Stuldur av heilivági er ikki tað einasta, sum í seinastuni er hent í Klaksvíkini. Í fyrranáttina varð nevniliga eisini herverk framt í fleiri førum. Ein vøruvognur, ið stóð parkeraður, stóð brádliga í ljósum loga. Vandi var fyri húsunum rundanum, men vakthavandi sigur, at eingin skaði hendi, uttan á sjálvan bilin. Løgreglan kannar nú, um eldurin varð ásettur.
Seinni týsnáttina varð eisini ein bilur stolin. Tjóvarnir hava koyrt sera skjótt runt í býnum, og gjørt skaða á einar tríggjar parkeraðar bilar, umframt at gera sera stóran skaða á stolna bilin. Vakthavandi sigur, at løgerglan fann stolna bilin uppi við Klakkin, men tá vóru gerningsmenninir rýmdir.
Somu nátt var onkur eisini umborð á Ternuni, og haðani varð ein VHF'ur
stolin.
Týsnáttina fekk løgreglan í Klaksvík eisini fráboðan um, at fólk høvdu verið inni í einum privathúsum og gjørt herverk um náttina, meðan húsfólki lá á loftinum og svav. Har var óruddað, okkurt var brotið og tvær flottar oljulampur vóru stolnar. Um morgunin fann húsfólkið ketilin í túninum, og súkklan hjá ommudóttirni var tveitt upp í eitt træ. Løgreglan metir, at hetta hevur samband við okkurt av hinum herverkunum, sum vóru framd, og at genringsmenninir hava verið inni í privathúsunum og krógvað seg fyri løgregluni, sum leitaði eftir teimum um allan býin.
Løgreglan í Klaksvík sigur tó, at enn er óvist um tað eru somu menn, ið stóðu aftanfyri alt herverkið, sum varð framt týsnáttina.
Eingin er tikin í málinum, og løgreglan hevur ógvuliga lítið ítøkiligt at ganga eftir.
Vakthavandi sigur, at tað einki prógv er fyri, at tað eru somu ungu menninir, ið brutu inn á sjúkrahúsið í Klaksvík, sum eisini framdu herverk runt um í býnum náttina fyri. Løgreglan arbeiðir tó víðari við málinum.