víðari. 30 ára gamli Nielsen var leingi á triðja plássi, áðrenn hann trekti frá kappingarneytanum á teimum seinastu 500 metrunum og enntá yvirhálaði rógvaran á øðrum plássi. Hálvfinalurnar verða hósmorgunin [...] hósmorgunin. 500 m: Sverri Nielsen er á triðja plássi. Nýsælendingurin MacKintosh er á odda framman fyri Berriolo. 1000 m: Sverri Nielsen er í hørðum stríði við Ferreira um triðja plássið. MacKintosh og Berriolo [...] frammanfyri. 1500 m: Sverri Nielsen hevur eitt sekund niður á brasilska rógvaran. Hann røkkur næstan ikki teimum báðum fremstu. MacKintosh er heilt framúr. Mál: Sverri Nielsen er klárur til hálvfinalurnar! Hann
Toftamenn eru á veg í Gundadal, har teir klokkan 14.30 skulu spæla ímóti teimum næstbestu í HB. Tað hevur higartil ligið væl fyri hjá B68, sum í 8 umførum ikki hevur tapt. Einasti stigamissurin higartil [...] kundu bent á, at mótstøðan hjá B68 verður dygg í dag. Mikukvøldið vann B68 á heimavølli 3-1 ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. 2. hálvleikur endaði 1-1, og á Toftum verður sagt, at teir vóru ikki nøgdir við
og teir ásanna, at tað kann gerast sera trupult at fáa staðfest, hvat tað er fyri virus ella bakteria, sum hevur kostað teimum tíggju lívið. Kanningar hava víst, at talan er ikki um fuglakrím, SARS ella [...] gar, men fleiri starvsfólk og fólk, um vóru komin at vitja avvarðandi, eru eisini smittað. 40 av teimum smittaðu liggja á sjúkrahúsi, sigur heilsustjórin í Toronto, Davin McKeown, við tíðindastovuna AP
útreiðsluøking. Fyri flestu teirra er tó galdandi, at tey við økta gjaldinum í hálvt ár hava vunnið tað mista aftur, og at tey tí standa við ágóða hjá oljufelagnum. Og tí verður talan hjá teimum um munandi [...] hitarokningini fyrr í ár, hava fleiri húsarhald nú ágóða hjá oljufeløgunum Hetta sæst eisini aftur hjá teimum, sum hava fasta gjaldsskipan hjá oljufeløgunum. Upphæddin á fasta gjaldinum verður regulerað tvær
pengarnar til at hjálpa teimum fátæku londunum við, men tað hevur víst seg at vera trupult at semjast um ætlanina. Men nú hevur franska stjórnin gjørt av at seta skipanina í verk fyri at vísa umheiminum, at [...] segði á einum fundi í París fyrradagin, at pengarnir frá avgjaldinum skulu brúkast til at hjálpa teimum fátæku londunum í bardaganum ímóti eyðkvæmi, tuberklum og malaria. Týskland, Spania, Brasil, Algeria
forsætisráðharra verið fyri hvøssum atfinningum, tí nógvir sviar halda, at stjórnin drálaði ov leingi við at kanna viðurskiftini hjá teimum túsundtals sviunum, sum hildu jól í teimum flóðalduraktu økjunum
andstøðuni er Reid fyri hvøssum atfinningum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at ráðharrin hevur elvt til kjak um royking. Hann hevur eina ferð sagt, at royking er ikki tann størsti trupulleikin í teimum fátæku býarpørtunum [...] meðalstættin í Bretlandi, sum ger roykingina til tann størsta trupulleikan. Heilsutalsmaðurin hjá teimum konservativu, Andrew Langsley, sigur við BBC, at tað er vónleyst at fylgja við, hvat stjórnin heldur
ðharri, væl nøgdur við áhugan fyri tí átjanda útbjóðingarumfarinum, sum er tað størsta, síðani norðmenn fóru undir oljuleiting í sekstiárunum. Eydnast leitingin á teimum nýggju leiðunum væl, kunnu feløgini [...] væl burturúr, tá norska olju- og orkumálaráðið lutaði nýggjar leitingarleiðir út fyrr í vikuni. Av teimum 16 leitingarloyvunum, sum vórðu útlutað, fekk Statoil tey fýra, og harafturat er felagið við í fimm
Tann lága rentan ger, at munurin á innlánsrentuni og útlánsrentuni hjá teimum donsku peningastovnunum er so lítil, at teir forvinna ikki so nógvar pengar longur. Tað hevur fingið peningastovnarnar at umhugsa [...] ljóðar av nógvum, er hetta munandi minni enn aðrastaðni. Eitt nú stava 56 prosent av inntøkunum hjá teimum svensku bankunum frá ómaksgjøldum, og í Niðurlondum eru tey 45 prosent av inntøkuni. Aðalstjórin [...] í Danske Bank, Peter Straarup, heldur ikki, at tað ber til at hækka verandi ómaksgjøld. Ístaðin fyri eiga peningastovnarnir at geva viðskiftafólkinum okkurt nýtt, sum teir so kunnu forvinna meiri pengar
hann vælkoyrandi. Tá hann og Eyðun fara á pall, er nærum garanti fyri, at kommunuskúlagarðurin fer at kóka, og fólk fara at syngja við teimum mongu kendu hittunum, teir báðir hava smíðað. Við Eyðuni og Terja [...] júst nú, og fløga hansara fekk sera góð ummæli í Sosialinum herfyri, og Eyðun liggur ovast á 15 teimum bestu. Umframt hittið beint nú, Hvønn Dag, eru fleiri onnur løg, ið væl kunnu gera um seg. Longu