Klaksvík:
Heimasíðan hjá Klaksvíkar kommunu hevur verið í gerð í langa tíð. Alt hetta valskeiðið hevur verið arbeitt við henni, men tó ikki miðvíst fyrr enn tað seinasta hálva árið. Ein bólkur frá umsitingini hjá kommununi hevur arbeitt við heimasíðuni saman við Pf Zenit, sum hevur gjørt skipanina.
John Færø, býráðsskrivari, viðgekk týsmorgunin, at arbeiðið hevur tikið alt ov langa tíð, men var hann sum vera man sera fegin og errin av, at tað nú endiliga finst ein heimasíða fyri Klaksvíkar kommunu.
? Tað er onki dulsmál, at øll hava bíðað longi eftir hesari heimasíðuni. Men vit hava so valt at gera hana góða og rættiliga gjøgnumførda heldur enn at skunda eina lappaloysn ígjøgnum bara fyri at hava eina heimasíðu at vísa á, segði hann millum annað.
Ein heimasíðan skal dagførast javnan, og verður ein persónur settur til at taka sær av henni.
Økt tænastustøðið
Tað er sum sagt Pf Zenit í Tórshavn, sum hevur gjørt heimasíðuskipanina hjá Klaksvíkar kommunu.
John Færø greiðir frá, at kommunan bjóðaði arbeiðið út tann tíð tað var, og hevði Zenit tað lægsta tilboðið í tí klassanum, sum kommunan ynskti.
Ætlanin hjá kommununi er eisini, at fólk skulu kunna tekna seg til ein teldupostlista á heimasíðuni, so at tey fáa ein teldupost hvørja ferð okkurt nýtt verður lagt út.
John heldur fram, at við heimasíðuni er tænastustøðið økt munandi, tí nú fáa fólk nógv skjótari atgongd til upplýsingar, sum teimum møguliga tørvar.
Til dømis verða allar býráðsfundarskráir lagdar út og samtyktirnar eisini.
Á síðuni eru alskyns upplýsingar um bæði eitt og annað í býnum og kommununi. Mikladalur er eisini at finna á síðuni, eftirsum at kommunurnar leggja saman frá 1. januar. Tað er tó alt ov umfatandi at fara at nevna alt her, men ein kann bara klikkja seg inn á www.klaksvik.fo, har ein sjálvur kann hygga seg um.