forvitnisligt at lesa, at Húsavík í 1930 var fyri álvarsligum álopi úr rúmdini. Ein ljóskúla kom niður úr luftini fór inn gjøgnum eitt opið loftsvindeyga í bygdini og brast. Tey flestu fara helst at seta bókina [...] fyri árið. Tó so, at hevur minni enn 10% av lotinum ligið til dømis ligið eystaneftir, er tað ikki tikið við. Soleiðis síggja vit, at eitt nú árið 1936 hava eysturættirnar eftir øllum at døma ikki verið [...] vátt. Neyvt er gingið um, og ymisk met eru eisini at síggja í bókini. Tey eru merkt við reyðum stavum og tí løtt at finna aftur. Til dømis síggja vit, at tað kaldasta vit vita um í august mánað síðan 1875
Hetta er sætta bók hansara við andaligum evni. Sostatt er hann farin fram um Mósebøkurar í tali. Men tær eru kortini rúgvusmiklari, heldur hann. Í bókini setir hann upp tíggju orsøkir til at nýta tungutalu [...] Fríðtór Debes og vísir til Apostlasøguna, har sagt verður frá hvítusunnuundurinum. Tá hendi tað, at menn fóru at tala í tungum, og øll tey, ið til staðar vóru, skiltu teir. Soleiðis hevur verið síðan. Her er [...] eina frágreiðing um tungutalu sum tekin hjá vantrúgvandi. Fríðtór Debes sigur um bókaútgávur sínar, at eins og hinar fimm fyrru bøkurnar hevur hendan sætta eisini andaligt tema. Sum heitið sigur, er tað
bøkur fekk meg at hugsa, at tað er nú harmiligt, at yngra ættarliðið av føroyskum høvundum ikki tora at taka tøk við gerandisdagin og t.d. tora at troyta eina milda poetiska realismu. Undantøk eru so sum Hanus [...] man kann merkja, at Einar Már elskar hesi øru mannabørn á fold og gevur teim ein djúpan og rørandi gravstein í hesi livandi og poetisku skaldsøguni frá 20. øld. hon sum nú er farin. At lesa hesar bøkur [...] fátækari ætt, at øll vóru send í onnur heim at liva. Rundan um henda systkinaflokk og henda sosiala og menniskjaliga sorgarleik hevur Einar Már Gudmundsson spunnið søgugongdina. Hann segði sjálvur, at hann hevur
nógv, ið ikki ynskja at blíva partur av hesi myndini. Tey velja sjálvi at melda seg úr samfelagnum. Tey nokta at liva eftir treytunum, ið samfelagið setur fyri, hvussu ein eigur at liva og doyggja. Viðhvørt [...] januar 2004 (myndirnar eru eisini at síggja á www.eventuelle.dk). Myndlistakvinnan sigur sjálv, at hon ætlar sær at "undersøge ensomheden", og tað hevur hon gjørt við at lesa blaðlýsingar, har myndugleikarnir [...] í býnum at savna pening inn til tann stakkals vallaran, men Niels vildi undir ongum umstøðum taka ímóti olmussum. Ei heldur vildi hann hoyra talan um at flyta inn á heimið fyri fátækrafólk at hvíla seg
teimum veiku og langtan eftir styrki at gera gott. Freista meg ikki! Eg tori ikki at taka hann, enntá ikki at hava hann í varðveitslu uttan at brúka hann. Hugurin at brúka hann vildi borið av megi míni [...] orðavali og setningsgerð, við at koma á tal við lesaran. Av somu orsøk er tað ein gleði at staðfesta, at tann føroyski týðarin hevur megnað at skapa eina endurgávu av tekstinum, sum at kalla onga frástøðu elvir [...] Men latið okkum, áðrenn vit hyggja at ringsins ferð úr Sýsluni, royna at sessa Tolkien í einum mentunarsøguligum samanhangi. Sagt verður, at tað harmaði hann nógv, at Ongland ikki, eins og mong onnur europeisk
tað er henni fyri at takka, at vit í dag hava ein sunnan búskap. At vit klára eitt afturstig, uttan at enda í kreppu. Og at vit eiga nærum tvær milliardir á bók. Sjálvræði krevur, at vit umsita okkara [...] framstigini hava ongantíð verið so stór, sum hesi árini. Fleiri málsøki eru yvirtikin, og klárt er at yvirtaka 24 afturat. Eftir drúgvar fyrireikingar er eitt nú klárt at skipa føroyska fólkakirkju, rættarskipan [...] undir at byggja ellis- og røktarheim til 123 fólk, ein haldfør loysn er funnin á barnaansingini, og pengar eru settir av til herberg fyri heimleys. Tað er Tjóðveldisfloksins uppgáva at prógva, at eingin
til tess at fáa almennu hjólini at mala? Tað hevur ongantíð verið hildið at vera góður politikkur at taka meira inn í skatti enn neyðugt, fyri at almennu útreiðslurnar skulu kunnu rindast. At breggja sær [...] fýra beinum. Hesi eru fullveldi, sosial vælferð, frælst vinnulív og beinhørð búskaparstýring. Men hetta hongur ikki saman, tí í upplegginum verður upplýst, at 24 yvirtøkulógir liggja klárar at avgreiða, tá [...] partar av vinnulívinum eru í djúpari kreppu, og at at tilsvarandi arbeiðsloysi hóttir. Hartil varð avdúkað, at kreppan í stóran mun stavar frá almennari líkasælu og trot á sunnum, mennandi og tryggum karmum
Um hana er at siga, at hon lítið ella einki hevur við Stalin at gera. Bókin hjá Adam B.Ulam, The Man and His Era, Lane 1974, kom út, expanded edition, í 1989. Á síðu 14 í bókini lesa vit, at vanliga verður [...] verður upplýst, at Stalin er føddur í desember 1879?Veruleikin er, at hann varð føddur tann 6. desember 1878. Hvaðani rithøvundurin hevur fingið "veruleikan", fáa vit ikki at vita, men í tí donsku enclypodæiini [...] Berlin. Men vit fáa ikki at vita, at Zjùkov tók ímóti tí endaligu kapitulatiónini, tá Týskland gav seg yvir tann 8. mai 1945, at tað tá kom vátt í reiðrið millum hann og Stalin, og at hann gjørdist verjum
so er bert eftir at snáka sær eitt sindur. Hesin "angin" ger teg kláran at taka ímóti jólunum, sum nú pikkar uppá. Hann reinsar sinni og ikki at tala um, situr tú við einari góðari bók ella Sosialinum, [...] ynda vit, og okkum dámar væl at fara aftur til ta tíðina, tá ið torvið neistaði í komfýrum og á eldstøðum. Roykurin fer allar vegir, tí er kanska ógjørligt at ímynda sær, at roykur kann latast í eitt s [...] Árnanes (niðanvert Kambsdal) at rópa grindaboð, og oyndfirðingar ella hellumen komu oman á Rossarygg ( niðan fyri Skarðið) at rópa. Somuleiðis høvdu fuglfirðingar skyldu at boða hinum frá grind. Skuldu
mikið bílig, at hon kann gerast ogn hjá øllum føroyskum húskjum og arbeiðsplássum ? so hent og týdningarmikil kann henda nýggja bók gerast fyri okkum øll ? at onkur vil meina, at hon eigur at fáa pláss á [...] við bókini at fáa ein føroyskan málbúna á hesum øki. Richard sigur, at bókin er ætlað at verða brúkt í gerandisdegnum. - Hóast tað besta var, at bókin ikki varð brúkt, so vita vit av royndum, at í gerandisdegnum [...] bleiv so, at øll oljufeløgini vildu vera við til at stuðla tiltakinum. Tað var eisini so upplagt at fara til oljufeløgini við hesum, tá hugsað verður um, at hetta hevur so nógv við trygd at gera, eisini