heimsbúskapinum, stendur í fráboðanini. Men fátækastu limalondini í IMF skulu verjast. IMF, sum er partur av ST-skipanini, varð stovnaður saman við Heimsbankanum eftir seinna heimsbardaga. Endamálið var [...] fíggjarmálaráðharrunum í BRICS undan einum toppfundi í Brasil sunnudagin og mánadagin. BRICS-londini, sum fevna um Brasil, Russland, India, Kina og Suðurafrika, vilja hava eitt brot við siðvenjuna við evropeiskari [...] styrkt í leiðsluni hjá IMF fyri at vinna á ótíðarhóskandi gentlemanavtaluni eftir seinna heimsbardaga, sum er óhóskandi til verandi heimsskipan, skriva fíggjarmálaráðharrarnir í felagsyvirlýsingini. Samstundis
tað illa við, at miðvallarin Beinir Nolsøe beinanvegin noyddist av vøllinum, tí hann var skaddur. Talan er um vøddaskaða av tí slagnum, sum fyrr í ár hevur argað. Tað plagar at taka vikur at koma fyri seg [...] Diop, sum seinastu ferðirnar hevur verið besti maður, var skaddur, og Ragnar Joensen leikbannaður. Nikolei Johannesen, sum annars er miðvallari, var miðverji saman við Bartal Einarsson Petersen, sum var [...] áðrenn TB tvær ferðir svaraði aftur. Síðstu 20 minuttirnar skoraðu Nikolei Johannesen og Mohamed Samba, sum var liðformaður, nú Ragnar Joensen var leikbannaður. NSÍ skifti Brandur Hendriksson Olsen og Klæmint
skjótt vaksandi hópinum av arbeiðarafamiljunum, sum fluttu til Havnar, har tey leigaðu seg inn í trongligar kjallarar. Byggjaríið av raðhúsunum var sostatt slóðbrótandi bygging, sum ymiskir byggiharrar stóðu [...] stóðu fyri. Í nógvum førum ognaðu handverkarar, sum smíðaðu húsini, sær sjálvum eina búeind til familjuna. ##med3## Sum sagt, hava fólk í grannalagnum tikið seg saman at skipa fyri loppumarknaði í dag, [...] sunnudagin 6. juli kl. 14.00, har øll eru vælkomin. ##med2## Sum tættasta búseting landsins eru parkeringsviðurskiftini út av lagi í økinum - so skilagott er at parkera burturfrá.
fyri øllum ofrunum, sum eru rakt av hesum ræðuliga sorgarleiki. Vatnið fór at minka um Guadalupe-áina í gjár. Men alt økið kring stóru býirnar San Antonio og Austin, sum vórðu rakt av flóðalduni, er undir [...] eftirliti av veðurfrøðingum. Hósdagin ávaraðu myndugleikarnir í Texas um, at vestur- og miðparturin av statinum kann verða raktur av nógvum regni og torustormi komandi dagarnar. Enn undraði nøgdin av regni [...] Tom Green County, skrivar AFP. Talið av børnum, sum eru deyð, er framvegis 15 eftir seinastu dagføringina. Fleiri fólk eru eisini saknað - harímillum fleiri børn, sum gistu á summarleguni Camp Mystic. Sambært
2025: Dávur Juul, sum nú situr á øðrum skeiði sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, hevur áður sagt, at tað var dreymurin um eitt frítíðarítriv, tá hann fór at gevast at sigla, sum førdi hann á ovastu [...] treysti og bjørtum vónum fyri kommununa og fólkið, sum her býr, at Dávur Juul nú er farin undir sítt næsta skeið sum borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sum umframt Fuglafjørð, eisini fevnir um Kambsdal og [...] seinasta, gjørdist úrslitið, sum væntað frammanundan. Tá til stykkist kom, kom alt upp á pláss sum meirilutin hevði ætlað. Dávur Juul var alla tíðina rímiliga tryggur við ta avtalu, sum hann og listi hansara
meira enn 37 billiónir dollarar. Atfinningarnar hjá Musk av hækkingini av skuldarloftinum við lógaruppskotinum er í samsvari við politisku linjuna, sum hann hevur talað fyri í forsetatíðini hjá Trump. Stutt [...] skerd millum stovnanina av deildini í januar og mai. Tað svarar til 260.000 størv av 2,3 mió. Musk fór úr Doge seinast í mai. Boðað varð frá byrjan av, at hansara leiklutur á deildini fór at vera fyribils [...] lógarpakkan, sum Trump sjálvur hevur kallað "Big, Beautiful Bill". Lógarpakkin varð samtyktur í Umboðsmannatinginum hósdagin, og fríggjadagin - á amerikanska sjálvstýrisdegnum - varð hann undirskrivaður av Trump
FC Suðuroy og 07 Vestur í summarfrí. Innanhýsis uppgerðin millum hesi bæði feløgini, sum eru tyngd av hóttanini av at flyta niður, endaði við 4-3 heimasigri á Vágseiði. Hetta er triðja ferðin í ár, at [...] kensla, tá ið Dánjal Godtfred setti fótin undir bóltin, sum fór í netið. Tað sigur Pól Thorsteinsson, sum saman við Palla Augustinussen hevur ábyrgdina av FC Suðuroy liðnum. Fríði Holm átti uppleggið, tá ið [...] fleiri enn tvey mál. Tað gjørdi FC Suðuroy eitt nú í heimadystinum ímóti B36, sum koppaði øllum á høvdið og vann 3-2. Tað kendist sum stórt vónbrot. -Eg eri fegin um, at vit megnaðu at svara aftur, hóast 07
úti í Heimaey. Víkingur sum hevur 15 stig fleiri enn ÍBV hevði sett nøsina upp ímóti einum sigri, men mátti taka til takkar við javnleiki 0-0. Víkingur hevði bóltin 72 prosent av tíðini, og teir høvdu fleiri
spælaranum, sum er toppskjútti hjá EB/Streymi. So kendist tað sum um, at EB/Streymur var á sigurskós, tí tíðin arbeiddi fyri gestirnar. Tíggju minuttir undan leikloki kveiktist spenningurin av nýggjum, tá [...] Tað endaði 2-2, tá ið B68 í kvøld hevði vitjan av EB/Streymi. Tá ið síðsta bríksl ljóðaði mundu tað vera heimamenninir, sum høvdu orsøk at vera nøgdari enn gestirnir. EB/Streymur legði seg beinanvegin [...] spískum bóltin framvið Rasmusi Nilsson, sum í dag vardi málið hjá B68, og upp í nettakið. Búi Egilsson hevur nú skorað fýra mál í EB/Streyma búnanum. Búi Egilsson, sum var fremsti maður hjá EB/Streymi, átti
stjórnin fer at senda eina sendinevnd til Katar at samráðast um eina avtalu um vápnahvíld og leysgeving av gíslum í Gaza. Tað sigur ein ónevndur ísraelskur embætismaður við ísraelskar miðlar - eitt nú Channel [...] kemur ein dag eftir, at hernaðarrørslan Hamas segði seg vera positiva um eitt vápnahvíldaruppskot, sum hon hevði fingið fram. Hamas segði eisini, at rørslan er til reiðar at fara undir beinleiðis samráðingar [...] USA. Mikudagin segði amerikanski forsetin, Donald Trump, at Ísrael hevur góðtikið fleiri treytir, sum skuldu takast við í framtíðar avtalu um 60 daga vápnahvíld í Gaza. Hetta hevur Ísrael tó ikki váttað