jarða av teimum báðum upprunaligu vertunum Jón Heðin Tróndheim og Jákup Magnussen. Og so er tað farvæl til eina sending, sum hevur verið á skránni í tveir tímar hvønn seinnapart í alt summar. Og man ikki [...] málkønum fólki. Men fólk hava eftir øllum at døma tikið væl undir við sendingini, tí tað stóð ikki á at fáa brøv til sendingina. Tað hevur nærum streyma inn við søgum og brøvum alla hesa tíðina, Siesta
Tey fimm, sum hava fingið prógv á Robert Gordon eru Regin Hammer, Jákup Fjalsbak, Louisa Fjalsbak, Birgir Christiansen og Jógvan Ljósheim. Eftir lokna útbúgving var rættiliga nógv gjørt burtur úr við eitt [...] føroyska oljuvinnu, her serliga við tilknýti til arbeiðspartin, byrjar l. oktober á lærda háskúlanum í Dundee, har hann í eitt á fer at lesa orkubúskap. Regin var ein av teimum umleið 35 fólkunum, sum í fjør [...] Regin og Fríbjørg hava í summar arbeitt hjá oljufelagnum Enterprice í London, Regin á búskapardeildini og Fríbjørg á jarðfrøði- og processdeildini. AMG-bólkurin hevur eisini latið stipendum til føroyskar
moyrur, kanska eftir fleiri ár. Dan vónar við hesi grein at traðka onkran á tærnar og provokera til debat. Undirritaði er leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags, kanska eitt av teimum hálvalmennu forløgunum [...] var dovisligt og ikki umrøddi tað, sum hann nevnir »sensur og einrætting«. Dan hevur ta fatan, at »á almennum og hálvalmennum forløgum valdar ein grótharður sensurur, sum ikki hevur sæð sín líka síðan [...] hóas tey greitt hava fingið at vita, at tey eiga tekstin og avgerðarrættin, men tey kunnu teljast á einari hond seinasta 10 ára skeiðið. Meir enn 500 bøkur og bløð hevur Bókadeildin givið út hesi árini
Jan Andreasen, sum fyrra umfarið var miðvallari, fór á aftasta mann, meðan Sørin Petersen fór aftur á miðjuna. Síðstu løtuna varð hann avloystur av Jákup Peturi Eliasen, sum harvið fyri fyrstu ferð royndi [...] tá teir vóru í Runavík og tókust við NSÍ um, hvat av teimum báðum liðunum skal enda á fimta plássi, og hvat skal enda á sætta plássi í landskappingini 1997. At KÍ fekk tvey mál ber boð um stóra úrtøku burturúr [...] høvdu ongan upplagdan málmøguleika. Sørin Petersen, sum 1. hálvleik var í álopinum saman við Heðini á Lakjuni, fekk ein hálvan møguleika eftir innlegg úr vinstru, men hann tøvdi og vildi draga seg betri
umfar varð spælt sunnudagin, og hóast VB í teoriini kundi fara fram um NSÍ, skuldi so stórur sigur á júst NSÍ til, at tað var ómøguligt. Dysturin í Vági endaði eisini við, at NSÍ vann, eftir at VB hevði [...] endaði eisini 1-1. Í seinna hálvleiki hevði KÍ fleiri stórar kjansir, men fingu bert eitt mál, og tá Jákup Sørensen so skoraði til 2-2 10 minutir fyri leiklok, helt støðan dystin út. Endin var at GÍ vann deildina
Allan Simonsen, landsliðsvenjarim ger ikki stóru broytingarnar á landsliðnum, sum skal spæla móti Spania um eina góða viku. Hann ger sum hann plagar, heldur seg til sínar menn. Í gjár læt venjarin frætta [...] frætta frá sær, og hann hevur úttikið fylgjandi 18 spælarar: Jens Martin Knudsen, Jákup Mikkelsen, Óli Johannesen, Jan Dam, Pól Thorsteinsson, Jens Kristian Hansen, Bartal Eliasen, Ingi Rasmussen, Henning
uppi í hesum málinum. Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum, segði í summar, at teir høvdu sent oljufyrisitingini bræv, har teir bóðu um at fáa skil á hesi viðurskiftini. Jákup Sólstein sigur, at hann [...] Vinnurekandi Útróðrarmanna, Martin Strøm. Hann vísti á dømi um bátar, sum ikki høvdu dripið livandi í fleiri dagar, tí seismikskipini lógu mestsum inni á gágguleið og skutu. Serliga vóru tað suðringarnir [...] samband við Martin Heinesen, sum tá var leiðari á Oljufyrisitingini. Teir hava avtalað, at fundur skal haldast um málið. »Nú er tað so langt útliðið,« sigur Jákup Sólstein, »at har verður ikki meira skotið
sjónleik, men av og á skulu stórar uppsetingar til, sum kunnu vísa okkurt eyka og lokka tað stóru føroysku áskoðarafjøldini til sjónleik.²Okkum tørvar ein Oliver Twist² av og á at vísa okkum á bæði skeivleikar [...] listilærda ríkmannin Monks. Jákup Veyhe er eitt karrátt bartrog, ein politistur og ein uppblástur yvirklassaletingi so títt hvørt um annað, at teir fyri tað sama kundu verið á palli í senn. Ria Tórgarð hevur [...] tí unga dronginum - og tað er sjálvandi ikki av tilvild. Dickens hevur viljað víst á skeivleikar í samfelag og morali á hansara døgum, og tí skal kikarin vendast ímóti umhvørvinum - tvs. persónunum rundan
spæla móti B93 á útivølli í 5. umfari. Í B93 spæla fleiri føroyskir spælarar men eingin teirra er á 1. liði. Fyrsta uppgávan hjá FCK verður tó í landskappingini í morgin. Tá spæla teir á útivølli móti Herfølge [...] Toda á liðnum kláraði FCK at vinna dystin í armenska høvuðsstaðnum. Fyrri dysturin, sum varð spældur í Parkini fyri tveimum vikum síðani, endaði við tryggu 3-0 sigri til FCK, og nú teir spældu á útivølli [...] Herfølge. Todi er ivasamur til dystin, meðan Jákup Mikkelsen farnu dystirnar hevur spælt á 2. liði hjá Herfølge.
vælkomin. Síðani bar Jóanes Nielsen, rithøvundur, fram eina heilsan frá Rithøvundafelagnum, sum vit prenta á næstu síðu. Eyðun Johannesen, leikstjóri, sum hevur arbeitt nógv saman við Steinbjørn B. Jacobsen, var [...] Upplestur av yrkingum eftir føðingardagsbarnið framførdu Margreta Næss, Pól Joensen, Elin Mouritsen og Jákup Zahle. Í samband við hátíðarhaldið, hevur Pauli í Sandagerði sett tónleik til fýra yrkingar eftir