vinnulívsfólk. Kanska eru tey fleiri, sum halda við Brøndby, men tað eru tey, sum hava pengarnar, ið halda við FCK, og tað hevur nógv at siga. Ein danskur tíðindamaður, sum vit tosaðu við í gjár, helt fyri [...] teimum, og tað er hetta síðsta, sum kann hugsast at fara at hava ávirkan á fótbóltsframtíðina hjá Toda Jónsson, sum í summar gjørdi trý ára langan sáttmála við felagið, sum er á veg til at gerast tað størsta [...] Tað eru ikki smávegis upphæddir, sum talan er um í FCK, felagnum sum Todi Jónsson spælir í. Nú eru nøkur ár síðani, at tvey av gomlu feløgunum í Keypmannahavn, KB og B1903, slóu bestu liðini saman í einari
svaraði ja mest sum beinanvegin. At arbeiða við Náttarravnunum verður spennandi, og eg gleði meg til at fara rættiliga í gongd, sigur Rúni Jákupsson. Mær hevur altíð dámt Heðin sera væl sum útvarpsvert. [...] Sendingin verður sum vanligt send frá kl. 22.00 til 01.00 leygarkvøld, og kl. 23.00 verður spurnarkappingin á skránni. Spurnarkappingin verður skipað á sama hátt hendan veturin, sum hon var seinast. [...] senda brøv til teir báðir vertirnar og ynskja sær løg. Tað er bundið Tað er ikki bara sum at siga tað at bjóða seg fram sum vertur í Náttarravnunum, tí tað krevst at tú ert tøkur hvørt einasta leygarkvøld í
Tað var ein lívligur flokkur, sum á middegi týsdagin møtti upp á Bursatanga til útferð við Norðlýsinum. Konfirmatntarnir í Tórshavnar vestaru kirkjusókn, Vesturkirkjuni, fóru útferð. Og prestur var sjálvandi [...] sjálvandi við. Undirvísingin hendan dagin gjørdist eitt sindur ørðvísi enn vanligt. Men undirvísing, sum hevur samband við konfirmatiónina, var tó. Fyrst varð farið inn á Strendur, har vitjað varð í kirkjuni
onkur hendingur gekk kortini eftir, sum altíð er. Sjálvt drápið, sum so, tók bara 10 minuttir. Tá var næstan alt deytt. Og eftir 20 -25 minuttum, vóru eisini teir hvalir, sum ikki fóru á land beinanvegin, deyðir [...] gjørdi landgongd og drápið gekk væl. So stutt var viðmerkingin til, hvussu Sandágerð nú fór at roynast sum hvalvág, eftir at fleiri skipslastir av sandi eru pumpaðar upp í fjøruna. 157 hvalir upp á tilsamans [...] tilsamans 1087 skinn løgdu beinini seinnapartin mikudagin. Grindin varð býtt millum grindamenninar, sum vóru 1340 í tali, og parturin var eitt hálvt skinn. Grindin var annars eitt sindur stygg og trupul at reka
vit lurtararnar fáa enn meiri at siga í sendingini, sigur Rúni Jákupsson. Sum vanligt verða brøv lisin upp í Beatbox, og løgini, sum lurtararnir ynskja sær, verða spæld. Hetta fer at føra við sær nógv [...] tað næsta er tað keðiligt, at spæla tónleik av einum ávísum bólki í ein tíma, um tað eru nógv fólk, sum als ikki tíma at lurta. Undirhaldið betur So nú verður gjørt nakað fyri at fáa hendan tíman meiri
hjá teimum, sum ætla sær á pallin. Tað eru Wannabe, I can¹t get my hands of you, Syngja sama lag, Unbreak my heart og Lemon Tree. Innleiðandi kappingarnar vera skipaðar sum kapping og sum dansikvøld, tí [...] dansitónleik. Tað verður ein fastur bólkur, sum fer at ferðast kring landið at skipa fyri kappingunum, og Cal fer at taka sær av tekniska partinum. Fólk, sum ætla sær at verða við í kappingini, kunnu nú [...] ætlanunum verða seks innleiðandi kappingar kring landið, og finalan verður so í Havn. Ein fyribilsskrá, sum er gjørd, sigur, at byrjað verður á Sandi 11. oktober, farið verið til Miðvágs 18. oktober, og 1. november
upprunaligu vertunum Jón Heðin Tróndheim og Jákup Magnussen. Og so er tað farvæl til eina sending, sum hevur verið á skránni í tveir tímar hvønn seinnapart í alt summar. Og man ikki onkur fara at sakna
eg altso ikki svara uppá, sigur Jóannes Eidesgaard. Tað var løgmaður, sum hevð hetta málið um hendi við Finn Norman Christensen sum embætismanni. Um teir hava vitað nakað, veit Jóannes Eidesgaard heldur [...] kennir Jóannes Eidesgaard seg raktan av tí, sum Frank Jensen hevur borið fram? Sjálvandi geri eg tað. Tí tað hetta kemur fram, so hugsa allir føroyingar sum so - hevur Føroya Landsstýri verið vitandi [...] øllum førum hevur landsstýrið ikki verið kunnað - og als ikki eg sjálvur, sigur Jóannes Eidesgaard, sum tá var landsstýrismaður í fíggjarmálum. Tá stríðið um dómarakanningina hæsaði av, vórðu vit sannførdir
soleiðis sum hann verður lagdur fram nú. Hann vísir á, at málið er vorðið til eitt politiskt pink-pong, og tað kundi týtt uppá, at politikarar og embætismenn í Danmark hava ein trupulleika, sum teir royna [...] ein dómur men ein skráseting av tí, sum er farið fram, og tá pressan og politiska skipanin hava so gott eygað á henni, havi eg álit á, at tað verður ein góð kanning, sum avklárar og skrásetir hesi tingini [...] á, at politiska skipanin í Føroyum hevur einki fingið at vita um habilitetstrupulleikan, soleiðis sum hann nú er førdur fram av donskum embætismonnum og løgmálaráðharranum. -Høvdu vit vitað tað, so varð
málinum um kannngarnevndina, nú tað er komið fram, at tað er so sum so við habilitetinum í nevndini. - Eg kann vátta, at eg í tíðini sum forstjóri í Tinganesi, tosaði við Michael Lunn, skrivstovustjóra [...] fundur aftur í politisku búskaparnevndini, og tá fer nevndin at skriva stjórnini bræv, sum í innihaldi er at meta sum ein ?nøs³. Meir hendir ikki í málinum, heldur Jes Lunde. - Av tí at firningarfreistin [...] skal svara Edmund Joensen og Norman Christensen tosaðu saman í gjár, og tá gjørdu teir eina avtalu, sum sigur, at bert løgmaður svarar hesum spurningum, sigur Norman Christensen í stuttari viðmerking við