Tjóðveldi. Fyri okkum snýr tað seg um at tryggja at børn, gomul, sjúk, og fólk við trupulleikum, fáa ta bestu tænastu bæði nú og í komandi tíðum, siga tey í Tjóðveldi. Tey hava roknað seg fram til, at [...] Tjóðveldi fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja at bøta um korini hjá fleiri starvsbólkum, sum hava við eldrarøkt, sjúkrarøkt, barnaansing og annað. Hetta er tað, Tjóðveldi kallar væ [...] vælferðarstørv. Í hesum sambandi vil Tjóðveldi hava Løgtingið at samtykkja, at tey skulu hava bæði betri løn og betri arbeiðsumstøður annars. Tey siga, at ein partur av hesum verður at stytta arbeiðstíðina
Tórshavnar Kommunu, verða nú linkaðar. Í reglugerðini stendur, at tað skulu ganga minst fimm ár ímillum, at nakar kann fáa grundstykki frá kommununi. Tað merkir, at hevur fólk fingið eitt grundstykki frá [...] hvat endamálið er við at seta fólk í sóttahald í fimm ár, sum tey málbera seg. Tí fer Býráðið nú at samtykkja at seta hesa regluna úr gildi. Tey siga, at hetta er ein treyt, sum stavar frá teirri [...] lutaðar út av nýggjum ímillum aðrar umsøkjarar, men býráðslimir spyrja, hvat endamálið er við at seta fólk í sóttarhald. Tí ætlar býráðið at avtaka hesa regluna.
sigur Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri í Almannmálaráðnum. Fólk, ið brúka Hjálpartólamiðstøðina, sum Rás2 hevur tosað við, óttast tó fyri, at skipanin nú fer at gerast verri. Tey vísa á, at verandi føroyska [...] Tey sum hava tørv á hjálpartólum gjøgnum Hjálpartólamiðstøðina, skulu fyrireika seg upp á broyttingar. Men broytingarnar kunnu gerast til ta verra, óttast summi Í Almannamálaráðnum leggja tey í hesum døgum [...] tann besta av sínum slagi, og tí vóna tey ikki, at hon fer at versna. Serliga óttast tey, at talan nú verður um eina stiga-skipan, har brúkarar fáa so og so nógv stig til at ogna sær hjálpartól fyri árliga
vart við vandan. Nú skriftin er sett upp við neonljósi og blinki, má myndugleikin reagera. Myndugleikin má síggja, at tað ber ikki til at leggja størri og nýggjar arbeiðsbyrðar á fólk uttan at gjalda teimum [...] Føroya Lærarafelag at hetta er eitt greitt brot á grein 2 í Høvuðssáttmálanum, sum sigur, at partarnir skulu fremja gott samstarv. Eitt týðiligt tekin um, hvussu út av lagi vánalig arbeiðsviðurskiftini í fó [...] lærarar stúra fyri framtíðini hjá fólkaskúlanum er, at so fá hava hug at søkja skúlastjórastørvini, sum nú eru leys. Undirvísingar- og mentamálastýrið lýsir í hesum døgum størvini leys fyri aðru ferð. Tað er
útsett, tí kongur fer at koma á vitjan seinni. Tað eru nógv viðurskifti, sum skulu hanga saman í sambandi við kongsvitjan. Eitt nú skal kongaskipið Dannebrog siglast til Føroyum, og nógvur matur o. a. skal [...] saktans hvørki landsstýrið ella kongshúsið áhuga í tí. Eisini verður tað tikið við, at fólk ikki hava møguleika at ferðast, nú bussar ikki koyra og brennievni ikki fæst í bilarnar. Tað fer at darva fólki at luttaka [...] løgmaður og kongur sita við fínum víni og sjampanju og sjey rættum, meðan handilsdiskar eru tómir, og fólk ikki fáa mat. Eisini er vandi fyri, at kongsvitjanin á onkran hátt verður knýtt upp í verkfallið,
1. januar 2007 er liðugt við tí: UEFA krevur nú nevniliga, at øll liðini í bestu deildunum skulu hava eitt skýli til áskoðarar, har í minsta lagi 300 fólk fáa sitið. - Og hetta kravið ætla vit eisini at [...] vøllin. - Hetta arbeiðið er so væl úr hondum greitt, at her er einki sjunkað øll hesi árini, sigur hann. Nú skal so enn eitt stig takast í at útbyggja vøllin, og er ætlanin at hetta kravda skýlið skal setast [...] bakkin ikki verður oyðilagdur av hesi orsøk. Arbeiðið skal haraftrat leggjast soleiðis til rættis, at fólk sum standa fram við vegnum í erva, eisini kunnu síggja leikararnar á vøllinum. - Vit miða so eftir
Zenit tað lægsta tilboðið í tí klassanum, sum kommunan ynskti. Ætlanin hjá kommununi er eisini, at fólk skulu kunna tekna seg til ein teldupostlista á heimasíðuni, so at tey fáa ein teldupost hvørja ferð okkurt [...] okkurt nýtt verður lagt út. John heldur fram, at við heimasíðuni er tænastustøðið økt munandi, tí nú fáa fólk nógv skjótari atgongd til upplýsingar, sum teimum møguliga tørvar. Til dømis verða allar býráð [...] at arbeiðið hevur tikið alt ov langa tíð, men var hann sum vera man sera fegin og errin av, at tað nú endiliga finst ein heimasíða fyri Klaksvíkar kommunu. ? Tað er onki dulsmál, at øll hava bíðað longi
vit saktans avtaka sjónvarpið. Tað hevði verið lítil missur fyri Føroya fólk. Kortini er torført at ímynda sær, at vit skulu erpa okkum av at vera heimsins besta land, um vit so dyggiliga nokta borgarunum [...] samrøðum, frásagnum og skemti. Tað merkir, at vit hava fólk sum duga sítt “handverk”, men hvussu verður tilfeingið býtt, tá Kringvarp Føroya nú er farið at virka? Um so er, at politiska skipanin ikki [...] politikarnir umhugsa, hvussu tað er at føra valstríð við ongum sjónvarpi. At hava SvF virkið sum nú er, sømir seg ikki fyri eina tjóð, sum vit helst vilja kalla okkum.
tvey árini hava fólk kunnað fylgt við arbeiðinum at gera samferðsluhavnina lidna. Eftir ætlanini skuldi arbeiðið verða liðugt í desember í fjør, men orsakað av veðri, kann hon fyrst nú takast í nýtslu [...] fyri arbeiðið er 21 mió. kr. hóast hesar seinkingarnar. Nú samferðsluhavnin er liðug er kortini eftir at asfaltera atkomuvegin og økið, har bilar skulu standa. Hetta verður gjørt í næsta mánaði. Røður og [...] kvøldið. Tá fara eisini Klaksvíkar og Húsar kommunur at heilsa skipunum báðum við fýrverkaríi. Eini 200 fólk væntast at taka lut í hátíðarhaldinum.
er ein syndarlig støða, sum vit eru komin í, og nú ber ikki til longur, sigur Malan. Tað er ongin tungur brúkari á bíðilistanum, sum nú er, men har eru fólk, ið tørvar hjálp á ymiskar aðrar hættir. Til dømis [...] tað støðið, sum hon var á fyrr í summar. Heimarøktararnir hava í fleiri ár nú fingið størri og størri arbeiðsbyrðu, tí tær skulu gera meira við minni tíð, at tað ber ikki til at leggja meira á herðarnar [...] heimarøktarunum, sum økist við hesi sparingini, sum tey nú hava framt, men heldur gongur tað út yvir brúkaran. ? Eg eri troytt av at siga við fólk, at eg síggi tørvin, men eg fái onki gjørt, tí her eru