Fjarhitafelagið:
- Fjarhitin verður alsamt grønari. Eg vænti, at meira enn 90 prosent av fjarhitanum í ár koma frá avlopshita og biogassi, eftir at hetta talið í fjør var 86 prosent, ið var metgott, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.
Stjórin fegnast um, at Fjarhitafelagið er sloppið undan oljunýtsluni, sum var neyðug, meðan stórar útbyggingar fóru fram í fjarhitaskipanini árini 2016-2023.
- Eg veit væl, at tað framvegis er kjak um, hvussu grønur avlopshitin frá Sundsverkinum og Brennistøðini á Hjalla er. Tó so, tá vit nú av álvara nærkast málinum um, at 100 prosent av fjarhitanum stava frá avlopshita umframt biogassi frá Förka, so kunnu vit gleðast, tí vit eru sloppin undan oljuni sum beinleiðis orkukeldu til fjarhitan, sigur Hans Christian Dam.
Seks stórir oljuketlar vóru brúktir í fjarhitaskipanini, meðan ymisku økini í skipanini vóru bygd út og bundin saman. Tann seinasti av hesum oljuketlum var sløktur hálvan desember í 2023, tá ið bústaðirnir Undir Kongavarða vóru knýttir í skipanina. Oljuketlarnir eru nú bert at taka til sum eykatrygd, um okkurt brek tekur seg upp í fjarhitaskipanini.
Hans Christian Dam greiðir frá, at næsta stigið er at byggja fleiri grønar orkukeldur beinleiðis inn í fjarhitaskipanina. T.d. sjóhitapumpur og elketlar við goymslutangum, ið skulu rekast við avlopsorku frá vindmyllum. So hvørt elframleiðslan gerst grønari, fæst minni avlopsorka frá Sundverkinum, sum fer at framleiða minni elorku.
- Tí er neyðugt at menna nýggjar, grønar hitaloysnir í fjarhitaskipanini næstu árini. Fjarhitin verður grønari og grønari, staðfestir Hans Christian Dam, stjóri.
Rakstrartrygg skipan
Fjarhitarørini strekkja seg 14 kilometrar í einari samanhangandi høvuðsleiðing, sum røkkur av Sundsverkinum, oman í Gundadal, ígjøgnum Steinatún, út eftir Jóannesar Paturssonar gøtu, eftir Landavegnum og heilt út Undir Kongavarða.
Talan er um sterk og haldgóð rør, og sostatt heldur skipanin nógv ár fram í tíðina. Harumframt verður sjáldan staðfest brek í skipanini.
- Hendingaferð staðfesta vit brek í skipanini, tvey-trý brek um árið. Men tað eru ikki brek, sum hava stórar avleiðingar fyri hitaveitingina, tí aloftast verður trupulleikin loystur skjótt, og skipanin fingin í rættlag aftur, sigur stjórin í Fjarhitafelagnum.
Hans Christian Dam ásannar, at tað er eitt umfatandi og eisini órógvandi arbeiði at leggja fjarhita ígjøgnum høvuðsstaðin, men hann vísir samstundis á, at nógv er vunnið, tá fjarhitaleiðingin er komin at liggja. Fjarhitafelagið er ein grønur orkuberi í høvuðsstaðnum, tí skipanin kann í roynd og veru bera hita frá øllum hugsandi grønum orkukeldum til húsarhald og bygningar í høvuðsstaðnum.
- Vit hava nú eitt gott grundarlag at menna fjarhitan víðari. Góðir møguleikar eru hjá grannaløgum og býarpørtum at binda í høvuðsleiðingina, um nóg nógvir eigarar í einum øki ynskja tað, men hetta krevur eisini, at vit finna nýggjar orkumøguleikar, greiðir Hans Christian Dam frá.
Útbygging og øktur kundaskari
Útbyggingin av fjarhitaleiðingini árini 2016-2023 fór fram í samsvari við eina avtalu, sum eigararnir – SEV og Tórshavnar kommuna – gjørdu í einum sonevndum semjuskjali frá 2016. Tá var avtalað at leggja eina høvuðsleiðing oman í býin og út í Vesturbýin m.a. við tí endamáli, at stórir bygningar skuldu kunna knýta í fjarhitanetið. Henda ætlan var seinni víðkað til eisini at fevna um økið Undir Kongavarða.
Síðani 2016 er talið av fjarhitakundum økt við umleið 800 – úr gott og væl 1000 upp í 1950. Talan er um bæði húsarhald og vinnulív. Í 2024 komu 86 prosent av hitaveitingini frá avlopshita og biogassi. 52 prosent stavaðu frá Brennistøðini á Hjalla, 27 prosent komu frá Sundsverkinum og 8 prosent vóru fingin til høldar frá biogassverkinum Förka. Sostatt komu 13 prosent frá oljuketlum í skipanini, og tað er 2 prosentstig minni enn í 2023, tá oljuparturin var 15 prosent.
Sethús, raðhús og íbúðir, sum hava eina árliga nýtslu á 0-50.000 kWt, stóðu fyri 59 prosentum av samlaðu nýtsluni. Miðalstórir kundar, ið hava eina árliga nýtslu á 50.001-500.000 kWt, fevndu um 23 prosent av samlaðu nýtsluni, og stórir kundar, sum hava eina árliga nýtslu á meira enn 500.000 kWt, stóðu fyri 18 prosentum av nýtsluni tilsamans.
- Tað eru nógvir møguleikar í fjarhitaskipanini. Ein 14 kilometra høvuðsleiðing liggur klár at taka ímóti bæði grønum orkukeldum og nýggjum kundum. Í komandi árum er tó altumráðandi at halda eina javnvág ímillum grøna orku í skipanini, búskapin og talið av nýggjum kundum, so skipanin er burðardygg og hvílir í sær sjálvari, staðfestir Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.