fyri at vera beinleiðis ímóti ST. Hann metir ST sum eitt amboð hjá fíggindum USA, og hann heldur onga orsøk vera til, at hesin stovnur skal vera staðsettur í USA. Hann hevur ta principiellu áskoðan, at [...] av stórveldunum uttanum ST. Hann kann ikki fyrigeva ST, at hesin heimstovnur var ímóti krígnum í Irak. Hann er hart ímóti, at USA skal rinda sína skuld til stovnin og hann dylur ikki fyri síni vanvirðing
aftur, heldur enn nær hann verður tøkur aftur. Sjálvur tykist Einar tó taka tað heilt róligt. Og í øllum førum vóru beinin plantað væl og virðiligani á jørðini, tá vit fingu orð á hann eftir dystin á Eiði [...] Einari. Sjálvur vil hann tó ikki siga nakað serligt um hetta. Heldur ikki tá tað verður spurt beinleiðis, um tað ikki er nakað um tosið, tá sagt verður, at tað ikki er við NSÍ, at hann skal spæla, tá vit [...] á í skjótt drúgt áramál. Og hetta gjørdist møguleikin hjá Einari. Uttan stórvegis hóvasták spældi hann seg alt fyri eitt inn í hitan við støðugt góðum avrikum, sum annars plaga at hoyra meira royndum spælarum
báðir Rógvarnir og Jón í nýggjan umdyst. Um Jón Gregersen vann, so varð hann meistari, og um Rógvi Dragaberg vann, so varð hann meistari. Tað var tætt og spennandi, og úrslitið var, at Rógvi Dragaberg [...] telvað í fleiri ár. Eingin ivi er um, at hann hevur fingið íblásturin frá eitt nú beiggjanum, Rúna Dragaberg, sum vann FM fyri unglingar í 2002, eftir at hann tvær ferðir frammanundan hevði verið rættuliga [...] var skarðin stórur, sum stríddist um FM heitið. Sjáldan hevur unglingabólkurin verið so opin, sum hann var tað hesa ferð. Ofta hevur tað verið soleiðis, at ein upplagdur favorittur hevur verið. Undan
Súni Olsen spældi sjey minuttir hesa ferð. Fyri viku síðani var hann á vøllinum í eitt korter. Todi Jónsson var í ein tíma, áðrenn hann varð skiftur út, í einsamallari og harvið vónleysari álopsódn, tá [...] Madrid í fyrsta umfarinum á útivølli móti Cadiz. Zidan var væl upplagdur á miðvøllinum, og tað var hann, sum við genialari fríspæling var upphavið til fyrra Real Madrid málið. Eftir bragdliga byrjan og [...] m. Claus Bech Jørgensen er fyri fyrstu ferð nakrantíð plágaður av vøddaskaða. Tað bar við sær, at hann ikki var førur fyri at spæla, tá ið Coventry leygardagin tapti 2-1 á útivølli móti Sheffied United
Húsahaga í Havn. Tað eru teir báðir, Heini á Borg og Hans Jákup Hermansen, sum persónliga hava tikið stig til ætlanina, sum kann gerast veruleiki longu í ár. Hans Jákup Hermansen er koyrilærari, og Heini á Borg [...] kundu eisini sloppið at upplivað munin ímillum, hvussu ein bilur uppførir seg, tá hann er fullur av fólki, og tá hann er tómur, sigur Heini á Borg. Teir báðir stigtakararnir ætla eisini, at undirvísingarhøli [...] Borg hevur fingist við last- og vøruvognskoyring í mong ár, eins og hann eisini hevur bilar sum frítíðarítriv. Teir vendu sær í fjør til Tórshavnar Býráð við umbøn um at fáa ávíst eitt øki til endamálið
sigur Lars Hjaltén við Sosialin, beint áðrenn hann skuldi fara við flogfarinum til Danmarkar fyrrapartin ígjár. Hann er ættaður úr Svøríki, og væntar tí at hann fer at kunna geva sítt ískoyti til at vísa [...] Helvin Høst verið formaður, men varð nú avloystur av Lars Hjaltén úr Svøríki. Hann er tó ikki ókendur við arbeiðið, tí hann sat í stýrinum frammanundan. Ein tann seinasta uppgávan hjá Helvin Høst var at [...] sum tilber kann koma inn í øll viðurskifti í húsinum. -Vit gleða okkum sera nógv til samstarvið við hann, sigur Lars. Siga frá søgum í Føroyum Eitt av málunum á stýrisfundinum í Norðurlandahúsinum í farnu
sum eru staðkendir í teimum ymsu hagapørtunum. ? Hesum hava vit havt góðar royndir av, leggur hann afturat. Hann sigur, at tá ið brúk hava verið fyri størri leitingum, hava einir 100 mans verið við í arbeiðnum [...] fekk felagið nevniliga ein vælútgjørdan sjúkrabil frá Suðuroyar Sjúkrahúsi. Bilurin kemur væl við, tí hann er væl útgjørdur við ymsari útgerð til fyrstuhjálp, neyðaggregati o.s.fr. Signar Olsen sigur, at felagið [...] sigur, at kommunur, feløg og einstaklingar kunnu vera limir í felagnum. Limaskapurin er ókeypis og hann vónar at síggja nógv fólk á aðalfundinum í morgin, tí tað er altíð brúk fyri eini hjálpandi hond.
stjórin á Landssjúkrahúsinum. Hann sigur, at sum málið liggur í løtuni, stendur leiðslan fast um, at ætlaðu umleggingarnar á føðideildini eru tær røttu at gera. Men hann leggur samstundis dent á, at avgerðin [...] aðrastaðni á Landssjúkrahúsinum. Kortini heldur hann, at tað er altíð trupult at viðgera eitt mál, tá við eini verkfalshóttan hangandi yvir høvdinum. Hann sigur eisini, at umleggingarnar á føðideildini [...] ikki endamálið við ætlaðu umleggingunum, sigur Poul Geert Hansen. Máar støðið undan góðum samstarvi Hann vísur á, at umleið helvtin av starvsfólkunum á Landssjúkrahúsunum eru sjúkrarøktarfrøðingar og at
Tvøroyrar Kommunu. Og tí ivast hann eisini í, hvussu gott tilboðið frá Landsstýrinum er í veruleikanum. Hann ásannar, at tær smærru kommunurnar taka undir við ætlanini, men hann metir, at tað fer at fáa avgerðandi [...] afturgjalding, tí hann góðtekur ikki, at ein útreiðsla, sum landið eigur, skal smyrjast upp í kommununa og tyngja raksturin ov nógv, so at frælsið hjá kommununi at virka, verður skert ov nógv. Hann vísir eisini [...] uttan at kommunurnar hava betalt nakað. Somuleiðis vil Landstýrið ikki yvirtaka flogvøllin, fyrrenn hann er dagførdur og nútímansgjørdur. ? Men eldraøkið vil landið hava kommunurnar at yvirtaka, hóast tað
skapað konseptið Lazy Town. Hann er rithøvundur, fimleikari, entreprenørur og undirhaldari. Hann gjørdist evropeiskur meistari í fimleiki í 1994 og 1995. Í Íslandi er hann væl dámdur sum fyrilestrarhaldari [...] hugskot, og hann trúði veruliga uppá tað. Sendingarnar gjørdust væl umtóktar í Íslandi og nú hava tær fingið sítt veruliga gjøgnumbrot. Tó kom tað stóra gjøgnumbrotið langt eftir, at hann av fyrstan tíð [...] uppvøkstur við nógvari rørslu, ábyrgdarfullari umsiting av pengum og sterkum etikki. Í 1991 skrivaði hann bókina Go, Go Lazy Town og nú nógv ár seinni hevur hugskotið ment seg, og Lazy Town er eisini at síggja