Dygd Fyri mánaði síðan, tá byrjaðu Borgar og Óli Hans at framleiða seym í ymiskum støddum, og nú hava teir so selt teir fyrstu pakkarnir av Dygd. Hesir eru seldir til nakrar av timburhandlunum í Føroyum [...] Føroyum. T.d. hava Varpið í Klaksvík og Balslev í Havn keypt nakað fitt av seymi. Men tó eru ikki allir timburhandlarnir sinnaðir at keypa Dygd, hóast dygdin er í lagi. Trupulleikin er, at timburhandlanrnir fáa [...] fáa seymin bíligari frá stórfyritøkum í grannalondum okkara. ? Orsøkin til hetta er, at seymurin ofta verður keyptur saman við øðrum, og so fáa handlarnir ein samlaðan avsláttur, sigur Borgar Biskupstøð
møti við breyðbróting. Nebo á Toftum Hjúnamøti verður í kvøld kl. 21. Beinta og Absalon Áargarð luttaka. Evangelisk møti í »Jopo« húsinum í Runavík Í kvøld kl. 20 møti við Eivin Bringsberg og øðrum. Sunnukvøldið [...] Mari Johannesen. AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í gomlu lærarahúsunum. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla (gamla læraraíbúðin). AA-fundir verða í kvøld kl. 20 og kl. 22.30 [...] KFUM & K í Havn Eldrasamkoma er í KFUK mánadagin kl. 15 v/ Teimum fýra. Várgleði (børn 4?10 ár) er í KFUK týsdagin kl. 17?18.30. Ebenezer, Tórshavn Sunnudag kl. 12: Sunnudagsskúli. Sunnukvøld kl. 18:
nógv kjak verið í bløðunum millum teir báðar ítróttarpionerarnar í Havn, Poul Mikkelsen og Heðin Mortensen, og sum skilst eru teir als ikki samdir enn. Klandur og ósemja Býráðið setti í summar eina nevnd [...] eru í hvussu er 5.5 mill. krónur, ið skulu fáast til vega innan arbeiðið kann fara í gongd. Men Poul Mikkelsen segði at nevndin fer at arbeiða við at fáa sponsorar og aðrar stuðlar innan 1. Januar. Tíðarætlan [...] nevnd, sum skuldi koma við einum tilmæli um ætlanina í seinasta lagi 1. november. Í hesi nevnd vóru valdir Poul Mikkelsen og Heðin Mortensen umboðandi býráðið og ÍSF, og eisini vórðu umboð fyri Fótbóltssambandi
fyri fyrireikingunum til hesa stóru framsýning. Teir vóru í Føroyum fyrr í ár fyri at gera sær eina mynd av tí, sum rørist í føroyskari myndlist í dag. Teir hava so sjálvir valt út verkini, sum eru á fr [...] framsýningar sum henda verða í fleiri av okk-ara grannalondum. Í hesum sambandi kann nevnast, at ein stór listaframsýning verður fyrireikað á Den Frie í Keypmannahavn. Hon verður í vár. [...] sum hon er í dag. Ótrúligur blíðskapur Býráðsformaðurin í Havn er sera fegin um, at íslendingar eru farnir at vísa føroyskari list so stóran áhuga og sigur, at framsýningin annars er fult í tráð við tað
Hagin, sum í gjár skartaði í gulum, brúnum, gráum, liggur hvítur og blankur, innrammaður í eitt lítið vindeyga. Myndin er vovin saman við ráki um Stongina og litbrigdum í fjørðinum. Hon er »suveren«, [...] Mánaðirnir eru vorðnir tjúgu í tali. Nú kavar hann aftur av møkum. Rossini niðri í dalinum standa í einum trunka og snara øll í somu ætt. Fjørðurin er horvin og hagamyndin kám. Eg síggi klárari og klárari mína [...] einastandandi, fræls, hvílir í sær sjálvum. Myndir hava tað við at koma og hvørva, seta seg í hugan og umskapast í upplivan. Eg hugsi um vinkonu mína, sum komin er nakað til árs. Hugsi um svartakálk, gler
Mánaðirnir eru vorðnir tjúgu í tali. Nú kavar hann aftur av møkum. Rossini niðri í dalinum standa í einum trunka og snara øll í somu ætt. Fjørðurin er horvin og hagamyndin kám. Eg síggi klárari og klárari mína [...] og hvørva, seta seg í hugan og umskapast í upplivan. Eg hugsi um vinkonu mína, sum komin er nakað til árs. Hugsi um svartakálk, gler, illfýsnan fyrrapart og so Ásu, sum gleið niðri í Jónasi Broncks. Tað [...] frá arbeiði og riggaði illa í kondiklæðum og Nike-skóm, men Ása, yvir henni var stílur sum altíð! Ein flottur fulltrúi í drakt, frakka, hatti og blankum svartaskóm. Við stavi í hond og giktini hamrandi gjøgnum
fótbóltsspælarar eru farnir í hi, og teir fara ikki út aftur á graslíkisvallirnar fyrr enn síðst í januar ella fyrst í februar. Men hetta er ikki tað sama sum at alt lív í føroyska fótbóltsheiminum er [...] góðkenning av uppskotum til sáttmálar, sum feløgini høvdu sent inn. Í sáttmálanevndini eru Torleif Sigurdsson, formaður í FSF, sum er formaður í sáttmálanevndini, Jógvan Amonsson, grannskoðar, og Christian Andreasen [...] staðni í fyrstu atløgu hevur fingið: ? Á aðalfundinum fyrst í hesum árinum kunnaðu vit um standard sáttmálan, sum vit vilja hava, at avtalurnar millum feløgini og spælararnar skulu gerast eftir. Í fyrstu
flogvøllin. Í oktober í ár hava 9.389 fólk ferðast um flogvøllin, sama mánað í fjør var talið 9.128. Hetta er ein vøkstur uppá 2,9%. Annars hevur flogferðslan higartil í ár verið ógvuliga reglulig, við sera fáum [...] Frá 1. januar til 31. oktober í ár komu og fóru 108.075 fólk um flogvøllin. Sama tíðarskeið í fjør var talið 103.103. Hetta er ein vøkstur uppá 4,8%. Alt árið 1997 komu og fóru 117.361 fólk um flogvøllin [...] vindprofilradarin er nú uppsettur á flogvøllinum, og verður hann royndarkoyrdur í løtuni. Nær hann verður tikin í nýtslu í samband við flogferðsluna er ikki greitt enn. Loftferðslumyndugleikarnir skulu
Framgongdin í lønargjaldingum var 11%, tá sammett verða tíðarskeiðini frá oktobur til septembur í 1996/97 og 1997/98. Serliga stórur vøkstur var í fiskiskapi har hann var 22%, í byggivinnuni 28%, í handli og [...] vøksturin í lønargjaldingunum í almennum tænastum er minni enn hann er í privatu vinnunum. Gera vit eina einfalda framrokning, so fara samanløgdu lønargjaldingarnar at verða í mesta lagi um 4,1 miljard í 1998 [...] ársfjórðingin í ár, er víst á myndini niðanfyri. Mynd 2: Meðal húsaprísir í Havn og í landinum sum heild í ársfjórðingum Kelda: Føroya Sparikassi Húsaprísirnir øktust nógv frá 1995 til 1997. Men í ár hevur
Nicholson Í januar í komandi ári fer Hollywoodstjørnan Jack Nicholson at fáa eina heiðursløn fyri drúgva arbeiði sítt innan undirhaldsvinnuna. Heiðurslønin - 1999 Cecil B. DeMille Award - verður handað í sambandi [...] kunnu siga alt ov nógv um innihaldið í filminum. Havandi í huga, hvussu vælumtóktir Boyzone eru í løtuni, skal tað verða løgið, um filmurin ikki fer at verða væl fagnaður í kykmyndahøllunum kring allan heim [...] Kate Moss er annars í seinastuni fleiri ferðir sædd í býnum saman við teimum Liam og Noel Gallagher úr Oasis, og teir eru ikki júst kendir fyri at verða friðarligir, tá ið teir eru í býnum. Boyzone gera