grundspælinum ? hann hevur ÍF heima ímóti Fram ? hevur liðið framvegis fult stigatal, og enn er ikki eitt einasta sett farið framvið, og tað er veruliga nakað, sum ber boð um klassa. Sunnudagin var ikki tað [...] eisini klaksvíkingar hava styrkt um lið sítt í ár við útlendskum leikarum, so tykjast hesir ikki fella eins væl inn á liðið, sum nýggju leikararnir hjá ÍF gera. Og hartil og minst líka týdningarmikið, [...] á skránni, og av hesum eigur í øllum førum tann ímóti Fleyr at geva fulla úrtøku, meðan tað tykist eitt sindur meira óvist, hvussu dystirnir móti SÍ fara at tørna út.
Fleiri kommunur hava leingi bíðað eftir eini reglugerð um, hvussu eitt øki til frítíðarhús skal skipast. Nú hevur Løgmálaráðið sent eitt slíkt vegleiðandi skriv út - Tá kommunur regulera øki til frítíðarhús [...] ein av fleiri líknandi ætlanum í Sørvágs kommunu. Ætlanir hava somuleiðis verið frammi um at skipa eitt summarhúsøki í Gásadali, men enn er einki ítøkiligt hent í hesum máli. Borgarstjórin í Sørvági vísir [...] við at geva loyvi til summarhúsøki. Ein orsøk til hetta er hon, at tað kostar nógvan pening at gera eitt slíkt øki byggibúgvið. Og spurningurin hjá kommununi vil altíð vera, um hon fær peningin inn aftur
Javnaðarflokkinum fortreð. Tí er hugsandi, at Kristin Michelsen fer at atkvøða saman við samgonguni og fella málið. Men nú er annar jokari komin á ting, nú Annika Olsen hevur tikið sæti á tingi. Sjálvt um hon [...] kk, sum ikki vil hoyra talan um at geva samkyndum nøkur sum helst rættindi afturat. Og hann hevur eitt bakland í Sambandsflokkinum í Havn, sum heldur við Johan Dahl og vil geva samkyndum hesi javnrættindini
Er tað eingin, ið hevur lagt til merkis, at samkynd eru menniskju sum øll onnur? Menniskju, ið liva eitt vanligt lív, arbeiða, eta og drekka, sum øll onnur. Tann einasti munurin er, at samkynd deila sítt [...] niður á, og at samkynd eru lættasta offur at draga við sær, tí tað enn í dag, nú vit skriva 2010 er eitt tabu evnið. At Katrin Hovland Petersen í eini grein í Dimmalætting pástendur, at samkynd velja Kristus [...] konsert fyri at hoyra fantastiskan tónleik, ikki fyri at dyrka seksualitetin hjá Elton John? Havi bert eitt orð at siga – Láturligt! Er tað ov nógv at biðja um, at samkynd gjarna vilja hava rætt til skrásett
lítið: - Tað eru somuleiðis altíð nøkur, ið fella frá. Og tískil loysir tað seg ikki. Men tey, ið valdu russiskt í fjør, halda sjálvandi fram við russiskum eitt ár afturat saman við læraranum André Niclasen
Eitt lágtrýst beint eystan fyri Føroyar fer spakuliga í ein útsynning vestan. Tí streymar køld luft við vetrarælum sum frá líður inn yvir Føroyar av landnyrðingi. Veðrið í dag Strúkur í vindi upp í skrið [...] og regn, og seinnapartin vátaslettingur í støðum. Hitin um 5 stig, men seinnpartin byrjar hann at fella. Í nátt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og
løtuna spældi við speedaranum í botni. Ferðin varð skrúvað upp á eitt støði, sum sjáldan er at síggja í føroyskum hondbólti, og tað legði eitt ovurstórt trýst á VÍF. Ikki minst tóktist tað at órógva, at Kyndil [...] kortini um satt drama, sum minti um støðuna, har illa sperdi veiðurmaðurin at enda verður kroystur upp í eitt horn av stóru bjørnini. Har veidda djórið brádliga verður til tann, ið veiðir. Og so spældi VÍF eisini [...] mest sum í berum treiskni fingu teir grønu kortini økt aftur um munin. Endaliga avgerðin tóktist fella, tá góður helmingur av seinna hálvleiki var farin. VÍF hevði aftur minkað munin í tvey, men tá Sámal
gevast við royndunum og fóru at umhugsa ættleiðing. Eitt ár eftir at tey vóru givin við fertilitetsviðgerðini, avgjørdu tey at ættleiða eitt barn. - Hvar hevur tú keypt hana? Lítla Elisa sat so [...] takla mótburð. - Vit skulu kortini ansa eftir, at tað ikki verður stillað upp sum eitt ”skrekkscenarium” at ættleiða eitt barn. Tó sleppa vit ikki undan, at hesi børn onkursvegna hava verið svikin í [...] hevði kanska verið gagnligt, um tað var eitt ávíst stað, har foreldur kundu vent sær, tá tey vóru ørkymlaði um onkran óskiljandi atburð hjá barn-inum. Eitt nú hava vit tikið av tilboði um hjálp frá
vera um, at tað er eitt seyðafrælsi, hóast sýruleggirnir tykjast vera fleiri enn grasstráini. Onkur heldur skemtandi fyri í erva, at eru so nógvar sýrur, kann veðrurin vænta sær eitt súrt lív í summar. [...] allastaðni. Vit koyra, til vegurin endar nakað uttan fyri smoltstøðina hjá Bakkamonnunum, har bóndin hevur eitt frálíkt hús. Fara úr bilunum og fara beinanveg til gongu niðan brekkuna. Veðrið er frálíkt. hóast [...] skal niður. Hugt verður útav, men har er soleiðis vorðið, at tað sæst ikki niður í gjónna. Fara tí eitt sindur longri oman, og finna annað skarð, har væl sæst niður, og hildið verður tí, at her man niðurgongdin
stolnar. Um morgunin fann húsfólkið ketilin í túninum, og súkklan hjá ommudóttirni var tveitt upp í eitt træ. Løgreglan metir, at hetta hevur samband við okkurt av hinum herverkunum, sum vóru framd, og at