Kappingin í 3. deild hjá monnum er av fyri í ár, og greitt er í hvørjari røð feløgini endaðu.
GÍ vann deildina, og skal spæla í 2. deild næsta ár og NSÍ hevur framvegis kjansin fyri at flyta upp, tí teir skulu spæla tveir dystir móti næstniðasta liðnum í 2. deild.
Í botninum er Fram langt síðani rokið í 4. deild, meðan B71 nú skal spæla fyri sínum pláss í deildini.
Dystirnir um upp- og niðurflyting verða spældir næstu tvey vikuskiftini.
Einki broyttist
í oddinum
Alt var avgjørt í oddinum, tá seinasta umfar varð spælt sunnudagin, og hóast VB í teoriini kundi fara fram um NSÍ, skuldi so stórur sigur á júst NSÍ til, at tað var ómøguligt.
Dysturin í Vági endaði eisini við, at NSÍ vann, eftir at VB hevði trýst í fyrra hálvleiki, men bert fekk eitt mál. Í seinna hálvleiki komu gestirnir betri við, og teir vóru dugnaligari til at gera mál og vunnu 4-1.
Í Gøtu spældu oddur og botnur móti hvørjum øðrum, og GÍ vann 9-0. Gøtumenn fingu eftir dystin steyp og heiðursmerki, og teir skulu næsta ár spæla í 2. deild. 4. deildarliðið vann sær eisini uppflyting í 3. deild, og næsta ár skal GÍ tí hava lið við í øllum mansdeildunum.
Spennandi í botninum
Størri spenningur í botninum undan seinast umfari. Fram var farið niður, men B71 og KÍ skuldi kappast um hvat av liðunum skuldi sleppa undan at spæla niðurflytingardyst.
B71 hevði heimadyst móti Skála, og tað gekk illa hjá sandingum. Skálamenn, sum eink høvdu at spæla fyri, vunnu tryggan 4-1 sigur, og tað førdi við sær, at hóast KÍ tapti sín dyst í Klaksvík, so var B71 verandi aftanfyri, og skal spæla móti 4. deildarliðnum hjá B36 um eitt pláss í 3. deild næsta ár.
Í Klaksvík endaði dysturin millum KÍ og SÍ við javnleiki 2-2. Fyrri hálvleikur var javnur og endaði eisini 1-1. Í seinna hálvleiki hevði KÍ fleiri stórar kjansir, men fingu bert eitt mál, og tá Jákup Sørensen so skoraði til 2-2 10 minutir fyri leiklok, helt støðan dystin út.
Endin var at GÍ vann deildina, NSÍ vann silvur og VB bronsu. Fram flutti niður og B71 skal spæla niðurflytingardyst.