lesur tú hana alla er boðskapurin týðuligur. Tað ber til at gera skipanina bíligari uttan at fara við spariknívinum. Ein máti er at skapa fyritreytir fyri einum hægri prísi, ein annar er at skapa øktir v [...] annað, sum ikki hevur verið nógv frammi er tali av arbeiðsplássum sum útróðurin skapar. Vit vita at útróðrarflotin í 1996 veiddi 26000 tons undir Føroyum. Tað er nakað tað sama sum 33 partrolarar veiddu [...] tryggja sítt nýggja arbeiðspláss. Ella er tað meiningin at útróðrarmenn bert skulu hava tað seinasta trygdarnetið hjá landinum at velja í? Meginfelag Útróðrarmanna hevur einki ímóti at vera við til at finna loysnir
smávegis broytingar sum henda innan tað tøkniliga í hesum døgum. Tað er nærum ikki dagur, hvar vit ikki vera kunnaði um eitthvørt, sum nú er gjørligt. Mær rennur til hugs tá eg sjálvur stóð í læru sum elek [...] mugu vit ásanna, at tøknin alla tíðina yvirhálar seg sjálva. Útbúgving á hesum økjunum er nærum avoldað, tá ein er avlærdur. Tól sum verða útskift við nýggjastu tøknina, tí at tey eru ótíðarhóskandi, vísa [...] fyrihalda seg til tey tilboð, sum tøknifrøðin hevur at geva, um ein ikki skal gerast eftirbátur. Tað er tó einki sum tíðir uppá, at norðurlond liggja aftanfyri onnur. Ífylgi hagtøl frá »European Information
dystinum gjørdi tað til 24-23. Einki mál kom afturat, og so kundu Kyndlaspælararnir fegnast um fyrsta sigurin á VÍF langar tíðir. Sigurin hjá Kyndli ger, at liðið nú er væl við í oddinum. Teir liggja saman [...] so spennandi var í manshondbóltinum Heili fýra lið liggja nú lið um lið í oddinum, og ber eitt stig er á muni. VÍF, H71 og Kyndil hava øll átta stig, meðan StÍF hevur sjey stig. Og tá hugsað verður um [...] møguleikan tóku teir av. Í hinum endanum vísti málverjin Hans á Lag enn einaferð, at millum annað hann er munurin á Kyndlaliðnum í fjør og í ár. Hann hevði gott tak á royndunum hjá Áka Olsen, og at yngsti
Hvat hent er við hinum báðum nenvdunum, og hvat við ørðum nevndum, tað vita vit ikki, sigur Marita Petersen, sum sigur, at fyrispurningurin er settur løgmanni, tí at javnstøða millum kynini er ein meginregla [...] ? Øll byrjan er trupul, eisini tann at velja nevndir, ráð v. m., har menn og kvinnur eru javnt umboðað. Tað er tí av áhuga hjhá okkum ta fáa at vita, hvussu landsstýrið ber seg at fyri at tryggja, at kynini [...] umboðaðir. Tá einki kom burtur úr at venda sær til landsstýrið, klagaði Javnstøðunevndin í februar 1996 landsstýurið til landsstýrismálanevndina fyri brot á javnstøðulógina. Og tá so er, fær løgtingsformaðurin
leikar hart á í danska Fólkatinginum um viðurskiftini millum donsku stjórnina og føroyingar. Tað er ið hvussu so er veruleikin í andstøðuni, sum áhaldandi hevur funnist at tørvandi samskiftinum millum forsæ [...] samráðið í gjár. Per Stig Møller, formaður í Konservativa flokkinum er eisini ógvuliga atfinningarsamur mótvegis forsætisráðharranum. - Eitt mark er fyri, hvussu langt kann farast, áðrenn ríkisfelagsskapurin kemur [...] samstundis helt, at ríkisfelagsskapurin ikki var í vanda. Føroyingar geva okkum skyldina fyri alt - Tað er einki at dylja, at eg ofta havi kent meg ørkymlaðan, og við hvørt havi eg eisini kent tað, sum skeldaðu
Havnin vann 21/2-11/2. Havnin er tí eitt stig frammanfyri Klaksvík 1 í løtuni, meðan Klaksvík 2, sum er triðja liðið í deildini, enn einki stig hevur vunnið. Í dreingjadeildini er Kollafjørður á odda við fullum [...] úr Klaksvík mistu aftur stig í mun til tey bæði oddaliðini, og í løtuni er Klaksvík 1 hálvtfjórða stig aftanfyri Kollafjørð, sum er eitt stig frammanfyri Havnina. Stóri dysturin seinasta vikuskiftið var [...] hølunum á besta liðnum hjá Havnini er Toftir og Havnin 2, sum bæði hava sjey stig. Kollafjørður 1, sum kom úr 1. deild í fjør, liggur sum nummar 4. Í 3. deild, har kappingin er í tveimum, liggja ávíkavist og
Áki, sum eftir mínum tykki er ein sera nærlagdur og dugnaligur blaðmaður, endurgav meg fyri at siga, at politikarar høvdu ligið Fiskavirking eftir lívinum. Her er tíverri onkur misskiling íkomin, tí eg [...] fáa virkið á Tvøroyri aftur á lokalar hendur, sigur Páll seg einki hava ímóti hesum, men at Fiskavirking skal seta virkið ístand fyrst. Hetta er nøkurlunda sama hugsan sum varð nevnd tá ið virkið í Miðvági [...] fiskakeyparum í mest møguligan mun. Tí er tað púrasta burturvið at vænta at Føroya Fiskavirking fer at seta virkir ístand fyri síðani at selja tey aftaná. Tá er tað meiri nærliggjandi at vænta, at teir
bara skorið flak, sum so er sent av landinum uttan at verða reinskorið. Orsøkin er stutt og greitt, at ov lítið fólk er til arbeiðis. Men søkt verður nú eftir reinskerarum. Sum er, verður bara alifiskur [...] Mangla fólk Og samstundis er eitt annað felag við útlendskum bakmonnum farið undir at skera flak á virkinum hjá Nósa. Hetta er sama virkið, sum Ísbú, í síni tíð, var í. Ikki er so nógv arbeiði har enn, [...] Ísbú eigur tveir triðingar í. Hin triðingin eigur Martin Hendriksson, sum enn er stjóri í felagnum, sum ikki er avtikið. Og tað er bara stjórin, sum hevur fulltrú at handla fyri felagið, sigur Jens Valdemarsson
so tað er ilt at ætla um, hvat teir fara at spæla hetta kvøldið. Men at tað verður dygd, er ongin ivi um, tí tað er ótrúliga dugnaligir tónleikarar, sum fara at standa á pallinum. Okkurt gott er eisini [...] nógvar limir, er nærum limaleyst og óvirkið nú. Tað hevur síðan tá einki jazzumhvørvi verið í landinum, segði Edvard. Einstakar eldsálir, so sum Kristian Blak hava syrgt fyri, at tað av og á er livandi jazzur [...] her í Føroyum. Einasta jazztiltak, sum finst, er festivalurin, og hann er longu farin framvið. Nærmasta vit kunnu koma nøkrum sum líkist einum stað at spæla, er Café Natúr, men har koma fólk ikki fyri at
Jens. Men trupult er at skráseta teir. Ikki allir eru limir í føroyingafeløgum, til dømis, og hartil kemur, at nógvir hava skift nøvn. So ilt er at síggja á navninum, um persónurin er føroyingur ella í [...] herfyri vitjaði í Reykjavík, hittu vit ein teirra, Jens Petursson, sum er formaður í stýrinum fyri Sjómansheimið Ørkina í Reykjavík. Jens er ættaður av Nesi í Vági. Hann æt Jens Splidt, tá hann búði í Føroyum [...] Akureyrar, har hann var til 1953. Tá flutti hann til Grindavíkar, har hann fór at fiska. Konan, Maria, sum er ættað úr Hovi, flutti eisini, og síðan hava tey búð fast í Íslandi. Í Grindavík var Jens fyrst við