ídnaðar- og handverksendamál annars. Sjálv bilaframleiðslan varð verandi í Aldersrogade. Tað var tann tíð, tá ein bilur bilur fór av samlibandinum hvønn fimta minutt. Arbeitt varð níggju tímar hvønn dag [...] Opel Danmark, sum innflytir Opel, Cadilac og Chevrolet, kundi tann 23. oktober halda 75 ára dag sín. Alt hetta hevði sína byrjan í 1923 í Sydhavnen í Keypmannahavn. General Motors leigaði seg inn í eina [...] eina gamla kaðalverksmiðju og fór undir at seta saman bilar. Tað var tann fyrsta samansetingsverksmiðjan uttan fyri USA og Canada. At valið fall á Keypmanahavn, stóðst av keypmannahavnardreinginum William
tað tykjast mongum óhugaligt, at eitt slíkt stig verður tikið, um somu tíð sum sama landsstýrið ikki megnar at játta pengar til tann fólkaskúla, sum tað sjálvt umsitur. VIT hava longu á hesum stað gjørt [...] játtaðan tann pening hann má fyri at kunna liva upp til andan og krøvini í tí fólkaskúlalóg, sum m.a. hetta landsstýrið hevur samtykt. ORSØKINA til at vit taka hetta málið fram í hesum sambandi er tann, at [...] av hesi nýggju vinnu. VIÐ fyrsta eygnakast kann tað helst tykjast mongum føroyingum heilt øvugt, at tann flokkurin, sum alla tíðina tosar um at halda aftur í almennu útreiðslunum nú ger av at seta eitt nýtt
Týsdagin í seinastu viku bar SVF tey tíðindi, at tann danski javnaðarflokkurin var ímóti, at vit fingu undirgrundina í sínari tíð. Sum so var onki nýtt í hesum. Tað, ið hevði tíðindavirði, kom hósdagin [...] hósdagin, tá Høgni Hoydal tosaði við Atla Dam um tann dramatiska leygardagin í desember mánaða 1992, tá ið ríkisfelagsskapurin nærum var rivnaður. Eg minnist hetta klárt og geri tí viðmerkingar til tað, ið Atli [...] hvar hann var. Hann var horvin. Nú vildi Atli hava loyvi frá starvsnevndini at boða frá, at hann tók tann føroyska tingmannin definitivt úr tí sosialdemokratiska bólkinum. Síðani skuldi javnaðarflokkurin
dystir eru endaði við bæði javnleiki og tapi hjá teimum trimum oddaliðunum, so hevur munurin ongan tíð verið tann heilt stóri. Størstur var hann í 12. og 13. umfarinum, tá Skála stríddist »heili« fimm stig aftan [...] aftan fyri HB og B36. Tvær ferðir hevur munurin verið fýra stig, og annars hevur so bara tann eini dysturin - ella minni - verið á muni millum nummar eitt og trý. Tríggjar ferðir hevur talan enntá verið [...] ájøvn í stigum. Spenningur til tað seinasta Undan seinasta umfarinum er tað B36, sum er á odda, og tann leiklutin eru teir ikki heilt óvanir við. 10 ferðir hevur árstalsfelagið sitið á oddasessinum í ár
sum er tann einasta av sínum slag í Føroyum, hevur á hvørjum ári ein lista yvir teir persónar, sum hava fingið bestu úrslitini í høllini. Við ársbyrjan í fjør kunngjørdi bowlinghøllin eisini, at tann fremsti [...] Bowling er ikki tann ítróttargreinin, sum mest verður gjørt burtur úr í føroysku ítróttarmiðlunum, men hetta merkir tó ikki, at tað ikki eru nógv fólk, sum hava áhuga fyri bowling í Føroyum. Nýtt met [...] frá ÍSF Leiðarin av bowlinghøllini í Havn, Dan Kjelnæs, sigur, at bowling-íðkarar í Føroyum í drúgva tíð hava roynt at gerast limir í ÍSF, men hetta hevur gingið sera striltið. Tó sigur hann, at tað nú sær
tveimum listum. Tann triði listin hevur ongan verandi bygdarráðslim millum valevnini. Sum skilst í Miðvági er her talan um ein lista við fleiri útróðrarmonnum. Og hesin listin er tann einasti, sum hevur [...] Borgarstjórin í Sørvági, Eivin Jacobsen, stillar ikki upp til kommunuvalið, sum verður tann 9. november. Heldur ikki formaðurin í Felagskommununi í Vágum, Jónhild Jørgensen í Miðvági, stillar upp aftur [...] bygdarráðslimirnir uttan borgarstjórin, Eivin Jacosben, uppaftur. Eivin Jacobsen hevur fyri nakað av tíð síðan boðað frá avgerð síni. Um tað er møguleikin fyri einum borgarstjórasessi, sum ger stóra áhugan
flyta seg. Koyristólarnir mugu tí passa til tann einstaka, ið skal brúka hann. Um koyristólurin ikki verður umvældur ella innstillaður á rættan hátt, kann tann rørslutarnaði ikki nýta hann til fulnar. Hetta [...] vit fingið váttað á Eirargarði. Har hava nøkur rørslutarnað sitið í koyristólum, sum ikki hóska til tann einstaka brúkaran. Á Eirargarði búgva fleiri rørslutarnað menniskju, ið hava ein serligan tørv. Tey [...] uppgávan hjá Hjálpartólamiðstøðini at syrgja fyri, at koyristólar og onnur hjálpartól altíð passa til tann tørv, ið brúkarin hevur. Til hetta arbeiði eru teknikarar og fysioterapeutar. Eftir at Sosialurin
Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? ? Ja, blokkfloytu og guitar. Eina tíð var eisini eitt klaver. Spælir tú nakað ljóðføri? ? El-bass. Annars klimpri eg upp á guitar og klaver. Syngur tú undir brúsuni [...] skrivaður? ? Veit ikki um hann eitur so, men »Ingen regning« hjá Peter Belli - syndarligur. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? ? »Break Dance & Electric Boogie« ? ein pláta við blandaðum tónleiki [...] Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? ? »Born To Be Wild« við Steppenwolf. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? ? Donsku Moonjam eru ikki kimsa at til eitt slíkt kvøld
Norðoyggjar, Eysturoy, Vágar, Norðstreymoy og Suðuroy tøkar. Eftir er tann seinna fyri Suðurstreymoy 1852-92, sum er væl ávegis. Tann fyrra fyri hetta prestagjald tók við tað sum hendi her 1757-1852. Tilsamans [...] unum. Endamálið við útgávuni er at vit og komandi ættarlið hava eina prentaða bók har við nútíðarskrift stendur nágreiniliga tað sum prestarnir hava skrivað fyri fleiri hundrað árum síðani. [...] við at fara inn á history.fo har Landsskjalasavnið hevur lagt avrit av øllum kirkjubókunum. Tann sum hevur tær prentaðu bøkurnar kann síggja í teimum hvar skal leitast. Vón okkara er, at lesarar
in, tann 44 ára gamli Thomas Bodström. Men hann hevur tann veikleika, at hann er rættiliga nýggjur í flokkinum. Aðrir, sum verða nevndir, eru 43 ára gamli fíggjarmálaráðharrin, Per Nuder, og tann 41 ára [...] Wallström best egnað Flestu eygleiðarar eru á einum máli um, at tann best skikkaða kvinnan til formansstarvið í sosialdemokratiska flokkinum er tann 51 ára gamla Margot Wallström, sum er varaformaður í ES-nevndini [...] Dagbladet. Onnur halda, at hon hevur tann trupulleika, at hon situr ikki í Ríkisdegnum, og at flokkurin kann ikki hava ein leiðara, sum ikki er tinglimur. Tað er tann 53 ára gamla Wanja Lundby-Wallin heldur