verður farið at koppseta tey eldru á ellis- og røktarheimum, men frá 1. oktober fáa øll yvir 50 ár tilboð um at verða koppsett. Alheims heilsustovnurin WHO, mælir til, at øll yvir 60 ár fáa tilboð um koppseting [...] byggja síni tilmæli á, er so væl grundað, at tað ber illa til at koma uttan um tað. Men hann sigur, at koppsetingarnevndin hevur ikki havt fund enn, so nøkur avgerð er ikki tikin um, hvussu vit fara at koppseta [...] afturat. Í Danmark fáa ávisir bólkar tilboð um koppseting, og vit plaga at fylgja teirra tilmælum um koppseting. Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at enn er støða ikki tikin til málið í Føroyum, men
Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at kanna um leivdir av eiturevnum eru í frukt og grønmeti, sum er selt í Føroyum, bæði tí, sum er innflutt og okkara egnu grøði. Her er talan um eiturevni, sum verða brúkt at verja [...] vórðu kannaðar fyri 741 ymisk eiturevni. Úrslitið er nú greitt og tað er, at av teimum 18 vørunum, vórðu eiturevni ávíst í fimm matvørum. Her var talan um útlendskar appilsinir, klementinir og eplir og [...] galdandi ES-reglur, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Samanumtikið vóru nøgdirnar av hesum evnum langt undir tí mest loyvdu nøgdini. 15 vanliga framleiddar vørur (konventionellar) og 3 vistfrøðiligar.
mangla í, men tað skilst á honum, at talan verður yvir 20 milliónir, kanska upp ímóti 30 milliónum, sum fara at mangla í, tí oljan er vorðin so dýr. Tað er langt síðani, at tey gjørdu vart við støðuna hjá politiska [...] tá, hevði tað borið til at hildið játtanina. Men tað hoyrdu tey einki aftur um. Síðani tá er oljan dýrkað nógv afturat og nú er støðan tann, at verður eingin eykajáttan, ella verður eingin sigling, sigur [...] Oljuprísurin er farin til himmals og tað rakar Strandferðsluna sera meint. Sum støðan er nú, sær tað ikki gott út, tá ið vit koma út á heystið, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni
harðbalnum havumhvørvi og harvið fremur felagið nýskapan, tí kunnleikin um hetta er avmarkaður úti í stóru verð. ##med3## Sjókovin er ein óheftur, privatur, ikki-vinnuligur granskingarstovnur við endamáli [...] Tað skrivar Ocean Rainforest í tíðindaskrivi í morgun: Verkætlanin kallast SeaMark og byrjar 1. juli 2022 og gongur yvir fýra ár. Samtakið hevur sett sær fyri at framleiða tólv nýggjar vørur burturúr sukurtara [...] betra um sodning, fóðurfaktor og framleidni í grísaframleiðslu. Harumframt fara royndir ar verða gjørdar við framleiðslu av pakkitilfari burturúr tara, sum kann brúkast ístaðin fyri plastikk. SeaMark verkætlanin
Tað er langt síðan og tíðir broytast. At hjúkla um smáar aktørar er júst ein av góðu yvirskriftunum í nýggja álitinum um ferðavinnu í Tórshavnar kommunu. At menna tað smáa, sum ikki rennir okkum um koll [...] har Hilton við matstovuni Hallartún um somu tíð sum Brandan lat upp longur uppi við útsýni oman í Hoydalar, og nýggjasta her uppi er ølbryggjumatstovan Oy, ið nú er komin í gongd sum eitt nýtt kontinentalt [...] fram og er ein veruleiki úti um landið. ##med4## Hotellið Brandan og matstovan Húsagarður hava limaskap í Green Key eins og Norðurlandahúsið, uttanfyri ringvegin. Um grøni felagsskapurin er týdningarmiklari
í Havn, nú Koks er flutt til Grønlands. Høvið var, at stóra og snotuliga bókin um Koks varð løgd fram. Talan er um stóra bók upp á útvið 300 síður, við nógvum vøkrum myndum og uppskriftum, sum Poul [...] branding Hetta er onnur bókin um Koks, hin fyrra kom út í 2012. Men hví eina slíka fína bók um Koks? Til tað sigur Johannes Jensen, at tað er fyri at gera pr fyri Koks og fyri Føroyum. Bókin er fyrst og remst [...] tað ein bók um Føroyar, sum ein breti hevur skrivað á enskum, men sum Jonhard Mikkelsen so hevur týtt til føroyskt. Bókin er sjálvandi eisini ætlað føroyingum, av tí at hon er bygd upp um tær 18 oyggjarnar
borgarstjórin stútt og støðugt hyggja eftir, um nøkur hóttandi skrift er á vegginum, m.a. um valdið byrjandi er farið at korrumpera hann, sum so mong dømir eru um á søgunnar slóð, har valdsstøður hava kámað [...] Hetta er nú søga. Dahl, Viderø og sálmaskaldini bøttu mistøkini eftir at Victor hevði lagt botnin. Fólkakirkjan er vorðin ein mentanarstovnur í føroyska samfelagnum, men tað er hon bert um hon er og verður [...] magndeplinum Kreml. Putin er farin at hátta sær sum Belsazzar, og um hann verður vigin á vágskál og funnin ov lættur, um Guð hevur talt ríkisár hansara og leitt tey at enda og um um ríkið verður sundurskift
fyri at kunna tosa sindur meir um tað næsta eg havi á hjarta. Prioriteringar. Nú standa vit her, øll somul og gleðast um mentunnarlívið í kommununi. Men hvussu er? Hvussu er standurin egentliga? Eitt tónleika [...] ikki. ##med7## Hettar er so ræðuliga nógv betri enn onki, men hettar kann gerast nógv betri. Og tað kann tað, um vit prioritera tað. Um vit geva okkum stundir til at hugsa okkum um. Lurta eftir hjartanum [...] Christian skuldi halda: »Góðu tit øll. Gleðiliga mentunnarnátt. Hvat er tað ikki fantastastisk, at vit øll eru samd um, at mentan er nakað vit velja at hátíðarhalda. Ja, næstan á sama støði sum Ólavsøkan
sínum túsund andaktum um árið. Fólk siga onkuntíð: um tú ikki tímir at lurta eftir tílíkum, so kanst tú sløkkja! Men tað er ikki so lætt. Hvat um tú ert í almenna rúminum? Hvat um tú ert í messuni umborð [...] beinleiðis lygnum, er eisini heft at málinum, tí tað er m.a. “keldukritikkur” sum sigur einum, at alt hetta er skeivt. Bíblian sigur so, at ongar kritiskar viðmerkingar eru loyvdar hóast tað er okkara besta [...] skrivað: “v42 Og tann, ið er ein meinbogi fyri einum av hesum smáu, sum trúgva, honum var tað nógv betri, um mylnusteinur hekk um hálsin á honum, og hann varð kastaður í havið.” (Mark. 9,42) Kannarar skriva
fleiri ár hevur verið farið eftir nátaeggum, og tá hevur vanliga verið farið út av bakkanum og niður á rókina ella niður í ovaru røkurnar. Her hevur eisini verið farið langt niður í bergið, har hæddirnar [...] Tað eru nú fleiri ár síðan, at nakar var í bjørgunum eftir lomvigareggum. Lomvigi reiðrast niðari í bjørgunum enn eitt nú náti, og tí varð ofta farið upp úr báti, tá menn vóru eftir lomvigareggum. Í fleiri [...] hæddirnar eru. Siðvenjan at taka egg - eisini nátaegg - er vorðin meira og meira sjáldsom kring landið, men í Sandoynni er hesin siður ikki farin fyri bakka - ikki enn í øllum førum, og her eru bæði yngri og