FCK kann fáa 60 mió. burtur úr

Fótbóltur: FCK kann fáa 60 milliónir krónur burtur úr sølu av partabrøvum

Tað eru ikki smávegis upphæddir, sum talan er um í FCK, felagnum sum Todi Jónsson spælir í.

Nú eru nøkur ár síðani, at tvey av gomlu feløgunum í Keypmannahavn, KB og B1903, slóu bestu liðini saman í einari roynd at bjóða Brøndby av í kappingini um oddasessin í donskum fótbólti. Í fyrstu atløgu tóktist royndin at miseydnast, tí úrslitini á vøllinum vóru so vánalig, samstundis sum Brøndby bæði vann á vøllinum og vann pengar.


Vent í holuni

Men nú er tað mangt, sum bendir á, at tað er álvari í hóttanini hjá FCK at taka fótbóltsleiðsluna í Danmark frá felagnum í vestara útjaðaranum av danska høvuðsstaðnum.

Eitt er, at tað hevur gingið út av lagi illa hjá Brøndby síðani summarsteðgin, og at tað hevur gingið stak væl hjá FCK. Men kanska er tað meiri týdningarmikið, at undirtøkan hjá FCK er vaksandi millum áskoðarar og vinnulívsfólk. Kanska eru tey fleiri, sum halda við Brøndby, men tað eru tey, sum hava pengarnar, ið halda við FCK, og tað hevur nógv at siga. Ein danskur tíðindamaður, sum vit tosaðu við í gjár, helt fyri, at tey í Brøndby eru neyvan so glað fyri tað, sum í løtuni gongur fyri seg í felagnum hjá Toda Jónsson.


Milliónirnar

Tað nýggjasta frá FCK er, at teir um ein góðan mánaða fara at bjóða partabrøv til sølu á fría marknaðinum. Teir ætla at seta fimm hundrað túsund partabrøv til sølu fyri marknaðarprís, og teir rokna við at fáa 60 milliónir burturúr hesum. Aftaná søluna ætla teir sær inn á partabrævamarknaðin í Keypamannahavn.

Í fyrstu atløgu fer tað neyvan at merkja fótbóltslívið í felagnum, men um tað fer at eydnast teimum at vinna so nógvar pengar, so fer tað í framtíðini at hava við sær, at teir fara at megna at keypa fleiri góðar spælarar, og at teir ikki fara at vera so skjótir at selja, tá tilboð fara at koma uppá góðu spælararnar hjá teimum, og tað er hetta síðsta, sum kann hugsast at fara at hava ávirkan á fótbóltsframtíðina hjá Toda Jónsson, sum í summar gjørdi trý ára langan sáttmála við felagið, sum er á veg til at gerast tað størsta í Danmark.