fara býráðslimir at greiða frá, hvat verður gjørt fyri at betra um hvalvágna á Klaksvík. Á fundinum í býráðshøllini í Klaksvík í kvøld verður eisini høvi at seta spurningar og kjakast um grindatilmælið og [...] Í løtuni er grindafundur í yvirfyltari býráðshøll í Klaksvík. Fundurin er almennur, og fegnast fyrireikararnir um, at eisini hópin av ungum »grindafólki« er og lýður á. Jústinius Olsen, djóralækni, greiðir [...] vísa gongdina av dálkandi evnum í grindahvali seinastu 30 árini. Hon heldur m. a; at PCB-innihaldið í grindahvali er í minking. Hetta byggir á kanningar av dálkandi evnum í grindahvali seinastu 30 árini
Summarfestivalur er í Klaksvík, og hetta hevur givið nøkrum dreingjum høvi at standa og selja ymiskan føroyskan mat til gestir, sum ferðast gjøgnum bygdina í Leirvík. Í gjár stóðu dreingirnir, soleiðis [...] Bovlinghøllina og seldu, og ætlanin var at byrja at selja aftur klokkan 15 í dag. Sum sæst á uppslagnum, hava teir turra grind, turran fisk, spik og kókaði epli at selja, og teir hava eisini posar við nýggjum
Coghill, borgarstjóri í Caithness í Skotlandi, hava nú skrivliga boðað Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík, frá, at tey ynskja at varðveita og styrkja sambandið millum Wick og Klaksvík. Sostatt ganga tey [...] Gail Ross, í august í fjør sendi Klaksvíkar kommunu um, at vinarbýarsamstarvið, sum annars hevur verið síðani 1995, kundi ikki halda fram, tí føroyingar drepa grind. Wick er ein av 19 býum í Caitness-l [...] Coghill gera í nýggja brævinum greitt, at meirilutin í stjórnini í Caithness ikki stóð aftan fyri áheitanina, sum Gail Ross av sínum eintingum sendi Klaksvíkar kommunu. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík
KLAKSVÍK: - Fyri mær er eingin ivi um, at nýggja røktarheimið liggur á sínum allarbesta og rætta staði her í býnum. Tað sigur býráðslimurin í Klaksvík, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, nú tað av álvara [...] vera mitt ímillum okkum, og har sum tað er lív í. Nýggja røktarheimið fer at hava pláss fyir 24 búfólkum, sum í mun til onnur slík heim, koma at búgva í íbúðum. [...] tveir mánaðir. Longu tá staðsetingin var kunngjørd, vóru røddir frammi um tað skeiva í, at lata røktarheimið liggja í fjøruni, niðanfyri Klaksvíkar Sjúkrahús og við útsýni yvir vánna. Tað vóru tey sum tá
Klaksvíkin stendur á høvdinum í samband við fyrireikingar til ársins Summarfestival eru fyrireikingarnar til Føroya Sjómannadag, sum verður í Klaksvík 18. august, eisini í gongd. Ein fastur táttur á Føroya [...] grindahvali. Men seinast grind var í Klaksvík, var sýslumaðurin so beinasamur at lata ein hval til Føroya Sjómannadag, og Sjúrður Josephsen skipaði síðani fyri, at hvalurin varð lagdur í ein frystikonteynara [...] a hjá Faroe Ship í Norðhavnini. Skráin til Føroya Sjómannadag verður kunngjørd í vikuni beint eftir Summarfestivalin. Dragin samskipar aftur í ár framsýning av stóru træseglskipunum, og sum skilst verða
Knappliga 700 hvalir løgdu beinini í Føroyum í fjør. Av hesum vóru 503 grindahvalir. Drápini vóru 11 í tali, og størsta grindin taldi 153 grindahvalir. Tað var í Hvannasundi tann sjeynda august. Tó vórðu [...] hvalir fleiri dripnir í Hvalvík fýra dagar frammanundan. Men av teimum vóru tríggir hvessingar, sigur Náttúrugripasavnið í yvirlitið, sum komið er. Vert er at leggja merki til, at í yvirlitinum yvir teir [...] tilsamans 694 hvalirnar, sum løgdu beinini í fjør, eru tvær nísur. Hvessingarnir eru tríggir. Hvítskjórutir spingarar eru 186, og 503 grindahvalir vórðu dripnir í fjør. DagurHvalvágHvalirSkinnatalSlag 6.
Í morgun boðaðu húsafólk frá grind. Ein stórur bólkur av grindahvalum og springarum lá norðan fyri bygdina. Síðan eru fleiri bólkar dotnir burturúr, og springararnir eru farin. Av tí at tað rekur norður [...] at bera til at reka hana inn á Klaksvík. Teir meta grindina nú til umleið 100 hvalir. Leingi vóru bara tveir bátar hjá grindini, men fyri løtu síðan vóru bátarnir 8-10 í tað, frættist úr Kalsoyarfirði
grindaviðurskifti í landsstýrinum arbeiðir nú við at broyta kunngerðina um grind og í tí sambandi verða trý pláss afturat fyribils góðkend sum halvág. Og gongst sum ætlað, verður kunngerðin lýst í august. Norðoyingar [...] Borðoyarvík fyribils góðkend sum hvalvág. Í Eysturoy verður sandurin í Skálabotni eisini góðkendur, og somuleiðis kann grind nú eisini haldast til á Lygnnesi í Kollafirði. Serliga hava eysturoyingar roynt [...] sandinum. c) Hvalba, Lítlabergssandur, í Nesi, og Hvalbiarsandur d) Vágur e) Fámjin. Og nú eru sostatt tríggjar komnar afturat, ein í Borðoy, ein í Eysturoy og ein í Streymoy.
samband við fleiri fólk í Suðuroy og Sandoy. Nøkur framstig eru eisini í Havn og í Klaksvík, men har búgva nógv fleiri fólk. Vit hava sæð nakrar grindahval, síðani vit komu. Men eingin grind er hildin til. Nógv [...] okkum nú ein dagin, at føroyingar hava ikki tosað so nógv um grind fyrr, sum síðani vit komu til Føroyar. Hann sigur, at kjakið klívur føroyingar í tveir partar, og hann sigur, at fleiri og fleiri føroyingar [...] Tað siga Sea Shepherd-fólkini í frágreiðing úr Føroyum: – Vit hava okkara eygleiðingarstøð á landi og valt okkum bátadráttir. Fleiri fólk koma nú úr Fraklandi at hjálpa okkum at halda vakt alt samdøgrið
EB/Streymi í morgin. Tá fer nýggi álopsspælarin, Jacob Bymar, at spæla fyri fyrstu ferð í Klaksvík. Hann hevur verið við í venjingardysti í Leirvík, í ólavsøkudysti ímóti HB og í landskappingardysti í Vági, [...] verður gestur í Klaksvík í morgin. Í fjør vann KÍ 3?1 á heimavølli ímóti EB/Streymi, men tann uppgerðin er ivaleyst nógv meiri kámað í huganum á fótbóltsspentu klaksvíkingunum, enn tann í fyrraárið, tá [...] teir í Sundalagnum í ? sum klaksvíkingar minnast tað ? skandaludystinum á norðoyastevnu vunnu 4?0. Gestirnir í Klaksvík í morgin hava higartil staðið seg betri, enn teir nakrantíð áður hava gjørt í bestu