Jakku í Heimistovu deyður

Leygarkvøldið andaðist Jacob Vilhelm Hansen, vanliga nevndur Jakku í Heimistovu, á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi, 103 ára gamal.

Jakku var ættaður av Glyvrum. Hann var sjómaður øll síni bestu ár og var við fleiri ymiskum skipum. Eitt nú var hann í fleiri ár við Cementu hjá Óli á Miðgerði í Fuglafirði. Hann var eisini onkran túr við fiski í Bretlandi undir krígnum.


Tað mundi vera undantakið tá í tíðini, at fólk høvdu fleiri útbúgvingar, men Jakku var bæði maskinmeistaralærdur og hevði skiparaútbúgving.


Eftir at hava siglt í mong ár, legðist Jakku upp á land. Hann hevði sera gott handalag og arbeiddi á snikkaraverkstaðnum á Glyvrum í nøkur ár, til hann sjálvur fór at smíða hús. Hann bygdi nógv sethús til fólk, ið standa sum ein varði yvir tann partin av arbeiðslívinum hjá honum.


Kona Jakku, Elina, var ættað úr Kvívík. Hon andaðist í 1993, 77 ára gomul. Saman fingu tey sjey børn.


Jakku búði á Eysturoyar Røktar-og Ellisheimi seinastu 7 árini. Hóast høga aldurin hevur hann verið væl fyri, hann bæði hoyrdi og sá væl. Hann hevur verið uppi hvønn dag til tað seinasta.


Jakku fer til gravar úr Glyvra kirkju mikudagin kl. 14.