styrkin hjá okkum, og hetta mugu vit fáa at rigga. Vit hava fleiri skjótar spælarar á liðnum, men vit mugu tó eisini hava yvirblikkið í ordan, tá vit spæla skjótt, so vit ikki gera ov nógvar feilir, heldur [...] Onkrar broytingar eru tó, sigur Ninna. - Ja, vit hava mist Adelu í málinum. Hon er farin til Tjaldur at spæla hondbólt, men vit hava fingið tveir málmenn úr Danmark í staðin. Tær eru báðar ungar og passa [...] uppstartinum. - Vit hava havt eitt sindur av trupulleikum, tí at fótbólturin hevur forstýra okkara uppstart í hondbóltinum. Vit hava fleiri spælarar, sum eisini spæla fótbólt, og tí hava vit ikki verið so
Tað eru Heini Olsen og Arnstein Niclasen, sum hava skipað bókina fyri stovnin. Í formælinum - hesi eru skrivað í 1998 - vísir Henning Jacobsen, fyrrv. landsverkfrøðingur m.a. á, at tað í 98 eru liðin [...] vóru eitt nú fleiri av ?gomlu? kendu andlitunum frá stovninum at síggja. Áhugaverd bók Í sambandi við at LV í fjør hevði 50 ár á baki hevur verið arbeitt uppá bók um stovnin. Henda bókin er nú liðug og [...] leygardagin. Í bókini eru fyrilestrar eftir Mikkjal Helmsdal, landsverkfrøðingi frá 48 til 88, har er eitt søguligt yvirlit yvir samferðslu, vegabygging og havnabygging í Føroyum. Har eru eisini nógvar áhugaverdar
norska kongshúsið skuldu vera við í stóra hátíðarhaldinum, nú 150 ár eru liðin, síðani norska skaldið Knut Hamsun varð føddur. Ikki tí, tey flestu eru samd um, at Hamsun er eitt tað størsta skaldið heimurin [...] ber til. Duga vit tað, og savna okkum um ritverkið hjá Hamsun sleppa vit afturfyri at kaga niður í eitt menniskjaligt sálardýpi, sum ongin annar rithøvundur hevur megnað at lýst tað. Og vit síggja ein rithøvunda [...] segði við Aftenposten herfyri. Gøla Fleiri felagsskapir fyri jødar finnast nú eisini hvassliga at norska kongshúsinum. Eitt nú hevur altjóða Raoul Wallenberg felagið, ið er uppkallað eftir svenska diplomatinum
sunnudagin eru ókyepis. - Vit vóna, at nógv fólk fara at nýta høvi at hátíðarhalda henda dagin í Hvalba saman við okkum, siga tey á skrivstovuni í Saltangará. Um bygnaðin hjá Bláa Krossi Føroyar kunnu vit í stuttum [...] hjá Bláa Krossi, fer at viðgera spurningin, hvussu vit hjálpa børnum sum líða. Tá ið Tórhild er liðug við sítt innlegg, fer Poul Jákup Lundsbjerg, sum nú er leiðari á BlákrossCaféini, at greiða frá sínum [...] sunnudagin, 19. september, skipar Blái Krossur fyri hátíðarhaldi í Hvalba í samband við, at tað í ár eru liðin 100 ár, síðan presturin, Franz Busch í Hvalba, stovnaði fyrsta Bláa Kross felagið í Føroyum.
og broyttum heiti. - Vit mugu sanna, at hetta ber boð um, at tað eru viðurskifti, sum ættarliðini hava hildið fast við, sum eru vorðin partur av okkara mentanararvi. Talan er eitt nú um tættirnar: Børnini [...] blaðstjóri nú tekur yvir, og verður tað Beinta Johannesen, sum hevur verið knýtt at blaðnum í eini 10 ár. Beinta fekk eisini orðið, og greiddi hon frá, at tey hava stórar ætlanir fyri framman, eitt nú at gera [...] Jógvan á Lakjuni, fram røðu. Har greiddi hann millum annað frá, at bæði í barnaheimi hansara og aftur nú, hann er vorðin vaksin, íkoma illstøður í syskinnaflokkinum, tá avgerast skal hvør teirra skal vera
útráling, og so var hann veruliga áhugaður í at vita, hvørji vit vóru, og hvar vit komu frá. Hann legði til dømis beinanvegin merki til, at vit vóru í føroyskum klæðum, og tað gav okkum eisini høvi til at [...] annan trúðarbólk, men teirra fýra børn eru øll dópt katólskt. Teirra heim er sostatt ein samaseting av tí katólska og tí ikki-katólska, og hóast ymisk katólsk eyðkenni eru í heiminum, roynir Kinn at halda tað [...] sum nú. - Eg minnist, hvussu ótrúligt tað var, at ein póllendingur gjørdist Pávi, men Jóhannus Páll II hevði kortini longu tá markerað seg sum nakað serligt. Tað verður spennandi at vita, hvør nú verður
Føroyum. Eg veit eisini, at tey eru forvitin eftir at hoyra meira um Føroyar og skyldfólkini her, sigur ein fegin Dick (Richard) Hentze um ferðina, sum nú er at enda komin. 55 ára gamli amerikumaðurin sigur [...] Hann hevur leingi havt hesa ferðina í huganum. Nú tók hann sær endiliga um reiggj og fór ta longu leið úr USA til Føroyar, har røtur hansara liggja. ? Hetta hevur verið ein sera væleydnað ferð, og eg gleði [...] tað er jú familju, eg havi sóknast eftir, sigur Dick, sum heldur tað vera stuttligt, at føroyingar eru so væl vitandi um síni familjuviðurskifti. Dick er longu farin at leggja ætlanir um enn eina ferð til
ferð, tey fara í skúla. Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni [...] ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin. Kommunur heingja plakatir upp Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um átakið. Við skúlar verða skelti hongd upp, við [...] við áheitan um at vísa ansni og aftur hesaferð eru nógvar kommunur við í átakinum. Tilfar til foreldur Skelti eru tó ikki nóg mikið. Tí leggur Ráðið fyri Ferðslutrygd upp til, at foreldur fara út í ferðsluna
sum vit trúðu, at nú høvdu føroyingar fingið tamarhald á sær sjálvum og støðuni, so slógu georgarnir til. Bólturin varð fluttur mitt niðan gjøgnum vøllin. David Siradze hevði beina kós, men komin inn í [...] Fragd at fylgja Nei, eydnan var ikki við okkum í gjár. Kortini hava vit ikki tað allarminsta at skammast av. Tvørtur ímóti hava vit alla orsøk til at fegnast og vera errin um avrikið, okkara mans vístu [...] fótin fyri seg, skaptu teir ikki bara einstakar kjansir, men høvdu eisini onkur vælspæld álop. Eitt nú tá Marni Djurhuus og Andrew av Fløtum í felag spældu seg niðan eftir vøllinum. Teir góvu Mikkjali Thomassen
eg hevði ein møguleika at verða vald, tá eg helt, at vit fingu sjey tingfólk. Men tá eg sá, at vit fóru niður á seks tingfólk, misti eg vónina, tí vit hava rættiliga nógvar profilar. Men fleiri teirra fullu [...] Í løtuni eru útlit til, at Tjóðveldi endar í andstøðu, og Hervør Pálsdóttir ásannar, at tað verður møguliga torført at føra tann politikkin úr andstøðu. - Um tað verður, sum tað sær út sum nú, so verður [...] ímynda mær, at vit kunnu fáa eina fína grøna avtalu tvørtur um flokkar. Tað verður kanska verri við javnstøðuni, men eg ímyndi mær, at Ingilín og eg vera eitt fínt toymi júst á tí økinum, so vit kunnu halda