tað, at nú var friður komin yvir flogvallarspurningin, tá ið tingið samtykti herfyri at seta pening av til fasta sambandið um Vestmannasund, men so gjørdi løgmaður Edmund Joensen bart, setti Sámal Petur [...] havnarmenn stríðast sum úlvar á skóg at fáa sær, tí útjaðaraøkini hava havt góðar royndir við hesi skipan. Spøkir aftur Og so er Glyvursnes-projektið eisini farið at spøkja aftur, og er tað bara upp aftur [...] so Tórsvøllin inn í myndina, sum mettur er at kosta einar 26 mió. kr., so verður samlaði kostnaðurin av einum flogvølli á Glyvursnesi einar 1,6 milliardir krónur. Hetta er sjálvandi bara ein rá skitsa, tí
legði fyri tingið, var at minka um oljuavgjaldið. Hetta er nú so høgt, at landskassans meirinntøkur av mvg munnu skjótt fara at vera eins stórar og alt oljuavgjaldið. Vit kunnu staðfesta, at landskassin [...] vanliga fólkahugsan. Uppskotið fekk bert undirtøku frá 4 tingmonnum, Kári P. Højgaard, Marjus Dam, Jenis av Rana og Bill Justinussen. Undanførslan hjá samgonguni og Tjóðveldisflokkinum var sum ikki eina ferð [...] ymsan hátt. Ein máti er at gera barnafrádráttin vaksandi fyri hvørt barnið, sum kemur afturat. Hendan skipan er galdandi aðrastaðni, og hugsanin er helst at økja um føðitíttleikan, sum er ein kendur trupulleiki
skal tú burtur av almenna arbeiðsmarknaðinum. Er tað so rættvíst? Tann sum er 60 í dag er (um heilsan loyvir tí sjálvandi) líka væl fyri sum ein, ið var 50 fyri 20-30 árum síðan. Fleiri av teim, ið gerast [...] at verða viðgjørdur bæði væl og virðiliga, og hóast arbeiðsbólkar hava verið settir, og spurningurin av og á hevur verið havdur á lofti, so er ongin greið støða enn. Semja var í sitandi samgongu at styrkja [...] fleksiblum pensjónsaldri í framtíðini, har tey ið vilja tað, og tey ið ikki orka, skulu varðveita verandi skipan, meðan onnur kunnu sleppa at halda fram á arbeiðsmarknaðinum nøkur ár aftrat.
gjørd Fyri einum ári síðani bað Norðuratlantsbólkurin forsætisráðharran seta í verk eina óhefta kanning av avleiðingun-um, sum ES-stjórnarskipanarsáttmálin kundi fáa fyri viðurskiftini millum Danmark, Føroyar [...] kanningin bleiv gjørd, og varð almannakunngjørd í mars. Hon tekur bara støðu til tann løgfrøðisliga partin av málinum, og vísir millum annað, at stjórnarskipanarsáttmálin verður ikki galdandi fyri Føroyar og Grønland [...] fólkatingsmál, tí teirra einasta endamál við hesum er at skapa rumbul. Líkamikið hvat eitt kanningarúrslit av hesum slagnum hevði víst, so hevði Norðuratlantsbólkurin aftaná sagt, at úrslitið var ikki nøktandi
nú sett veruligan skjøtil á arbeiðið at royna at finna eina skipan, sum skal tryggja, at skipini hjá Strandferðsluni ikki aftur verða rakt av verkfalli. Gongd kom veruliga á arbeiðið mikudagin, tá ið løgmaður [...] hjá fakfeløgunum. ? Tað smakkar mær rættiliga illa, hóast tað bara er fyri eitt ógvuliga avmarkað tal av fólki! Og hann leggur einaferð enn dent á ,at onki verður gjørt, sum fakfeløgini ikki kunnu góðtaka [...] sigur, at landsstýrið hevur ikki verið at tosa við eftir tað. ? Tað er harmiligt, men tað mugu vit so av álvara taka upp við felagið. Tað er heilt greitt, at tað hvílur ein heilt serlig ábyrgd á landsstýrinum
at byggja virki til reinsing av slógvi frá alifiski. Grundøkið er um at vera klárt. Grivið verður í løtuni fyri kloakk og øðrum leiðingum, sum bindast skulu í verandi skipan longri inni á havnarlagnum, [...] tíðina. Fyri ikki so øgiliga langt síðan var at kalla bara ein bátur, sum róði meira ella minni fast út av Eiði. Nú eru fleiri komnir afturat, umframt at bátar aðrastaðni eisini leggja regluliga upp á Eiði [...] grundstykkjum. Ognarviðurskiftini eru ikki heilt komin upp á pláss enn, og samráðingar eru í løtuni um keyp av lendinum, sigur Tordur Niclasen. Men áhugin er stórur, og fyrispurningar eru um øll stykkini. Tvey
landsstýrismanni við lógarmálum. Øðrumegin undrast tingmenn á, at Høgni Hoydal tók málið um vernd av persónsupplýsingum úr teirra hondum. Og hinumegin hótta peningastovnarnir við at leggja sak ímóti [...] greitt, at landsstýrismaðurin skal orða eina kunngerð, sum skal forða fyri, at persónsupplýsingar fara av landinum, og tí noyddist eg rætt og slætt at gera soleiðis, sigur Høgni Hoydal. Nóg góða tíð Løgtingið [...] Nú gjørdist málið akutt, sigur Høgni Hoydal, tí Gjaldstovan og onnur skuldu taka støðu til, hvørja skipan, tey skuldu hava, og tí noyddist hann at skera ígjøgnum, sigur hann. Í blaðnum í gjár segði Jógvan
dagført á hesum øki,. annað er so, at fyri tveimum árum síðani, tá ein nýggj skipan varð gjørd, og landskassin rindaði 50% av íløgukostnaðinum, sum eina kompensatión, hetta sum var avtala millum land og [...] mál at umsita, sum eitt nú skúlaøkið. Eyðólvur má veruliga vita betur Tá so hugt verður eftir eini av grundgeving Eyðólvs fyri, at tað er lívshættisligt at leggja skúlan reint í kommunalar hendur, vísir [...] bæði skeiv og grundleys, og hon er upp aftur meiri politisk enn praktisk, men hon verður eisini givin av eirindaleysum javnaðarmanni, fyri at gera álop á eina fólkafloksstýrda kommunu og núsitandi landss
móti vandamiklum maskinum. Í dag fevnir arbeiðsumhvørvi um vælferð, fyribyrging, best møguliga skipan av arbeiði út um vernd móti vandamiklum maskinum. ? Ein annar avgerandi munur er, at við hesum lóg [...] eftir vegleiðing og í samstarvi við feløgini á arbeiðsmarknaðinum og við vegleiðing og undir eftirliti av Arbeiðseftirlitinum. Í viðmerkingunum verður upplýst, at landsstýrið heitti í 1988 á Arbeiðsumhvørvisráðið [...] ráðið metir umstøðurnar og viðurskiftini annars í Føroyum og Grønlandi vera so lík, at stórir partar av grønlendsku lógini eisini hóskar til okkara viðurskifti. ? Ráðið hevur eisini kannað rættarstøðuna
veruligt glið á samráðingarnar, sigur hann. Men sostatt hevur Høgni Hoydal eisini fingið viðhald í einum av sínum høvuðskrøvum, nevniliga, at spurningurin um nýggju fólkaskúlalógina skal ikki tengjast uppí sjálvar [...] Hansen, hava lovað nakað, sum teir ikki megna at halda. ? Vit hava ikki lovað, at at seta meiri pening av til skúlan, ella at leggja eykajáttanir fyri tingið. ? Vit lova bara tað, sum vit kunnu halda. ? Tað [...] skal eydnast at skapa álit aftur ímillum Lærarafelagið og Lansstýrið. Høgni Hoydal heldur, at tað er av størsta týdningi, at mál verða loyst í sátt og semju, heldur enn við verkføllum. ? Men skal tað eydnast