Eitt ungt par, sum var farið til fjals oman fyri Múla sunnudagin, noyddist at ringja á 112 fyri at fáa hjálp at sleppa oman aftur, tí mjørki var komin á tey. Tey høvdu gingið seg í óføri í mjørkanum og [...] Soleiðis, sum støðan var, kendu tey seg kortini ikki at vera beinleiðis í vanda. - Vit fingu boðini klokkan 19.50. Boð vórðu send til MRCC og Norðoya Bjargingarfelag, og longu klokkan 20.05 var tyrlan á flogi [...] móti sjóvarmálanum, har bátur kom eftir teimum og flutti tey til Haraldsunds. - Klokkan var um 23, tá báturin var í Haraldsundi við unga parinum, sigur Norðoya Bjargingarfelag.
gjørdu, at mín barnatrúgv misti støðufestið. Tað var serstakliga hugsanin, at tað rætta og góða var tað, sum Gud vildi, og tað skeiva og illa var tað, sum var í stríð við Guds vilja. Og tann, sum gjørdi móti [...] fyrstu ferð, hann møtti Christian Matras, sum var komin til Havnar at ganga í realskúla. Christian segði seg vera fríteinkjara. Tann missiónsávirkaði William var heilt forfardur: “Er eingin Gud? Men so kunnu [...] móti Guds vilja, kom í helviti, og tann, ið fylgdi Guds boðum, kom í himmalin. Eg helt, at hetta var bæði óskiljandi, órættvíst og óhugnaliga ljótt. Tað góða má t.d. vera, at vit hjálpa øðrum, tí tey hava
einstaka nøgdin í morgun var toskur, nevniliga 90 tons tilsamans. Av hesum var nógv mest ? ella 44,6 tons ? av toski 4, sum fekk miðalprísin 10,21 krónur fyri kilo. Næst mest var av hýsu ? umleið 28 tons [...] nøgdirnar av hýsu 2 vóru tær størstu. Miðalprísurin fyri hýsu 2 var 12,72 krónur fyri kilo. Góð 15 tons vóru av longu, har besti miðalprísurin var 11,50, og umleið 7 tons vóru av brosmu við besta miðalprísinum [...] miðalprísinum á 7,80 krónur fyri kilo. Á marknaðinum í morgun var eisini eitt sløð av havtasku og svartkalva, men talan var bara um nøkur heilt fá tons tilsamans.
1-ara hornið ? júst sum tað var lagt upp til í taktikkinum ? og hetta var við til at bjarga liðnum undan einum tapi. Gleðin stálaði út av henni, tá dysturin var liðugur. Men tað var eisini ein annar leikari [...] fekk avgerandi leiklut. Júst um somu tíð var hevarin Rakul Dalsgarð Jakobsen innskift fyri Einu Stephaniu Kalsø, sum annars hevði spælt ein megnar dyst - men Rakul var eisini við til at steðga gongdini hjá [...] Nógv stóð á føroyska liðnum í 4. setti í gjár móti Skotlandi, tá føroyska liðið var aftanfyri 24-21, og Skotland hevði havt settbólt. Og tað gjørdist ikki minni spennandi at tað skuldi verða Karina Pe
Jakku var ættaður av Glyvrum. Hann var sjómaður øll síni bestu ár og var við fleiri ymiskum skipum. Eitt nú var hann í fleiri ár við Cementu hjá Óli á Miðgerði í Fuglafirði. Hann var eisini onkran túr [...] undir krígnum. Tað mundi vera undantakið tá í tíðini, at fólk høvdu fleiri útbúgvingar, men Jakku var bæði maskinmeistaralærdur og hevði skiparaútbúgving. Eftir at hava siglt í mong ár, legðist Jakku upp [...] til fólk, ið standa sum ein varði yvir tann partin av arbeiðslívinum hjá honum. Kona Jakku, Elina, var ættað úr Kvívík. Hon andaðist í 1993, 77 ára gomul. Saman fingu tey sjey børn. Jakku búði á Eysturoyar
Freya Loredana Winther Stefania. Hon var 48 cm long og vigaði 3545 gram. 21. juni fingu Tina Niclassen og Bárður Thomsen úr Tórhavn ein son á Hvidovre Hospital. Hann var 46,5 cm langur og vigaði 2050 gr. [...] Jónhard Frederiksberg, Skála, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3250 gr. 27. juni fingu Tóra Jacobsen og Jákup Egholm, Streymnesi, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3800 gr. 29. juni fingu [...] og Jógvan í Beiti, Klaksvík, ein son. Hann var 49 cm langur og vigaði 3300 gr. 29. juni fingu Gudrun og Steinbjørn Zachariassen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3500 gr.
Tað var niðurstøðan hjá Simon Kvamm, meðan hann var á pallinum við Nephew í gjár. Og hann hevði rætt. Tað var eitt lorta veður á G!-festivalinum í ár. Tað var fyrst og fremst veðrið, sum legði bein fyri [...] og tí var festivalurin so at siga fluttur niðan á spæliplássið. Tað hevði sína serstøku føroysku sjarmu at hoyra Týr, Eivør, Arch Enemy, Nepew og onnur á spæliplássinum í Syðrugøtu, men har var ofta lítið [...] lítið pláss og ljóðgóðskan var ikki sannførandi. Veðrið hóvaði ikki fleiri. Fleiri gestir rýmdu, tung í huga, undan regninum hósdagin og fríggjadagin. Onnur vóru treisk og lótu seg ikki órógva. Tey royndu
Leygardagin var fjallasúkklukapping í Vágum, sum var á einum teini úr Vatnsoyrum norður til Fjallavatn. Teinurin varð súkklaður tríggjar ferðir aftur og fram hjá teimum vaksnu og tvær ferðir aftur og fram [...] Veyhe á mál, ein minutt framman fyri Andras Joensen, ið aftur var hálvanfjórða minutt framman fyri Sigmund Olsson. Kári Olsen, ið var fimtur á mál, vann kappingina hjá »Old Boys«. Teir báðir unglingarnir, [...] bara eitt sekund seinni kom Jóanis Albert Nielsen á mál. Hetta var triðju ferð, at kappast varð í H&G MTB Cup 2010, og kappingin leygardagin var tann, ið upprunaliga skuldi vera 1. mai, men tá bleiv útsett
B68, har hann var við til at vinna FM í 1984, 1985 og 1992. Í 1993 var hann venjari hjá B68 í 2. deild, og í 1994 og 1995 spælandi venjari hjá LÍF, áðrenn hann seinnu hálvu av 1997 var venjari hjá B68 [...] til 2008 var við til at byggja upp konseptið við ungdómslandsliðum hjá Fótbóltssambandinum. Frá 1994 til 1998 var hann U17-landsliðsvenjari og frá 1997 til 2003 U19-landsliðsvenjari. Í 1996 var hann hj [...] hjálparvenjari hjá A-landsliðnum, til hann í 2005 tók við sum A-landsliðsvenjari, ið hann var fram til 2008.
NSÍ málinum var staddur eitt sindur uttarlaga, so lyfti Dánjal bóltin upp um hann og í netið. Tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, økti ÍF til 2-0. Málskjútti hesa ferð var Andy Olsen, sum var leysur í br [...] ímóti NSÍ 2-1, eftir at hálvleiksstøðan var 1-0. Fýra minuttir undan steðginum setti Dánjal á Lakjuni, sum spældi ytstur í høgra borði hjá fuglfirðingum, hol á. Hann var spældur leysur mitt fyri, og tá ið Andras [...] ÍF sigurin var sjálvandi kærkomin, serliga tí tveir teir fremstu álopsspælararnir, Rógvi Jacobsen og Øssur Dalbúð, als ikki vóru á vøllinum. Øssur er so mikið illa skaddur, at hann ikki var í hópinum.