Keypmannahavn til Vágar. 3-4 tímar frá Miðeuropa til Vágar. Men so heldur eisini alt tað gleðiliga uppat. Hvussu langa tíð tekur tað so at koma teir knappar 2 kilometrarnar frá Vágum um Vestmannasund til [...] skjótast. Og verða gjørt so skjótt sum gjørligt. Tað er frá okkara sjónarmiði onki alternativ til hesa ætlan. Tað finst onki argument, ið er nóg gott til at útseta hetta neyðuga arbeiði so mikið sum ein tíma [...] partvíst verður fíggja við bummpeningagjaldi. Hetta vil so aftur gera at landskassin verður minni lastaður, enn um hann skuldi fíggja alt projektið. Tað vil so eisini loysa kapital til onnur eins skilagóð projektir
trýst á KÍ-liðið. Tað gav eisini úrslit, tá eini 10-15 minuttir vóru spældir. Hartvig Joensen fekk eitt sindur ov nógv pláss inni í KÍ-brotsteiginum, so hann kundi venda sær og javna til 1-1. Tá hevði eitt [...] at heimaliðið fekk javnað. Ikki so leingi eftir málið hjá Hartvig fekk KÍ-stopparin Andrass Joensen, sum spældi sín fyrsta dyst í ár, sítt annað gula kort í dystinum, og so var liðugt fyri hansara viðkomandi [...] viðkomandi. Hetta kom illa við hjá KÍ, men teir góvust ikki so. Liðið varð umskipað, so at aftasti maðurin fór fram um verjuna, og sostatt spældi KÍ við flatari verju restina av dystinum. Hetta elvdi til, at
og uppvaksin her í oynni, so varðið um teir, og hvar tit enn fara, latið teir so altíð vera eyðkenni tykkara. Latið tó hesar eginleikar skyggja gjøgnum tykkara vituga skil, so verður tað aldrin til skról [...] landinum, einar 15 tilsamans, handilsskúli og hf var onki sum æt. Nú munnu tit verða meir enn 500 tilsamans sum fáa prógv úr studentaskúlunum, hf-skeiðunum, handils- og fiskivinnuskúlunum. Og so koma eini 100 [...] bera tykkum, hvussu langt og hvagar tit so fara. Góði pisur. Tað er mær ein serlig gleði at sleppa at halda røðu fyri tykkum her suðuri. Og tá ið eg fái hetta høvi, so kann eg ikki lata verða við her at enda
einum kombineraðum nótaskipi og trolara til Íslands. Hóast tað ikki nýtist at vera nøkur stórhending, so er kortini talan um eina søguliga stórhending, tí hetta er tann fyrst byggisáttmálin við Kina yvirhøvur [...] tangalast upp á 1250 cbm við CSW køling og eina frystilast upp á 940 cbm -30 stig celsius. Tað tekur uml 15 mánaðir at byggja skipið, sum skal verða liðugt til yvirtøku tann 1. november 1999. Byggikostnaðurin [...] vesturlendska marknaðin við nýmótans fiskiskipum á Skandinaviskum søtði, og er hetta teirra fyrsta roynd í so máta, sigur Karl Erik Mortensen. Umsetning upp á 14 milliardir krónur LMIEC er ein risastór fyritøka
at hoyra í Fuglafjarðar kirkju í annaðkvøld, ger stytri av í kvøld við lættari festligari skrá upp á 15 minuttir. Øystre Slidre Sanglag, 40 sangarar, kemur úr Valdres, økinum kring býin Fager-nes. Teirra [...] NACF-stevnuni er Langholtskirkjukórið úr Reykjavík, sum telur seksti sangarar. Kórið, sum tann í Føroyum so væl kendi Jón Stefánsson stjórnar, var upprunaliga kirkjukór burturav, men legði fyri 20 árum síðan
2 1/2 mia kr. Herumframt kemur so niðurgjalding av uttanlandsskuld uppá 4-5 mia. kr. og hvussu hendan afturgjalding verður relaterað til ein komandi oljupolitikk. Og so »tilvildarligi» »undirgrundar«fundurin [...] »Sum byrjanin so endin...!« Tí er tað nakað, ið hevur eyðkent viðurskiftini Føroyar/Danmark seinastu 10 árini, og er tað nakað, sum í tann mun hevur forpestað viðurskiftini landanna millum, so tykist hetta [...] úrslit staðist hava av ymiskum samráðingarfundum og avtalum, har tíð - stað og nóg so »tilvildarligar« hendingar og so umstøður annars, hava verið meira avgerandi fyri úrslitini enn innihaldið í teim avtalum
hann. Hvussu góður prísurin er, vil hann ikki siga so nógv um. Men hann er omanfyri 100 krónur kilo. Hann heldur, at hvør bátur kann fiska fyri einar 10-15 milliónir eftir royndunum í fjør at døma. [...] Tað kann so væl henda, at fiskiskapur eftir tunfiski verður ein lønandi framtíðarvinna í Føroyum. Men tað er neyðugt at arið verður fram við størsta varsemi. Føroya Fiskasøla er ein fyritøka, sum hevur [...] av samstarvinum var, at í fjør vóru trý japansk tunfiskaskip undir Føroyum. Royndirnar í fjør góvu so mikið gott úrslit, at roynt verður aftur í ár við trimum skipum. Og tað fyrsta av teimum er longu komið
Lakjuni, sum høvdu vunnið finaludystin við 15 stigum mótiu 13. Tær kunnu sostatt kalla seg vinnara av fyrstu almennu strandaflogbóltskapping fyri kvinnur. So er bert at vóna, at tær fáa høvið at verja [...] spennandi. Kappingin var soleiðis skipað at liðini spældu eitt sett ímóti hvørjum øðrum og spælt var upp í 15 stig við tveimum stigum á muni. Eitt sindur lítið kanska, men varð spælt longri, var vandi fyri, at [...] Onnu Dalsgarð og Rúnu Heinesen. Finalan gjørdist spennandi. Eisini her var bert spælt eitt sett upp í 15, og tað gekk sera javnt á. Anna og Rúna høvdu munin í byrjanini. Tær løgdu seg eitt sindur fram um
fyri allar. Í innleiðandi umfarinum og í semifinalunum var bert spælt eitt sett upp í 15, og tí vóru dystirnir ikki so drúgvir. Spenningur var tó í fyri tann skuld, kanska serliga tí at flestu spælararnir [...] eina løtu fingu Líggjas og Klæmint skil á sínum spæli. Teir knógvaðu seg framum og vunnu semifinaluna 15-11. Í hinari semifinaluni hittust fýra Fleyr-leikarar, sum dagliga spæla saman. Jan Hentze og Tummas [...] byrjanini av hesum dystinum gekst eisini javnt á, men tá settið var hálvrunnið sluppu Rasmus og Sveinur so mikið frá Jan og Tummas Óla at teir sunnu settið. Nú var klárt til finaluna og spennandi var at síggja
Fimleikarhøllin í Fuglafjarðar skúla verður karmur um framsýningina, sum letur upp leygardagin klokkan 15.00. Í gjárkvøldið skuldu listarfólkini lata verkini inn, og tí vistu fyrireikararnir í gjár ikki at [...] Kambsdali, sum stilla út, men vanligt er eisini, at fólk koma aðrastaðni frá, og hesaferð verður ið hvussu so er dugnaligi klaksvíkingurin Hanni J. Bjartalíð við. Frits Johannesen stillar eisini út, og hann er [...] ikki at hava ávirkan, um FM-róður er á stevnuni ella ikki. Framsýningin letur upp leygardagin klokkan 15.00 og er opin til klokkan 20.00. Sunnudagin er opið í sama tíðarskeiði.