heldur ikki gjørdar til at slíka ferð. Løgreglan sigur, at í [...] nokk so nógv burtur úr í seinastuni at kanna prutl, og tað gjørdi løgreglan aftur í gjár. Hesa ferð tóku tey fýra prutl, sum øll koyrdu ímillum 64 og 90 kilometrar um tíman. Tað er tvær og tríggjar ferðir
men løgreglan sigur, at tey hava fingið upplýst at tað er ein trupulleiki, at nógvir bilførarar akta ikki tað skeltið, men koyra ímóti yvir um skeltið og ímóti ferðsluni. So í gjár fór løgreglan á staðið [...] koyra ímóti ferðsluni. Løgreglan sigur, at teir fáa eina bót upp á 500 krónur, umframt eitt klipp í koyrikortið. Elvir slík koyring til ferðsluóhapp, harðnar revsingin. Løgreglan sigur, at tað er væl merkt [...] Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar Í Janusargøtu. Tað er við Bónus og Glasir í Marknagili. Har er ein vegur einsrættaður og tað merkir, at tað er ikki loyvt at koyra oman ímóti skúlanum á Fløtum
andlitið, sigur løgreglan, ið metir hetta sum ráðan harðskap. Maðurin varð fluttur á sjúkrahús. Løgreglan veit, hvør framdi illgerðina, og viðkomandi hevur játtað seg sekan. Løgreglan sigur, at ofta hendir [...] heilaskjálvta og smærri snuddir. Løgreglan sigur, at rúsdrekka var uppí óhappinum. Harðskapur Um vikuskiftið var tiltak og dansur í høllini í Runavík. Klokkan 05:10 fekk løgreglan fráboðan um, at ein maður var [...] bilur var farin av vegnum í Skálabotni. Talan var um persónbil, ið hevði alt ov nógva ferð, sigur løgreglan í Runavík. Bilurin kom úr Skálbotni, men kláraði ikki at steðga, tá hann nærkaðist landsvegnum við
myndir av teimum almannakunngjørdar. Og beint nú eru fleiri slík hóttanarbrøv í umfari, sigur løgreglan. Løgreglan sigur, at í hesum føri hava fleiri fólk fingið boð um at flyta eina upphædd, annars verða [...] so verða fólk bara hótt eina ferð afturat. Men løgreglan sigur, at í hesum føri var hóttanin so amatørkend, at tað var týðiligt, at einki var í tí. Løgreglan sigur, at talan er um onkran, sum hevur funnið [...] við einum hóttanarbrævi. Men løgreglan sigur, at í hesum føri, var tað so illa gjørt, at tað sást við einum hálvum eyga, at talan var um eina samansetta mynd. Men løgreglan endurtekur, at fólk skulu aldrin
Løgreglan vil sera fegin hava fatur á hesum persóninum, so um onkur hevur illgruna til onkran, so við løgreglan fegin frætta. Viðvíkjandi skulkidegnum hjá næmingum á Glasi í gjár sigur løgreglan, at f [...] gjár um fýratíðina sá løgreglan, at ein persónur koyrdi á knallert í Eysturoyartunlinum. Tað er ikki lov at koyra á prutli ella at súkkla ella ganga í Eysturoyartunlinum, so løgreglan fór á staðið og tók [...] hevði onga nummarplátur, so tað fær førarin eisini bót fyri. Beint fyri klokkan 18 í gjár fekk løgreglan boð um, at onkur hevði kynt bál í miðbýnum í Havn – í 'loynikrókinum' við gamla bakaríið hjá Frants
men eru útskrivaðir aftur. Løgreglan sigur, at harðskapurin var ógvusligur og samstundis vóru tað onnur viðurskifti ið gjørdu seg galdandi, men sum løgreglan ikki kann siga meiri um. Men samanlagt varð [...] Í fyrrakvøldið varð løgreglan boðsend tí tveir partar í parlagi vóru komnir til ilnar, og avleiðingin var, at tann kvinnuligi parturin varð skuldsettur fyri harðskap. Báðir partar endaðu á sjúkrahúsi, [...] hoyring var. Og úrslitið av tí var, at kvinnuligi parturin skal í varðhald í tvær vikur ímeðan løgreglan lýsir málið til tað kemur endaliga fyri rættin.
d eru kring landið. Og hesa næstu tíðina er tað serliga løgreglan í Norðurøkinum, sum fer at vera úti um seg at kanna ferðsluna, sigur løgreglan. Norðurøkið fevnir um Eysturoy og Norðoyggjar og í hesum [...] Hesa næstu tíðina fer Løgreglan at ansa serliga væl eftir ferðsluni. Tey hava áður boðað frá, at tey fara at leggja serliga stóran dent á at kanna ferðsluna um hesa tíðina, serliga nú, tað er vorðið myrkt [...] skøddur eftir forskriftunum, um lyktirnar lýsa, og um førarin hevur koyrikortið uppi á sær, sigur løgreglan.
16, sum vórðu særd. Men deyðstalið er í morgun rættað til átta. Danska løgreglan sigur víðari á tíðindafundi í morgun, at løgreglan er hampiliga vís í samleikanum hjá fýra av teimum deyðu, meðan tey enn [...] Eingi børn eru millum teirra, sum doyðu í tokvanlukkuni á Stórabeltsbrúnni í gjár. Tað sigur danska løgreglan sambært Ritzau. Tey deyðu eru fimm kvinnur og tríggir menn. Í gjár varð annars sagt, at tað vóru [...] endaliga váttað, hvørji hini fýra eru. Tey, sum doyðu, vóru fyri tað mesta í fyrsta tokvogninum, sigur løgreglan. /ritzau/
verið friðarligt í høvuðsstaðarøkinum síðstu nátt, og løgreglan hevði lítið og einki at gera úti á gøtuni. Men, um 22.55-tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan frá skeinkistaði í Havn um, at ein uppøstur [...] inni á gólvinum. - Maðurin var so uppøstur, at fólk, sum vóru á staðnum, máttu halda honum, til løgreglan kom. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at handtikni maðurin varð koyrdur til Klaksvíkar [...] fer at spyrjast burtur úr hesum, men væntandi er, at maðurin í minsta lagi fær eina bót, sigur løgreglan.
Løgreglan sigur, at fríggjakvøldið og leygarnáttin hava verið stak friðarlig. Á Tvøroyri var ein maður so óheppin, at verða yvirkoyrdur. Løgreglan sigur, at tað var av óvart og varð sera spakuliga, men [...] nokk so ilt í høvdið. Aðrastaðni í landinum er ein annar maður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Løgreglan sá ikki sjálv viðkomandi, men fór út at taka blóðprøva av bilføraranum, eftir at hann varð meldaður [...] og vitnisfrágreiðingar vera grundarlagið undir eini møguligari ákæru móti manninum. Annars hevði løgreglan eingi serlig tíðindi at bera frá í nátt.