týddar til onnur mál. Hann vísir á, at fyrsta treytin fyri at føroyskar bøkur verða týddar er, at útlendskir týðarar vita av, at føroyskar bøkur eru til, og at tað ber til at søkja týðarastuðul úr Føroyum. [...] ómetaliga torført hjá útlendingum at fylgja við í, hvat kemur út á føroyskum og nærum ógjørligt hjá týðarum og forløgum at gera sær eina mynd av, um ein føroysk bók møguliga er verd at týða, sigur Arnbjørn Dalsgarð [...] hava verið við í teirra verkætlanum, men at tað ikki merkir, at bøkur eru útilokaðar í hesum sambandi. - Als ikki. Eg dugi væl at ímynda mær, at føroyskar bókmentir vóru ein liður í eitt nú mentanarferðum
sagt ikki at grundgeva fyri, at Føroyar eru so smáar, og tí er tað í lagi, at fjølmiðlar, politikkur og vinnulív eru samantvunnin. Júst tað, at Føroyar eru so smáar er fremsta orsøkin til at vera serliga [...] metir, at uppgávan hjá journalistum at vera samfelagsins varðhundur ikki kann sameinast við at vera limur í nøkrum felagsskapi, tí brádliga kann journalisturin koma í ta støðu, at hann er noyddur at viðgera [...] róð fram undir, at tað avgjørt ikki var nøktandi fyri trúvirðið hjá stovninum, at leiðslan í Sortudíki hevði bæði politiskar og vinnuligar bindingar. Tað varð mett at vera stak óheppið, at stjórin í ÚF,
livir upp til áðurnevndu ideal. Ikki tí, at hesi politisku og fíggjarligu bindindi avgera dagliga tíðindaflutningin, men tí lesarin hevur orsøk at spyrja um objektivitetin, tá t.d. politikarar við tilknýti [...] næstu síðunum hevði tað t.d. ikki komið fyri, at stjórin á Danmark Radio var nevndarlimur í Danske Bank, at programmleiðarin var politikari í Venstre, og at tíðindaleiðarin hevði tilknýti til Socialdemokratiska [...] ar um, at føroysku forholdini eru so smá við bert 45.000 íbúgvum, kunnu ikki nýtast, tí tað er ikki neyðugt og kann ongantíð rættvísgerast, at umboð í fjølmiðlaleiðslum eru virkin ella tengd at politiskum
Clusius um fuglar og vitunýru í Føroyum, finst at lesa í Fróðskaparrit 63. Í hesi grein hava høvundarnir umsett og viðgjørt partar av eini forkunnugari bók, ið bleiv útgivin í 1605. Bókin var tá nágreiniligasta [...] bókina merkisverda er, at nógvar av upplýsingunum komu úr Føroyum. Í bókini stendur m.a., at gorfuglur sjáldan sæst við Føroyar og vitjar bara serstøk ár. Í greinini verður víst á, at henda vitan úr Føroyum [...] sum kom á prent fyri yvir 400 árum síðan, breiddi seg víða. Eitt nú lesa vit, at enska navnið á skúgvi kemur úr føroyskum og, at latínsku heitini fyri ávíkavist álkufuglar og súlu stava úr føroyskum. Bókin
Tað er nakað tvætl, at gransking er turrisligt og ringt at skilja. Tað, sum feilar, er at tað eru so nógv fólk, sum ikki duga at greiða frá gransking ella gjarna vilja hava tað at síggja fløkt út, siga [...] Til at fortelja um alt hetta, hava stigtakararnir fingið beiggjarnar Anders og Peter Lund Madsen, sum báðir eru sannførdir um, at gransking ger tað nógv stuttligari at vera til. Tí um man tímir at granska [...] Turið hevði dugað at lýst fjøruna bæði út frá síni heilt egnu uppliving, umframt at hon hevði gjørt tað meir fakliga óvanliga spennandi at lesa um. Svein Magnussen hevði gjørt av at luttaka í kappingini
Vit vita í dag, at fátæksligur málburður á móðurmálinum hevur sum avleiðing, at málbrúkarin gerst heldur ikki kringur á fremmandu málunum. (Eg eigi at nevna, at eg tosi ikki her um “at klára seg” á hinum [...] tíðir. Týðandi er at gera sær greitt, at tó at føroyskt hevur livað hampiliga væl lið um lið við danamál, er hetta støða, ið nú er broytt av alheimsgerðini. Ómetaliga týðandi er at skilja, at verjan í fjarskotnu [...] fremmandum málum, veit væl, at hetta er ikki so. Næmingar eiga tískil at verða kunnaðir um, at avrikini tykjast toluligari á hinum málunum einans tí, at krøvini eru lægri, og ikki tí, at teir nú duga hitt málið
Á hesi samkomuni fingu tey kongaligu hjúnini handaðar fleiri gávur ? m.a. eina bókagávu við trimum bókum, sum lýsa ávís evni innan føroyska mentan: Bókina um listamannin Trónd Patursson, eina bók um føroyska [...] framleiddar jakkar, sum designarin Malan Helgadóttir hevði latið úr hondum. Hon nýtti eisini høvið at greiða frá arbeiði sínum. Og á tíðindafundinum seinni um dagin var júst føroyskur móti og føroyskt [...] framtíðini. Eftir døgverðan í Miðvági var seinasti steðgurin á Hotel Vágum, har tíðindafólk fingu høvið at spyrja tey kongaligu ein hóp av spurningum.
lært verður, at ‘um’ er rættari. Best er at rehabilitera ‘vissi’. Tað eigur at vera frítt at koma við uppskotum um “nýggj orð” (sí heimasíðu hjá Málnevndini). Men tað kann ikki vera rætt, at hesi uppskot skulu [...] Tað fer tí at taka tíð at venja seg við kjá í staðin fyri hjá. Eingin orsøk er til at tvinga ‘havna’ inn í staðin fyri ‘vraka’. Vit mugu eisini koma burtur frá royndum til at tvinga orð til at skifta kyn [...] okkara mál brúkiligari er neyðugt at gera nakrar broytingar. Vit skjóta upp: at endurreisa tað latínska alfabetið; 2. at dagføra grammatikkina; t.d. virða kenniorðini; 3. at tað føroyska hvørsfalsliðið fær
Tað er sera vanligt, at fólk geva eina bók í jólagávu. Tað merkist eisini væl hjá bókahandlunum, at tað eru jól. Leikalund í Klaksvík hevur havt góða sølu hesi jólini, og tað vóru tær føroysku bøkurnar [...] – eitt hjartabarn” er útseld hjá Leikalund í Klaksvík. Tey frá Leikalund merkja sera væl á søluni, at tað eru jól. Tey seinastu 2-3 árini hevur sølan verið sera góð á jólum, og soleiðis var eisini í ár
fyri Georgia og Skotlandi í 2006 festi tankar sínar á blað. Men Uni Arge ynskir ikki at finnast at bara fyri at finnast at. Tí sum hann sigur: – Kritikkur er neyðugur, men vit mugu eisini vera uppbyggjandi [...] Nógv verður í dag tosað um, at fótbólturin er í kreppu, og at landsliðið stendur seg illa. Tá illa gongst, er kritikkur neyðugur. Men vit skulu ansa eftir ikki bara at finnast at, so øll verða púra mótfallin [...] mótfallin. Neyðugt er nú at fara undir uppbyggingina, eisini ta sálarligu, so vit aftur fáa nakað at gleðast um, sigur Uni Arge, sum eisini heldur, at vit hava nógv at fegnast um í føroyskum fótbólti anno 2008