Tilsaman fimm kirkjur. Niels Pauli Danielsen er eisini sóknarprestur í sama prestagjaldi, og fara teir báðir at býta uppgávurnar millum sín. Rennitúr gjøgnum býin Frítíðarítriv hevur Hans Eiler eisini [...] tankarnir aftur, um at fáa mær eina útbúgving, har eg kundi vera í tænastu innan Guds ríki. Eftir HF tók eg eitt sabbatsár og fór til Noregs, har eg arbeiddi á einum háskúla í Birkeland í Suðurnoregi. Meðan
fólkatingið longu í dag. Valið verður so um einar tvær vikur. ÁHUGAVERT verður at vita, hvørja kós teir føroysku politisku flokkarnir fara at leggja seg á, um fólkatingsvalið verður nú umleið eitt ár, áðrenn [...] við danir um skuldina. EITT fólkatingsval nú vil møguliga vera ein gott barometur fyri undirtøkuna teir einstøku flokkarnir vilja fáa til eitt komandi løgtingsval um minni enn eitt ár. Sjálvandi fer úrslitið [...] um hann. At sambandsflokkurin fekk mann valdan var kanska meira í tráð við ta sambandsbylgju, sum tók seg upp um tað mundið. EFTIR okkara tykki hava vit føroyingar brúk fyri at fáa persónar valdar á fólkating
Teir, ið fyri sjeyti árum síðani løgdu lunnar undir Sosialin, høvdu uttan iva verið eins ovfarnir, sum Ólavur á Heygum, høvdu teir vitað, at Sosialurin í 1997 kundi lesast í øllum heimsins londum. Men [...] Men tað er kortini veruleikin. Tað var eitt stórt stig, Sosialurin tók í sínari tíð, tá farið varð undir off-sett tøknina í sjeytiárunum. Sum tíðin leið, var tað heldur ikki nog gott - tí í áttatiárunum var
kin, tá kreppan tók seg upp og vendi deyva oyrað til, tá føroyskir javnaðarmenn, sum stóru við stýrisvøl, royndu at sannføra floksfelagar í Danmark um, hvat var skilabest at gera. Teir vildu ikki lurta [...] danskari síðu móti føroyingum. Tað einasta, ið danskir myndugleikar tí kunnu gera í tí støðu, sum teir sjálvir hava vavt seg inn í í sambandi við bankakanningina, er at bjóða føroyingum eina virðiliga
stuðul, tí teir hava funnist at stjórnini - samtíðis hava teir heldur ikki lovað føroyingum gull og grønar skógir. TAÐ sýnist sum, at danskir politikarar hava gloymt, hvat hetta snýr seg um, nú teir hava gjørt [...] fiskastovnar og fiskaprísir, ið kunnu verða so svikaligir, at teir koppa samfelagnum. Vit hava einki ímóti góðum ráðum frá dønum, men havið tykkara moralsku peikifingrar fyri tykkum sjálvar. Føroyingar [...] nevniliga at kunna plasera ábyrgd. Nú hevur bráddliga eingin ábyrgd men fyri at sleppa undan henni vilja teir kortini lata føroyingum ein skilling ella tveir fyri tort og svie. HÓAST vit føroyingar ikki eiga
herfyri. TÁ hetta er sagt, eiga vit ikki at gloyma, at vit eiga sjálvi høvuðsábyrgdina av tí kreppu, sum tók seg upp í 80-unum. Og tí eiga vit ikki at yvirspæla okkara leiklut og seta dønum órealistisk og órímulig [...] Vit eiga at halda høvdið kalt og við skili og sakligheit at krevja endurreisn av dønum fyri tað, sum teir hava gjørt móti okkum við óhepnari hond og einum ringum vilja. Men tað er ómetaliga týdningarmikið
stjórnarleiðarar og tók tí heldur ikki av eini innbjóðing at vitja í Bretlandi. SPURNINGUR okkara er, hvussu tað ber til, at okkara løgmaður - øðrumegin skuldsetur tingmenn at vera óbúnar, tá teir ikki vilja tosa [...] teirra upprunaligu krøv vóru fullkomiliga burturvið. Men løgmaður hevur eisini skyldu til at brúka teir ráðgevar og tey samráðingarfólk, sum nú einaferð eru sett til at finna eina loysn. Tað er varhugi [...] Hinvegin hava bretar víst sína ónøgd við, at føroyingar ikki komu við einum ella øðrum útspæli, eftir at teir sjálvur komu við sínum á tí næstseinasta fundinum. Er samráðingarnir fæstlæstir mugu vit taka málið
samstarvi millum føroyska og danska javnaðarflokkin. Flokkarnir hava áður samstarvað væl, tí teir hava ásannað, at teir eru partar í eini rørslu, sum gongur tvørtur um landamørk, og tað er at vóna, at vitjanin [...] FORSÆTISRÁÐHARRIN kemur til Føroya í dag, og hann skal vera vælkomin á ríkisfund millum teir tríggjar ríkispartarnar - Grønland, Føroyar og Danmark. Men vitjanin hevur fingið eina aðra dimensión, og nógvir [...] boðaði frá, at Tjóðveldisflokkurin fór ikki at hitta forsætisráðharran. Eins og í fleiri øðrum førum tók formaðurin upp aftur gamla ókonstruktiva leiklutin hjá Tjóðveldisflokkinum at sita uttan fyri ávirkan
við løgmanni á odda hevur verið. Meðan alt gekk tann skeiva vegin ella stóð í stað, áðrenn sambandið tók við í 94, so er alt hetta broytt til tað betra, nú sambandsflokkurin hevur stýrt í fýra ár. ÁLVARATOS [...] politiskum flokkum. Við slíkum framferðarhátti sagar løgmaður og harvið sambandsflokkurin av ta grein, sum teir sjálvir sita á. Tað kemur nevniliga tann dagur, tá hesin flokkur skal til at leita sær nýggjar sa
um hetta, áðrenn løgmaður tók sína avgerð. LAT tað verða sagt beinanvegin, at vit virða rætt løgmans at seta sínar embætismenn til tær uppgávur, sum løgmaður nú heldur teir eiga til eina og hvørja tíð [...] Bretar hava við at skjóta upp miðlinjuna sum fiskimark skapt ein presedens. Teir hava skapt sær sjálvum ein trupulleika, sum teir mugu vísa vilja til at loysa. Harvið er ikki sagt, at vit føroyingar bara [...] MERKILIGA lítið er komið fram um orsøkina til, hví løgmaður tók Árna Olafsson úr Oljuráðleggingarnevndini. Almenna frágreiðing løgmans er tann, at hann prioriterar marknamálið so høgt, at leiðarin har