koma frá avlopshita og biogassi, eftir at hetta talið í fjør var 86 prosent, ið var metgott, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum. Stjórin fegnast um, at Fjarhitafelagið er sloppið undan o [...] Eg veit væl, at tað framvegis er kjak um, hvussu grønur avlopshitin frá Sundsverkinum og Brennistøðini á Hjalla er. Tó so, tá vit nú av álvara nærkast málinum um, at 100 prosent av fjarhitanum stava frá [...] Talan er um sterk og haldgóð rør, og sostatt heldur skipanin nógv ár fram í tíðina. Harumframt verður sjáldan staðfest brek í skipanini. - Hendingaferð staðfesta vit brek í skipanini, tvey-trý brek um árið
politistøðini. Um 19 tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at ein hundur gekk og mól umleið ein kilometur inni í Norðoyatunlinum. Aktingarmaður varð sendur í tunnilin at fáa fatur á honum. Um eitttíðina [...] veitsla verið í Sandagerði. Har fekk løgreglan fráboðan um, at ein næmingar var, sum hevði fingið ov nógv at drekka. Ringt varð eftir foreldrunum. Hetta var klokkan 2 í nátt, sigur vakthavandi á politstøðini [...] Seinnapartin í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at ein planki, á leið 2 x 2 tummar, lá mitt á vegnum í Eysturoyartunlinum. Fólk vóru tí send á staðið at rudda plankan burtur. Helst er tað onkur, sum hevur
í fráboðan á Facebook um málið: » Á býráðsfundi í Tórshavnar Býráð í dag kemur eitt mál fyri, at økja stuðulin til LGBT+ úr 50.000 kr um árið síðstu trý árini til 100.000 kr. um árið komandi trý árini [...] eisini Fólkaflokkurin stendur aftanfyri hetta málið. Lat meg sláa fast, at Fólkaflokkurin í Tórshavnar Býráðið kemur ikki at stuðla málinum um stuðul á 100.000 kr um árið ella íalt 300.000 kr. til LGBT+. [...] Fólkaflokkurin setur stórt spurnartekin við, um tað yvirhøvur er rætt hjá Tórshavnar Kommunu at stuðla ein felagsskap sum LGBT+, sum kann definerast sum ein politiskur felagsskapur. Tórshavnar Kommuna
at endurskoða og styrkja tænasturnar til hesi ungu er eyðsýndur í býarmyndini. Tí eri eg glaður um, at hetta arbeiðið varð sett í gongd, áðrenn eg tók við sum landsstýrismaður, og at álit nú er handað. Ovasta [...] handað landsstýrisfólkunum í almanna- og mentamálum, heilsumálum og barna- og útbúgvingarmálum eitt álit um, hvussu RÓWT og samlaði innsatsurin til ung við samansettum og umfatandi sálarligum, sosialum og rúsevnis
høvuðsstøðin hjá hernaðarligu ísraelsku fregartænastuni Mossad í morgun er rakt í iranskum álopum. Hetta skriva iranskir miðlar í dag, men í Ísrael hava tey ikki váttað upplýsingarnar, tó at roykur sæst [...] upptøkur á sosialum miðlum vísa rakettir, sum spreingjast í økinum kring høvuðsstøðina, men óvissa er um, hvørt sjálv høvuðsstøðin er rakt.
fýra kommunulæknum. Hetta verður mett at vera ein neyðug loysn fyri at møta framtíðar tørvin á læknaviðtalu og at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá starvsfólki. Kommunurnar, sum eru saman um Heilsudepilin í [...] Suðuroynni. Men, við veksandi krøvum um, at heilsutænastur skulu verða tættari borgarunum og lættari atkomiligar, hava kommunurnar arbeitt við einari ítøkiligari ætlan um at víðka og menna Heilsudepilin. [...] an fund við landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Súsannu Bertholdsen, og her løgdu vit fram ætlanina um eina útbygging av Heilsudeplinum í Vági. Soleiðis siga kommunurnar í dag, og ein frásøgn frá fundinum
39 prosent av samlaðu lønunum. Hetta er hálvt prosentstig hægri enn í undanfarna tíðarskeiði. Av vøkstrinum á 690 milliónir krónur, áttu kvinnur og menn næstan helvt um helvt. Útgoldna lønin hjá kvinnum
ini. Hesar fara framhaldandi í statskassan. - Eg fegnist um, at arbeiðið hevur borið á mál og at báðir partar hava víst vælvild at loysa hetta málið. Fyri meg er henda broytingin bæði sjálvsøgd og rættvís [...] Í næstum fer Løgmálaráðið at leggja fram uppskot fyri Løgtingið um at broyta revsilógina, soleiðis at hon samsvarar avtaluna. Eftir hetta verður málið endaliga avgreitt, sigur Bjarni Kárason Petersen, [...] Arbeiðið hevur borið á mál og hava Føroya Landsstýri og danska stjórnin í dag skrivað undir nýggja avtalu um býtið av sektum. Avtalan hevur við sær, at frá 1. januar 2026 fara inntøkur frá sektum og inndráttum
at vit yvirhøvur kunnu útflyta føroyskar fiskavørur til Brasil. Tí eru vit sera væl nøgd við, at hetta týdningarmikla stigið loksins er komið upp á pláss" , sigur hann. Stóru r áhugi fyri saltfiski Serliga [...] møguleiki, sum legst afturat verandi marknaðum í Suðurevropa, men at tað í síðsta enda tó er ein spurningur um prís. Landagóðkenningin kemur eftir, at brasilskir heilsufrøðiligu myndugleikin (MAPA) vóru á vitjan
Arabo, stjóri í Samtaki. Um FRAMTAK: FRAMTAK er ein sjálvstøðugur vinnurekandi grunnur, sum ger íløgur í bæði nýggjar fyritøkur og eldri fyritøkur, sum ganga nýggjar leiðir, víðka um ella umskipa virksemið [...] Tíðindaskriv: Hetta er væl oman fyri tey 10% í eginpeningsavkasti, ið nevndin hevur sett sær fyri. Til samanberingar var vinningurin hjá FRAMTAK í 2023 14,1 mió kr., sum svaraði til eitt miðaleginpeningsavkast [...] 9 mió. kr. Framtak leggur seg eftir at gera íløgur á hvørjum ári fyri í minsta lagi 10 milliónir. Hetta eydnaðist í 2024. Áhugin hjá føroyskum fyritøkum fyri partapeningi og lán frá Framtak tykist vaksandi