um uppá nummar eitt og tvey frá Norðoyastevnu. Hvessingur vann í Klaksvík, men megnaði ikki at halda Jarnbardi aftanfyri seg í Runavík. Í Runavík gjørdist Gongurólvur nummar trý og munurin millum hesar [...] uppaftur størri. Vágsgentur hava í hvussu er nakað at vísa í Sundalagnum. Tær skulu vísa áskoðarunum at okkurt var sum tað ikki skuldi verða seinasta vikuskifti. Bátarnir liggja í hesi røð: 1.Drekin 2.Fípan [...] forða teimum í at vinna allar stevnurnar í ár, men um tað verður nóg mikið er so ein annar spurningur. Higartil hevur so púra eingin spenningur verið millum 10-mannaførini. Bátarnir liggja í hesi røð: 1
síðan hjá Dennu Mohr, har hon eisini lærdi at seyma. Í 1932 giftast Jancy og Johan Mouritsen. Johan var sonur Mariu í Rættará og Dia í Barnastovu í Havn. Í hjúnarlagnum hjá Jancy og Johan vóru børnini 6, 4 [...] blómuhandilin Árstíðirnar nú heldur til. Í 1947 fór Johan til Íslands at arbeiða í byggivinnuni og seinni eisini Jancy, tey virkaðu í Reykjavík í 2 ár. Í 1953 bygdi Johan kiosk við Sjónleikarhúsið, og har høvdu [...] miðskeiðis í 70?unum. Blíðskapðurin hevur altíð verið stórur hjá Jancy og væl hevur hon dugað at hugna um. Nútíðin kennir Jancy sum ídan bridgespælara í Bridgefelagnum í Havn; tíðan var hon við í kappingum
Hvønn mánadag verða eini tíggju neyt ymsastaðni í landinum sett í tann serbygda bilin hjá Strandferðsluni, og kósin verður sett móti Hósvík. Síðani 1. januar í 1997 hava fleiri og fleiri føroyskir bóndur vant [...] Vit hava sett sum mál at slaktað eini 400 neyt í ár, men eg vænti ikki, vit koma uppá meir enn 350, sigur Adolf Johannesen, leiðari á MBM-Kjøt í Hósvík. Í Føroyum verða umleið 600 neyt slaktað um árið, [...] 000 seyðir í Føroyum, so er bara ein partur av hesum, sum verða slaktað og selt sum mannaføði. Men hann ivast kortini í, um MBM-Kjøt hevði klárað at nøkta tørvin at virka sum einasta sláturhús í landinum
Felagið Streymur í Hvalvík og Streymnesi hevur í eina tíð ligið meir ella minni í stilli. Men nú tikist rákið at vera vent, og tað rekur rættiliga hart fyri tíðina, eins og tað ofta ger í Sundalagnum. ? [...] Vit vildu gera nakað fyri at fáa lív í felagið aftur, sigur Jákup Hansen, sum í vetur varð valdur til formann í Streymi. ? Felagið verður 20 ár nú í ár, og hetta hildu vit vera eitt gott høvi at fáa høli [...] og í talvi hevur besta úrslitið verið nummar tvey eitt árið. Kappróðurin er skipaður í Hvalvíkar/Streymnesar Róðrafelag (HSR) Jákup Hansen er sjálvur føroyameistari í borðtennis hjá monnum bæði í single
skipari á 200 tons fiskibátinum Explorer, við heimstað í Cape Town í Suðuramerika, og hevði verið við í tvey ár. Teir høvdu siglt í 10 dagar og høvdu 85 tons í lastini, tá teir vóru tiknir og førdir til Reunion [...] fram við einari lítlari oyggj í indiska havinum. Hann visti bert ikki, at ein kunngerð 1. januar 1998 varð sett í gildi, sum segði, at tá skip koma inn um 200 fjóðringarmarkið í fronskum sjóøki, skulu teir [...] umframt bert at ganga hendur í lummma. Eg stytti mær stundir við at spáka í býnum, havi gittar við og skrivi sangir - mest andaligar sangir. Í løtuni er HM-kappingin í sjónvarpinum, og tað bøtir um
á tær 5, 4 mia. kr, sum skuldin tá var, við uml. 7% í rentu í 20 ár og seta hetta í mun til restskuldina í dag upp á 4 mia. kr við 5% fastari rentu í 20 ár, so er sparingin 2,1 mia. kr. Fíggjarligi parturin [...] endurgjaldið í bankamálinum frá danskari síðu liigur í tí, sum eitt rættarmál við DDB ella ein semja við teir, kann geva. Í Føroyum verður sagt tað mátsatta. Vit høvdu bert krav ímóti dønum í bankamálinum [...] óloystar spurningar í føroyska samfelagnum. Høvuðspartarnir í avtaluni eru bankamálið, skuldarspurningurin og ríkisstuðulin. Hesir mugu nú sigast at vera endaliga avgreiddir, og tað í sjálvum sær, at mál
vóru komu í bussi. Linjon Christiansen, bygdarráðformaður í Skálavík, Eyðun Viderø, formaður í bygginevndini og Jákup Reinert, prestur, hildu røðu. Áargarður varð tikin í nýtslu 14. januar í ár, og har [...] viðvíkjandi eldrarøktini í Sandoynni, er nýggj og øðrvísi skipan, sum ikki hevur verið roynd áður í Føroyum. Teir tríggir stovnarnir í sandoynni - tann í Skopun er ikki tikin við í fyrstu atløgu, skulu virka [...] virka saman. Sambýlið í Skálavík letur upp 23. juni. Hetta er fyri eldri fólk, sum eru sjálvhjálpin. Røktarheimið og hinir stovnarnir í oynni eru bygdir miðskeiðis í bygdunum, og tað ger, at bygdarfólk
kunnu rokna við øktum virksemi í næstu framtíð. Tí sunnanfyri Hórisgøtu, hjá tí stóra grannanum í Havn, eru tey longu farin at hugsa um, hvussu og hvat kann byggjast út í Kollafjørði. Kollafjarðar Kommuna [...] rætt at Tórshavnar Kommuna longu nú tekur Kollafjør við í sínar ætlanir fyri framtíðini. Formaðurin í Havnanevndini sigur, at hetta er sjálvandi gjørt í samstarvi við Kollafjarðar Kommunu. Heilt ítøkiliga [...] føra við sær, at tey, sum biðja um ídnaðarøki í Havn, kunnu fáa ávíst eitt stykki í Kollaførði ístaðin. Tað dugi eg ikki at síggja nakrar trupulleikar í, um vit semjst við Kollafjarðar kommunu og umsøkjaran
gevur trupulleikar, tí vit í ríkinum hava føðiskráseting, so barnið verður skrásett í kommununi, har mamman hoyrir til. Vit hava eina danska navnalóg í Danmark og eina føroyska í Føroyum, so eg kann illa [...] heldur í hesum sambandi fyri, at orsøkin til lækkingina í burðartalinum er, at ungar familjur eru fluttar og at orsøkin ikki bara er tann, at barnastyrkurin er tikin burtur. Og Heri heldur í skemti fram: [...] 40, er minkað niður í eini 18 til 20, og várkonfirmatiónirnar eru minkaðar niður í einki. - Hetta hevur ta ávirkan, at minni av ungum fólki sæst úti og brúdleypini eru minkaði niður í eini 5 - 6 árliga,
Frítíðarskúlin varð fyri á fundi í Sosialunevnd í Tórshavnar býráð fyri umleið einum mánaði síðani. Støðan við teimum nógvu umsóknunum var til viðgerðar, og samtykt varð, at børn í forskúlanum og 1. flokki skulu [...] sum stóðu á bíðilista í fjør sluppu tí rættiliga skjótt inn, sigur Manbjørn. Nakað annað er eisini tað, at fleiri gevast mitt í árinum við Frítíðarskúlanum. Tá ið vit byrjaðu í fjør vóru næstan 250 børn [...] pláss á summum skúlum í mun til øðrum. Allir seks skúlarnir í Havn hava Frítíðarskúla. Frá 30 upp til 50 børn eru á hvørjum Frítíðarskúla. Tey verða heintaði eftir skúlatíð og kunnu vera í Frítíðarskúlanum