inn í húsini, sóu tey, at eldur var í eini sofu, men hann hevði ikki breitt seg. Ongin var í sofuni, men ein maður lá og svav í einum øðrum kamari, men har var ongin roykur, so hann varð fingin út í øllum [...] Tíðliga í morgun, klokkan 5.45, varð boðað frá eldi í einum húsum í vesturbýnum í Havn. Tað var eitt fólk, sum kom gangandi fram við húsunum, sum varnaðist eldin, og fekk boðað frá. Sløkkiliðið og løgreglan [...] ahúsið til kanningar. Sofan varð blakað út í tún, so eldurin breiddi seg ikki, men nakað av roykskaða er kortini hendur. Løgreglan veit ikki, hví eldur kom í.
nógv, at løgreglan varð tarnað í royndini at sleppa framat á Borðoynni, har eldur var í einum húsum. Sostatt mátti løgreglan í nátt venda við aftur og kós verður aftur í dag sett móti brendu húsunum. Tað [...] klokkan 3 í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um, at fiskakassar fuku runt á keiðini í Leirvík. Løgreglan ringdi til brandmeistaran á staðnum, sum síðani tryggjaði fiskakassarnar. Tað var fitt av vindi í nátt [...] Fámjinsvegnum eru um 28 m/s, meðan mátingarnar á Oyndarfjarðarvegnum siga 28 m/s, og á Gjáarskarði upp í 32 m/s.
Stutt eftir klokkan 1 í nátt, fekk løgreglan fráboðan av Argjum um, at stórur eldur sást loga á Borðoynni. Løgreglan kannaði málið og tað vísti seg at vera eldur í einum húsum í Bjargamannadali. Talan [...] nógvur vindur var í nátt. Tískil fingu tey ikki farið inn og kannað málið, men tey hava verið í sambandi við eigaran av húsunum, sum sigur, at eingin var í húsunum. Løgreglan metti tí støðuna í nátt sum verandi [...] Talan er um hús, sum fólk hava í haganum, til tá hagin í økinum skal røkjast. Vakthavandi greiðir frá, at løgreglan og brandmeistarin fóru við tyrlu norðureftir og nakrir løgreglumenn vóru við, men tey sluppu
Í dag, 9. juni, er eitt ár síðani, at Varðin Pelagic á Tvøroyri brann. Tað var fyrrapart, at eldur kyknaði í virkinum og innan stutta tíð varð skúlin á Tvøroyri evakueraður, eins og fólk vórðu biðin um [...] Eldurin vaks í vavið og út á seinnapartin bleiv alt innan 1 kilometur frá virkinum sperrað, meðan sløkkisliðsfólk bardust við at basa eldin. Bæði verjuskipini spulaðu við fullari orku á virkið í meira enn [...] síðuna hendan dagin fyri einum ári síðani. Tú kanst eisni trýsta her fyri at síggja myndir frá degnum í fjør.
Løgreglan veit ikki enn, hví eldur brádliga kom í ein lastbil á Kaldbaksvegnum mikudagin. Eldurin var stórur og login stóð langt upp úr lastbilinum og tjúkkur, svartur roykur fór upp í loft. Avleiðingin var, [...] góða løtu ímeðan eldurin varð sløktur. Ongin fólkaskaði var, men løgreglan fer nú at kanna, hví eldur kom í bilin. Men bilurin fekk stóran skaða, alt stýrihúsið er kolað upp, so spurningurin er, hvat er [...] onkur vitni, sum sóu eldin og tey skulu eisini avhoyrast. Men løgreglan sigur, at tað er í onkustaðni frammi í stýrhúsinum, ella undir tí, at eldurin er kyknaður, tí lastin er mestsum heil og óskalað.
Eldur er í lastbili við Kaldbakstunnilin, og tí hevur løgreglan stongt Kaldbakstunnilin. Løgreglan heitir á fólk um at brúka Oyggjarvegin ístaðin. Roknað verður við, at tunnilin verður stongdur ein tíma [...] tíma afturat. Lastbilurin stendur í ljósum loga á tunnilsvegnum Kollfjarðarmegin, og nógvur roykur kemur frá eldinum. Sløkkiliðið er komið á staðið at sløkkja eldin. Eingin mansskaði var av eldsbrunanum
skal tryggja goymsluna, skuldi eldur komið í. Eingi vindeygu eru í nýggja trolvirkinum, men her verða bæði vindeygu og hurðar, tá bygningurin stendur liðugur. Inni á gólvinum í høllini stóðu nevniliga bæði [...] klár at seta í. Skerast skal fyri, og síðan verður sett í. Sama er á takinum, har takvindeygu verða, soleiðis at nógv dagsljós fer at koma niður í arbeiðs-og goymsluhallirnar. Hóast bygningurin í dag kanska [...] goymslubygninginum. Umsitingarbygningurin er í trimum hæddum, har hvør hæddin liggur um 200 fermetrar. Í bygninginum er skilaveggur, ið líka sum deilir hallirnar í tveir partar, harav arbeiðshøllin er stívliga
"Eldur í Søldarfirði" hava fleiri fólk skrivað og ringt til Miðlahúsið um seinastu løtuna. Men á løgreglustøðini í Havn siga tey, at tað er loyvdur eldur. Tí í Søldarfirði hevur onkur fingið loyvi til [...] ikki vandi á ferð, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at eisini hjá teimum verður dúgliga ringt um eldin í Søldarfirði.
eld ymsa staðni í landinum komu at kalla samstundis, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. Tí eins og ein lítil eldur kyknaði orsaka av sveisiarbeiði í hangarinum á flogvøllinum í Vágum, so vóru eisini [...] eisini boð um eld í Saltsiloini á Tvøroyri. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at boð kom um, at eldur var í. Men tá ið átaksleiðarin hjá sløkkiliðnum á Tvøroyri kom á staðið vísti tað seg, at tað var [...] var falskur alarmur. Arbeiðsfólk vóru í Saltsiloni, og hesi høvdu pussað betong. Og støvið frá betonginum ávirkaði fráboðanarskipanina so, at boð komu um eld.
staðnum. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at ein hevði sveisað í hangarinum og ein glóð i hesum sambandi var dottin niður í eina pappeskju og hevði fest í pappeskjuna. Men tað var bara pappeskjan [...] Fyrr í dag fóru brandbilar og løgreglubilar ýlandi vestur á flogvøllin, men tíbetur var ikki tørvur á teimum. Fráboðan kom um, at eldur var í hangarinum á flogvøllinum, men tá ið avtornaði var tað so mikið [...] pappeskjan, sum tók skaða, tí tá ið fráboðanin kom um at eldur var í, fingu fólk á staðnum sjálvi sløkt eldin í pappeskjuni. Fleiri almennir og privatir bygningar hava beinleiðis samband við mynguleikarnar umvegis