avvarðandi. Skipari var Napoleon Andreasen, Poli í Dali, sum var sera væl kendur innan fleiri øki. Hann var ein framúr framburðsmaður bæði á sjógvi og landi. Umframt tað var hann var eisini frammarlaga [...] av Hendur ið Sleptu. Tað var als ikki ætlanin hjá Christoffer at fara við. Hann var annars útlærdur timburmaður og hevði verið við til at byggja sanatoriið í Hoydølum, sum var liðugt í 1908. Tann medalja [...] umrøða av vanlukkuni við Oliviu. Johannes Niclassen f. 1880 var ættaður av Bø við Kirkjubø. Hann var ein av teimum tá fáu í Brøðrasamkomuni. Hann var giftur við Herthu, dóttir Eliesar Arge, urmakara. Tey
Borðoynni. Hagani var gingið yvir fjøll til Klaksvíkar, har tað varð gist. Dagin eftir var farið við báti til Gøtu, har eisini mátti gistast, til fartur var til Havnar. Dagin eftir var farið til gongu yvir [...] Siglt var skjótt og hildið var, at betri var at sigla skjótt fyri at sleppa undan minum. Jóan Jakku dámdi sera væl í Íslandi. Hann kom heim við "Mjóvanes", sum hevði fiskað sild í Íslandi. Tað var so nógv [...] jú skipa fyri stórt sæð øllum. Og Malla var ótrúliga røsk. Tá ið hon var um tey 100 árini bakaði hon framvegis breyð, og tey vóru knoðað á gamla hátt. Boksin var altíð full av breyði, tí fall hon frá, skuldu
limir í 1944. Millum teirra var leiðarin, sum var kendur fyri serligt dirvi í donsku mótstøðurørsluni. Í mótstøðurørsluni var hann bara nevndur Knud, hóast hetta ikki var rætta kristna navn hansara. [...] hann var tí verandi í hesum starvi eftir at kríggið var av. Í hesum arbeiði kláraði hann seg so mikið væl, at í 1948 stóð honum í boði at lesa til landmátara á donskum offiserskúla. Sigmund var liðugur [...] myndugleikunum frá hesum hvarv skipið. So her var ongin ivi um ørindini hjá russiska skipinum. Tá hernaðarstøð seinni var bygd á Sornfelli og í Mjørkadali, var tíðin farin frá støðini á Núgvuni. Í 1957 flutti
hugsanin um mannin honum, og óttin var altíð nærverandi. - Eg ræddist hann sum pestin. Eg minnist, at eg var heima í gullbrúdleyp hjá ommu og abba. Tá var eg mitt í 20unum, var giftur og átti smá børn. Veitslan [...] fyri. Ein av hesum var omma mín í Kollafirði, sum altíð hevur víst mær, at hon elskar meg júst sum eg eri. Ein annar var ein vinur, sum eg havi kent, síðani eg var heilt ungur. Hann var eitt sindur eldri [...] við drongin, at hetta var teirra loynidómur, og hetta mátti hann ikki fortelja fyri nøkrum. - Og sjálvandi tordi eg ikki annað enn at akta hann. Eg var bara eitt barn, og hann var ein vaksin maður, sigur
(Maggi) var slaktari. Tá skúlin var liðugur ein góðan dag - ella fríløtur vóru - róðu teir út sum aðrir útróðrarmenn. Ofta var tað truplari hjá Magga at sleppa avstað mitt í viku, enn tað var hjá teimum [...] pund. Tá var báturin ógvuliga tungur. Á veg aftur til lands var eitt lot av landsynningi, og tað var eitt sindur tvassut. Tá vit vóru aftur á Toftum, helt bróður mín, Maggi, fyri, at hetta var óðamannaverk [...] raskir og ágrýtnir, og pápin var hin fremsti. - Fyrsti bátur, eg minnist, var eitt fimm-ella seksmannafar, ið kallaðist Teistin, sum varð smíðaður undir krígnum. Tá eg var 11 ára gamal í 1966, keypti pápi
tey biðið um at lýst var fyri teimum 9. september 1898. Ætlanin var nokk at giftast skjótast møguligt eftir tað. Tá fólk giftust, skuldi presturin fyrst kanna, um alt tað formella var í lagi, um tey longu [...] Jóan Pauli druknaði í hesum starvi í 1903. Tað var eitt illveðurskvøld, at Jóan Pauli var saman við Svein Arnason, pápa Herluf Arnason og Otto Brimheim, var farin umborð á bretska herskipið Bellona. Á veg [...] hevði verið í uttanlandasigling og var á veg úr Keypmannahavn til Íslands við rutubáti. Á ferðini gjørdist Bjørn sjúkur av giktfepri, og tá skipið legði inn í Tórshavn, var hann innlagdur á sjúkrahúsið har
burtur tá í 2002. Hann var serstakur fyri hana. Og hann var eisini serstakur fyri meg, greiðir Bjarma frá. Øll hesi árini hevur hon við millumbilum hugsað um, hvussu troyttandi tað var, at hann soleiðis hvarv [...] ringurin, sum hon hevði gingið við í nógv ár, var altso MÍN ringur, sigur ein ovurfegin Bjarma. Og Rakul var minst líka so bilsin sum Bjarma: - Ja, hetta var næstan ov gott til at vera satt. Men nú gleðist [...] okkara klædnaskáp. Tað var eingin trupulleiki í hesum, tí ringurin og alt hitt lá har tað skuldi, tá arbeiðsdagurin var av, greiðir Bjarma frá. Men ein av teimum seinastu døgunum hon var til arbeiðis her, lá
gjøgnum fjøldina, sum var púra ovfarin av hesum sjálvstýrismanni, sum soleiðis var á talufót við sjálvan kong. Tilboðið í 1906 Tann fyrsta valfundin eg minnist var í 1906. Tað var hetta árið Patursson [...] inum í Havn, har tað var fult av fólki. Patursson var fyrsti talari. Hann greiddi frá tilboðnum og endaði við at spyrja, um nakar var ímóti tí. Tá hoyrdi eg ein, sum við myndigari rødd svaraði: “Tað [...] donsku embætismenninir í Føroyum í 1918 vóru Rytter, amtmaður,Thygesen dómari og Vest, sum var fúti. Í 1915 var ein ungur cand. jur. Edvard Mortensen, sum seinni fekk sær navnið Mitens, uppstillaður til
sum tá var okkara flaggskip, nakað sum Norðborg í dag. Hesir fiskimenn fingu seg ofta royndar og hetta var ikki minst galdandi í januar 1959, tá ið Fiskanes var á somu leið sum Hans Hedtoft, og var Absalon [...] og teir eru ikki nógvir sum klára tað. Pápi Absalon var Marius Absalonsen, ættaður av Viðareiði, sum eisini var ein royndur fiskimaður. Mamman var Frida f. Mikkelsen, ættað úr Vági. Eina tíð undir krígnum [...] Esmar Fuglø var skipari. Men at búgva í Vági og sigla norðanfjørðs bar illa til sum ferðasambandið var til Suðuroyar tá. Tá lá tað nógv betri fyri at búgva í Skálavík, so gott ferðasambandið var í Sandoynna
lastbil sjálvur. Tað, ið var at koyra tá í tíðini var torv, tøð, sandur og okkurt less av gróti. Strekkið var sjáldan langt, helst var tað inni í bygdini. Ein av uppgávunum var at koyra vøru úr Fuglafirði [...] Geilabø. Magdalena var ættað frá Fyri oman Oyruna í Syðrugøtu, og Tummas Jakku var ættaður úr Blásastovu í Norðragøtu. Tey bæði búsettust á Geilabø, ovarlaga í gomlu Norðragøtu. Geilabø var eitt vala hús. [...] børnunum fødd ár um ár. Tað var bert eitt ár, sum glapp burtur í millum við ongum barni. Men Magdalena var tiltikin røsk og tolin, so tað gekk alt uppá stás. Tumms Jakku var handilsmaðurin í bygdini við