fólk fyri gjøldur at ditta sær at tosa um skattalætta. Heldur áttu teir at lært av dáragerðunum í 80?unum og farið at lisið uppá, hvat samfelagsstýring er fyri nakað, segði Brynhild Thomsen. ? Men brandútsølan [...] til onkran annan fyri fullan prís. Hesin Bankin, sum við millardum av okkara pengum varð bjargaður fyri at sleppa spekulantum og studningsbarónum undan húsagangi, fekk milliónri fyri at selja bús tykkara [...] eisini, at hetta var ikki so lætt at síggja, nú fiskiskapurin hevur veirð so góður, og virksemið vaksandi síðani svørtu árini 92 og 93, men hon helt, at vit ikki áttu at lata okkum lumpa. Hon segði, at fis
eisini gera okkara ítarsta fyri at koma víðari, sigur Frank Skytte. Hann leggur tó afturat, at lutakastið hevur alt at siga, um eitt føroyskt lið skal hava nakran møguleika fyri at koma víðari í evropeiskum [...] tiknir longri inn á vøllin fyri at byrgja upp fyri litaviska uppspælinum. Tað er tí eitt verjukent útgangsstøði, sum fer at eyðkenna HB. Venja nógv Hópurin hjá HB er væl fyri undan dystinum. Bert ein leikari [...] vita at kalla einki um okkara mótstøðulið. Tað hevur verið nærum ógjørligt at fáa nakrar upplýsingar, sum vit kunnu nýta í fyrireikingunum, til vega. Vit hava ikki ráð at senda ein mann til Litava at hyggja
hevur umsíðir boygt seg fyri tí veruleika, at fakrørslan er ein týdningarmikil skipan í øllum samfeløgum, at ein sterk fakførsla er til frama bæði fyri fólkið og fyri vinnuna, hon ger at arbeiðsviðurskiftini [...] er hetta álvarsmálið fyri alla fakrørsluna, at landsmyndugleikarnir mugu gevast við at brúka fútarættin sum arbeiðsrætt ímóti fakfeløgunum. Tí er neyðugt at fakrørslan streingir á at fáa eina nýggja semingslóg [...] arbeiðsloysi, um tey ikki evna at taka seg yvir í aðrar og nýggjar vinnur. Tí er hetta tann allarstørsta uppgávan hjá fakrørsluni í dag, at vinna arbeiðsfólkinum møguleikar fyri at betra og hækka sín vinnuførleika
fyrstu ferð, at vit hava latið tílíkar virðislønir, og tað var eingin ivi um, at Sigrið skuldi vinna fyri bestu rødd, sigur Sara Reybould, ið er høvuðslærari á sangútbúgvingini. Hon greiðir frá, at tað eru [...] sum eisini dugir væl at samstarva við bæði aðrar sangarar og tónleikarar, og umframt tað, so er hon altíð fús at hjálpa sínum floksfeløgum. Hon hevur ongantíð ov nógvan skund til at rætta eina hjálpandi [...] eru lærararnir á ymsu útbúgvingunum, sum kjósa vinnararan, og tað varð einmælt samtykt, at Sigrið skuldi vinna. ? Hon hevur alt, sum ein góður sangari skal hava. Hon hevur eina ótrúliga rødd, sum spennir
gjørdist greitt, at árið 1997 var serstakliga vánaligt. Roknskapurin vísti eitt hall uppá uml. 5 mió. krónur og tað tyktist tí, at tað var fyri at dekka henda miss innaftur, at avgjørt var at hækkað partapeningin [...] útflytararnar, at Pasadena gavst at sigla, men fyri Skipafelagið merkir tað, at úrslitið fyri 1998 verður munandi betri enn tað var í 1997. Árni Joensen sigur, at hóast hálvársroknskapurin ikki er liðugur enn [...] fyllir ikki skipini og tí roynir Skipafelagið at útvega sær farm á annan hátt. Ein máti at gera hetta uppá er, at fáa útlendsk skip at koma til Føroya at umskipa veiðina. Á henda hátt fær Skipafelagið
tað als ikki vist, at vit kundu heinta inn nóg mikið av kilometrum um tíman fyri at vinna tað sum vit høvdu mist aftur. Annað hugskot var, at vit bert brúktu tann eina motorin fyri at fáa bátin ájavnt við [...] einastu almennu innbjóðingina fyri at vitja og hevði veitt einasta møguliga sponsorin. Eg kendi á mær, at eg hevði eina skyldu til at føra bátin og manningina hagar fyri at vísa okkara takksemi. Men Klaksvíkin [...] eftir at sigla til Íslands. Anders stríddist ímóti máttloysi og ørkymlan. Eg sá, at hann var móður og at hann arbeiddi harðari enn vanligt fyri at loysa henda nýggja trupulleika. Eitt hugskot var at fara
Olsen leggur aftrat, at skúlanæmingarnir eisini verða settir til at hegna fram við landsvegnum. ? Vit hegna fyri at halda seyðinum úti, og tað skaðar ikki, at skúlanæmingarnir sleppa at taka lut í hesum arbeiði [...] Olsen. Men fyri tey, sum fáa arbeiði hevur tað stóran týdning. Tey fáa nakað at fara upp til, heldur enn bara verða heima við hús. Tey sleppa at royna at forvinna sær nøkur oyru ístaðin fyri at fáa peningin [...] Ólavsøku. Felagsnevnarin fyri hevi bæði er, at tey kosta pengar og tí er ikki so galið, at hava summarfrítíðarstarv »hjá landinum«. ? Tað sleppur at bíða Men hvat havast tey so at takast við, tey ungu, sum
Tit eiga ikki at góðtaka, at summi kanska halda, at tykkara tíð er farin. Tit eiga ikki at góðviljað at góðtaka, at tann siðaarvur, hugsunnarháttur, ið hevur ment hetta samfelagið, fer fyri skeyti. Land [...] Einasti máti at verða virdur er at vinna sær virðing, segði hann. Hann helt annars at tað tóktist sum um tey eldru ikki rættiliga hættaðu sær at blanda seg uppí almenna kjakið um, hvussu tey hildu, at tey yngru [...] mong spyrja seg sjálvi, um nøkur vón er fyri framman. Gott at tit hava áræði Annars gleddist landsstýrismaðurin um, at tey eldru høvdu orku og áræði at at skipa fyri einum tiltaki sum hesum. ? Í dag tykist
fokuseraður, og hann hevur brent fyri tí, sum hann hevur gjørt. Tað ræður eisini um at trúgva upp á kjansin, hóast tað tekur tíð at koma fram. Teitur hevur gjørt nógv fyri at sleppa at spæla tónleik. Ta einu tíðina [...] er tað eisini eitt arbeiði at vera tónleikari. Tað ræður um at ansa sær Tað verður ofta sagt um altjóða tónleikavinnuna, at hon er hørð, og at tað er skjótt at koma illa fyri, um tú ikki ansar tær í sáttmálum [...] dømis ikki fara at reka eitt plátufelag. Tað mugu fólkini í bransjuni sjálv gera, tí tað eru tey, sum hava best skil fyri tí, heldur Jógvan Páll Lassen. Hann heldur, at Musikkskúlin er væl fyri og ger góðan
fólkið har norðuri: at tey hava viljan til, og at tey megna at varðveita eina veiðumentan í einum nútímans ídnaðarsamfelag. Og so ikki minst at tey nú av fullum huga virka fyri at varðveita og endurskapa [...] higartil, og at politikkararnir læra seg at »hoyra grasið grógva«. Tað er tað higartil lítið, sum bendir á. Men hetta kann fara at broytast, og enn er ikki ov seint. Jóannes Dalsgaard dylur ikki fyri, at vitjanin [...] ávirkað av viðurskiftum, sum henda sunnan fyri, í teimum stóru ídnaðarøkjunum. Jóannes Dalsgaard heldur sjálvur, at vit føroyingar gera alt ov lítið fyri at sýna áhuga fyri fólkunum, sum liva kring pólkringin