15 prosent. Ungarski rithøvundurin, Gyorky Konrád, hevur síðan skrivað, at Ungarn er um at gerast eitt einaræði. Hann er so harmur um tað, sum fer fram í landinum, at hann heldur, at Ungarn er vorðið eitt [...] við, at vit flyta okkum úr veruligum fólkaræði yvir í eitt óupplýst høgraekstremistiskt fámannaveldi, har vanligi borgarin onki fer at hava at siga. Russland og Ungarn Øll fegnaðust almikið um, at jarntjaldið [...] hugflog krevst ikki fyri at síggja, at við hesi skipan fær tann ráðaríki og smágneggjandi fíggjarmálaráðharrin beinleiðis vald á 2,8 milliardum krónum, sum hann kann geva boð um at seta inn í føroysku bankarnar
var meira frá mær sjálvum enn so, at eg hugsaði at sleppa jarnportrinum. Eingin ivi kundi vera um, at hetta var mín seinasta stund, og tað var, sum hesin tankin fekk meg at rakna við alt fyri eitt á botninum [...] tað var tí einki at gera annað enn at taka línuna upp sum skjótast og venda kósina heim. Seglini vórðu nýtt, men onga leið tyktist at ganga hjá okkum. Kavarokið gjørdist so tjúkt, at tað sást neyvan eitt [...] stór bygd nú, at bygdafólkið fyllir alla kirkjuna sjálvt. Vónandi koma vit ikki at bíða nógv ár meir, áður enn hesir saknir verða avbøttir. Alt í alt, sigur Jóan Karl at enda, havi eg nógv at takki Gudi fyri
aftur og vísa á, at nógvir stórir vísindamenn hava trúð á Gud, umframt at argumentera fyri, at tað ber til at sameina trúgv og vísind, júst við at halda teimum atskild – sum tvey økir við hvør sínum sp [...] grundað á bókstaviliga bíbliutulking. Hesi dømi verða brúkt til vísa á, at religiónin hevur eina innbygda fornuftskúgan og veruleikaflýggjan. Religiónsapologetar eru sjálvandi skjótir at svara aftur [...] Blair fram, at hóast summar útgávur av religiøsiteti vóru kúgandi, slapst ikki undan, at religión kundi teljast millum størstu drívmegir til at gera gott í heiminum. Tony Blair hevur víst á, at nærum helmingurin
Ikki ynskti tú at halda dagin, men ístaðin valdu tit bæði, tú og mamma, at fara ein túr til Florida at ferðast til Barbaru, Noah og lítlu Naomi Melody. Vit ið vóru eftir heima, fegnaðust um, at tit fingu ein [...] babba, var líka við at nøkur orð vóru ikki nokk, men vit kundu heldur skriva eina bók um títt 60 ára langa lív. Ein kann veruliga siga, at tú hevur ikki ligið á tí latu síðuni hesi árini, men hevur fingið [...] pápi, abbi og verpápi at hava, og vit eru sera takksom fyri teg, og øll tey góðu upplivilsir vit hava fingið gjøgnum lívið. Vit ynskja tær og vóna, at vit fara at hava gleði av at hava teg her millum okkum
grein um fólkaatkvøðuna. Tað er at fegnast um, at hann so trúliga roynir at minna okkum føroyingar á størsta dag í søgu okkara. Eg síggi, at hann eisini er farin at nýta ta bók, eg gav út við skjølum um h [...] m frá, at heima sótu 32%, og ikki er neyðugt at vera stórur roknimeistari fyri at síggja, at valluttøkan tí var 68%, og at tann keldan, sum sigur 66%, hevur mistikið seg. Víðari sigur hann, at loysingin [...] stóðu so stinn, og einki er at ivast í, at halda vit á við at byggja á tað støðið, tey ruddaðu okkum, so fara vit øll, eisini Jóhan Petersen, at fáa enn meir gagn burtur úr hesi røttu avgerð tjóðarinnar í
virðismikil prent frá teirri tíðini, tá føroyingar fóru at vita til sín sum fólk. Á bókasøvnum okkara kundi tú læna hesi, men at læna er ikki tað sama sum at eiga, og bæði almenningi og skúlum okkara komu hesar [...] num, og so ikki minst at støkka inn á gólvið, taka eina bók upp í hondina, blaða í henni og so keypa. Prísurin sum oftast sámuligur. Eitt prát við Emil var ikki at forsmáa, og at tað var kærleikin til [...] Her í miðbýnum slapp tú ikki undan at geva honum gætur. Og tað var serliga fram undir jól, at tú hevði gott í væntu, tí í sýnisglugganum her kundi tú vera vísur í at síggja forkunnugar bøkur – nýútgávur
møttu í Skúlanum við Ósánna at heiðra og minnast Fridu Zachariassen og list hennara, nú hon 24. september hevði kunnað hildið sín 100 ára føðingardag. Nógv var á skránni, sum tó at hon var drúgv, ikki kendist [...] sitið model sum ung hjá Fridu og hevði havt høvi at eygleiða hana, hvussu hon arbeiddi og handfór pensilin, blíantin ella kolkritið. Eisini greiddi hon frá, at inni var ein serligur luktur frá hennara mál [...] 1955, Where will the dimple be, eitt lag, sum Fridu dámdi væl og plagdi at leggja hesa plátuna á plátuspælaran Jú, tað var sum at vera inni i stovuni hjá Fridu, meðan strokini fóru so lættliga um hennara
eldri enn hinir báðir, at hann visti, at tað nú snúði seg um at fáa nøglina úr bátinum fyri at sleppa luftini undir bátinum, so hann ikki skuldi fara runt aftur. Nú ráddi um at fáa bjargað manninum av [...] á Pride. Í hesi Miðviku greiðir hann frá sínum fyrsta ári til skips, sum var merkt av óhappum. Byrger hevur aftrað seg fyri at greiða alment frá hesum fyrr. Men hinvegin mátti ásannast, at slíkar hendingar [...] bátin, tí vit óttaðust, at Lillie fór at søkka, men hvat skuldi ritubáturin gjørt við 22 mans? Maskinmeistarin, Meinhard Eliassen, var ein róligur maður. Hann fór niður í maskinrúmið at vita, um sjógvur var
Holmgren og Edward Stow halda, at Charles Cross mundi hava myrt Polly Nichols, men at hann bleiv órógvaður av vitninum, júst sum hann var liðugur við gerning sín. – Vit halda, at Charles Cross, maðurin, sum [...] onglendingar og onnur roynt at loysa gátuna um drápsmannin Jack the Ripper. Gitingarnar hava verið nógvar. Almenningurin hevur gitt, og fjølmiðlar og rithøvundar hava roynt at rannsaka seg fram til loysnina [...] verið nevndir sum møguligir Jack the Ripper, og ein fyrrverandi sakførari vildi í sínari bók um gátuna vera við, at talan var ikki um ein drápsmann, men heldur eina drápskvinnu. Men heldur ikki tað bleiv
goymdi tær. Hesi eru míni, man hon væl nøgd hava hugsað. Hevur onkur av hennara havt mótgongd, var stuðulin altíð treytaleysur. Stórt sum smátt hevur fingið boð um ikki at missa mótið. At hava átt tílíkan [...] eina heila bók um teg, men á degnum vilja vit heiðra teg við hesum fáu orðum. Takk fyri tín kærleika og tína umsorgan. Nú hendan dagin, tá tey lokkaðu teg at eta mat úr Burger King, helt onkur, at markið fyri [...] Vit eru so sera takksom fyri at hava átt hana so leingi. Húsini hjá ommu og abba á Tinghúsvegnum hava verið miðdepilin í familjuni alt okkara lív. Har hava vit gingið inn at fáa frikadellur, drekkamunnar