beinanvegin á virkinum. ##med2## Í 80'unum var tað toskur, hýsa og upsi, sum bleiv virkaður, og í 2014 varð eisini arbeitt við upsa. Hetta er nú broytt, tí í dag er tað mest svartkalvi, sum verður virkaður á [...] – Eg tími ikki at standa og frysta, so eg lati meg í. Tað er ikki líka kalt um hesa tíðina, men um veturin er kalt, og tað merkist um hendurnar. Tað tekur hálvan annan tíma frá svartkalvin verður lagdur [...] øðrum, soleiðis at til ber at halda longri steðg. – Pausurnar eru langar hjá okkum. Nú havi eg hálvan tíma, hóast tað eitur 20 minuttir, tí ein onnur stendur har. Tað er ikki nógvastaðnis, at pausirnar
fæst at síggja sunnudagin, tá ið tað verður grannauppgerð í Gundadali. Intensiteturin var stórur, og tað var ofta ferðmikið og í øðrum løtum skipað og tolið samanspæl. KÍ var størsta partin av fyrra hálvleiki [...] vóru teir væl betri við. Eftir steðgin royndu vit at rætta uppá tað og fáa fleiri innlegg, men tað riggaði ikki, sum vit ætlaðu, og so var tað enn einaferð við deyðbólti, at vit skoraðu sigursmálið, sigur [...] Víkingi sá út til at hava nakran møguleika. Hetta var fyrsta málið hjá Danieli Johansen í bláu troyggjuni, sum hann sær út til at trívast væl í. -Leingi riggaði tað væl hjá okkum, men síðstu løtuna undan hvíldini
fyri almennari ferðslu sunnudagin komandi, 6. juli, men áðrenn tað skuldi trygdarútgerðin í tunlinum roynast í einari venjing. Tann venjingin var týsdagin, tá umleið 20 fólk frá politinum, Tórshavnar Sløkkiliði [...] nevnd, klippir snórin Farið verður inn í Húsareynstunnilin og endað við Tjarnir, umleið 4 km Tónleikur inni í tunlinum við Jóhan Hentze Drekkamunnur við Tjarnir Kl. 15.30 Havnarvegurin og Húsareynstunnilin
glaður fyri, at tað var eg - og ikki onkur annar.” Eftir dystin um bronsuheiðursmerkið staðfesti Høgni Højsted á líknandi hátt, at tað var gott, at hann fekk reyða kortið og ikki Ísak. Tá tað gongur ímóti [...] havi sagt, eru til høvið í dag. Tað kundu tey tað sama verið. Men tey eru frá 2017, tá eg sum løgmaður bar heilsu fram til táverandi U21-landsliðið í hondbólti. Tá var bragdið at spæla seg víðari til [...] tjóðsangin og umboða tjóðina. Helst eru tað mong, ið fylgja við hondbólti í dag, sum ongantíð høvdu sæð ein heilan hondbóltsdyst fyri stuttari tíð síðan. Ja, og tað eru enn nøkur, sum ikki kenna reglurnar
- av summum nevnd "Ljósins bústaður" ella "Sólbýurin", og Verdens Gang skrivar, at hetta var, meðan Russland var merkt av fátækradømi og lógloysi. - Etið ikki kjøt, roykið ikki, drekkið ikki alkohol, bannið [...] Sibiria í 2013, greiddi hann frá, hvussu hann hevði fingið fólk í túsundatali at flyta til sín langt inni í skógini. Navnið á sektleiðaranum er Sergei Torop, og nú hevur ein dómstólur í Novosibirsk dømt hann [...] hava givið fleiri av fylgjarum sínum sálarlig og likamlig mein. Hetta skrivar The Moscow Times, og tað er Verdens Gang, sum í sínari tíð vitjaði mannin, ið endurgevur. Tey vóru mong, sum fluttu til búsetingina
til 2-1. Tá ein tími var leiktur hamraði Paul Nebel bóltin í netið til 2-2. Støðan helt sær til vanliga leiktíðin var farin, og so var neyðugt við longdari leiktíð. Tveir minuttir inni í longdu leiktíðini [...] U21 EM-finalan í fótbólti hjá monnum var leikt í Bratislava í Slovakia. Í finaluni eydnaðist tað Onglandi at endurvinna EM-gullið við 3-2 sigri á Týsklandi. Ongland legði hart út. Longu í fimta minutti [...] sigursmálið við einum stútara. Týskland trýsti Ongland og hevði nakrar royndir á træverkið, men eydnan var onglendingum blíð, og teir megnaðu at endurvinna EM. U21 EM-endaspælið í 2027 verður leikt í Albania
Greinin er skrivað av mær – ChatGPT – innan eitt fakøki, sum fyrr var mannað av fólki. Eg giti ikki, at tú legði merki til tað. Og tað er júst tað, sum er pointið. Jepsi Pepsi Ja, allur teksturin omanfyri er [...] sjálvt arbeiðið hvørvur? Tá alt tað, tú dugir – skriva, lesa, umformulera, rokna, planleggja – verður gjørt av einari maskinu? Tað er ikki bara Google og Amazon, sum brúka AI. Tað verður longu brúkt í almennum [...] hetta er nakað, sum bara hendir aðrastaðni: “ AI? Hvat er tað? Gott, at vit liggja so avsíðis í Føroyum, at vit sleppa undan at hugsa um tað”. Men tað hendir her og nú. Og tí mugu vit spyrja okkum: · Hvat
Sjálvur haldi eg, at tað er hetta, sum hevur givið úrslit. Eyðstein Zachariasen vísir á, at tað eru fimm valstøð í Sunda kommunu, og hann fekk atkvøður á teimum øllum – tó at tað bara var hin eina á tí eina [...] Sunda kommuna altíð hevur verið til. Soleiðis havi eg heldur ongar fordómar um, hvussu tað var frammanundan – um tað var gott ella minni gott, at her vóru fleiri smærri kommunalar eindir. - Hin 1. januar komandi [...] bara hevði eitt valevni, sum var Óla Jákup Kruse, og hann fekk 11 atkvøður. Listi B var ein reinur kvinnulisti, har tilsamans átta kvinnur bjóðaðu seg fram, og listi C var ein blandaður listi við tveimum
skiltist, at tað fór at vera fyrstvaldi bygdaráðslimurin, Dávur Sørensen, sum fór at seta seg við borðendan hin 1. januar í ár, men soleiðis bleiv tað ikki. Á skipanarfundinum endaði tað við, at meiriluti [...] kanska kundi verið betur, enn tað er í dag. - Tað er neyvan nøkur loyna, at fólk í kommununi kundu ynskt sær eitt betri samband við restina av Sandoynni. Spurd, hvussu tað kennist at seta seg við borðendan [...] Eleonoru, sum verður 10 í januar. Sosialurin var á Skarvanesi og vitjaði nýggja borgarstjóran í Húsavíkar kommunu ein kaldan fríggjadag í januar. Í gomlu húsunum var heitt og fjálgt. Her stóð ein brenniovnur
Hann var latin inn í sambandi við keyp av øðrum bili og skuldi verið í góðum standi. Sama kvøldið fóru brøðurnir Hans Pauli og Dan til Rituvíkar at kanna málið. Tað vísti seg tá, at hetta var júst bilurin [...] skaffað sær tað sum skuldi til fyri at seta bilin í uppruna stand, byrjaði restaureringin á heysti 1993. Hjálp var fingin til ymiskt sveisiarbeiði og lakkeringsarbeiði. Serliga torført var at fáa holið [...] áhugafelagið Føroya Ellisakfør í 1992. Tað var Hans Pauli, ið »smíðaði« orðið »ellisakfør« í sambandi við stovnan og navngeving av felagnum í 1992. Orðið var ikki í føroyska málinum frammanundan. ##med2##