Ein dagin tað var óveður, lógu vit út fyri Bakkafjørðinum, og tá settu vit bátin út og fóru í land at heilsa upp á fólk, tí tað vóru nógvir mans við, ið vóru væl kendir á Bakkafjørðinum. Tað var so fyrstu [...] Tað vóru ikki allir, sum kendu Bakkafjørðin frá útróðri, og ein teirra var Oddfríður Gregersen. Men ókendur var hann heldur ikki. - Nei, ikki heilt ókendur. Eg var við Boðasteini og fiskaði sild við snerpunót [...] Boðasteini var á Bakkafjørðinum vóru eingir føroyingar har, og tað vóru menn av skipinum, sum vóru kendir har, ið tóku stig at fara í land. Serliga skiparin var væl kendur har, og vit vóru allir inni hjá einari
Sigurðsson tá, at kommunan fór at bjóða privatum at reka tað, men um so var, at tað ikki bar til, so var kommunan klár at traðka til og gera tað sjálv. Sostatt vóru útlitini heilt góð fyri at havnarborgarar [...] tørv á eini fimleikahøll, meðan privat kunnu leiga tað til at spæla fótbólt og annað. Kanska verður tað eisini opið um dagin til børn, men so verður tað eitt kommunalt tilboð, sigur Gunvør Balle. [...] samstarv við LISA at skapa smærri básar, so at yngri fólk, ið ikki eru etableraði enn, kunnu vera inni har. Tað er ein dialogur vit eru í, men enn er eingin endalig avgerð tikin, sigur Gunvør Balle um tí ovaru
roynir aftur eina aðru ferð at stilla upp. Tað sama sigur Elisabeth D. Eldevig Olsen. Hon heldur tað ikki vera rætt at sita í kommunustýrinum ár út og ár inni. Tað er eftir hennara tykki rætt at fara út eitt [...] eitt skifti, men so ber til at fara inn aftur. Tað var ikki arbeiðsbyrðan, sum fekk hana til ikki at stilla upp aftur hesa ferð. So strævið var tað heldur ikki, sigur Elisabeth D. Eldevig Olsen. Hon hevur [...] um nærumhvørvið, heim, mann og børn. Tað liggur so djúpt í kvinnum. Men hetta er sera spell, tí kvinnur hava nógv at gera í politiska arbeiðinum. Onkur gitir, at tað er trekari at fáa kvinnur at stilla
Luttøkan var góð. Í summum førum var kappingin tøtt, og harvið kendist tað soleiðis, at tað kanska fer at verða spennandi og tætt í FM kappingini. Í øðrum øðrum førum varð róðurin soleiðis, at tað longu nú [...] bátarnar, enn tað hevur verið, tá ið tað hevur verið ligið longri út á róðrarárið. Sjálvandi fer tað eisini at verða soleiðis í ár. Men tá ið umboðini hjá RSF heita á feløgini um at venja startin og tað, sum byggir [...] so kennist tað ikki so hugaligt. Tey, sum fylgja við í kappróðri, vita, at tað er neyðugt at brynja seg við toli, men tað skal valdast. Veður og vindur mugu sær sjálvum ráða. Alt tað, sum tað stendur í
bryggjuni í Norðdepli. Og tá lagt varð at, var bryggjan loðin av fólki. Tey vildu síggja og meta um, hvat tað var, sum funnið var. Hvussu tað sá út, og um tað mundi hava nakað virði. [...] klárir og fingu hendur á boyuni og tóku inn tað, sum hongt var í. Tað var maskintelegrafurin. Lagt varð at Dragabergi, og fongurin fingin umborð. Og hetta var dagur í viku. Hurrarópini geltu, og menn slerdur [...] við kurvini. So var kortini ikki. Men heilt sørt var tó ikki. Ein fótur til ein annan maskintelegraf og eitt kúgveyga av skipinum vóru í kurvini. Tá alt var komið á dekkið á Dragabergi, var bara at hava tol
landgrunninum veksur upp inni við land, og tað er sera umráðandi at smáfiskurin frið, so at hann sleppur at seta til tann vaksna stovnin, siga teir tríggir flokkarnir. Men nú málið var til viðgerðar í Løgtinginum [...] Tað er nú greitt, at allar leiðir innanfyri tríggjar fjórðingar verða ikki friðaðar fyri øllum vinnuligum fiskiskapi við línu, soleiðis sum Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ætlaðu. Endamálið [...] Løgtinginum fekk tað so nógvar ákoyringar, eisini frá limum í Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, at semjan fór hálvavegna í upploysn. Ført varð fram, at hetta fer at forkoma útróðrinum sum vinnu her á
ljóða, so kann eg ikki standa inni fyri tí. Har var so nógv av tí, sum eg segði, sum ikki kom við, og tí kom tað, sum kom við í sendingina at ljóða sum nakað heilt annað enn tað, eg hevði ætlað. Eg hevði heldur [...] heldur ikki møguleikan hoyra hinar partarnar og so kunna regera upp á tað. Tað sigur Katrin Ottarsdóttir, filmsleikstjóri, í viðmerking til filmsprátið í Degi og Viku í kvøld. Kenni meg enn einaferð [...] teir í meiri enn 30 ár. Afturat dreyminum havi eg tó eisini so drúgvar royndir, sum gera at eg kenni tað sum mína skyldu at hava eina realistiska meining um tingini, sigur hon og leggur afturat: Men kanska
at venda sær til egnan kommunulækna, og Heri Mørkøre veit ikki meira um tað. Fleiri sløg av heilivági Apoteksverkið liggur inni við øllum sløgunum av heilivági, sum finnast, og bíløgd eru koppingarevni [...] koma til Føroya um tveir-tríggjr mánaðir. Heri Mørkøre heldur tað vera ilt at vita frammanundan, hvussu stórur tørvurin verður á heilivági, tí tað er ymist, hvussu heilivágurin virkar. Landsapotekurin minnir [...] minnir á, at krímsjúkur koma við jøvnum millumbilum. - Og so kunnu vit fegnast um, at tað er summar nú, tí tað vanliga er, at krímsjúkur breiða seg um veturin, sigur Heri Mørkøre, sum ikki sær festivalar
aftur um tað sjónliga fyri at finna duldar og nýggjar søgur. Serliga eru tað søgurnar, sum fjala seg handan andlitið á persónum, sum Árni Nicolajsen roynir at mana fram. - Tú kanst kalla tað eina eksp [...] bæði við pensli og einum stálsvampi; teir sum man reinsar grýtir við. Tað gevur ein ullintan heitan virkning, sum mær dámar væl. Tað gevur myndini ein droymandi og óveruligan dám. Tær verða dreymakendar [...] ekspressionistiska mynd av persóninum. Eitt persónligt úttryk fyri, hvat fyrigongur inni í persóninum, sigur listamaðurin, sum hevur sín egna máta at fáa hesi úttrykkini fram. - Eg brúki nokso turrar vatnlitir
tó sæst tað aftur á prísinum. Av tí at nógvir bátar vóru inni og landaðu í senn, trýsti tað tó prísin nakað niður, tí útboðið vaks. Upsa- og toskaprísurin er fallin nakað seinastu tíðina, men tað er tó ikki [...] ómetaliga góður seinasta hálva árið, og beint fyri jól var hann náddur so langt upp, at hann sjáldan hevur verið hægri. Nú er prísurin tó dalaður nakað aftur. Tað er væntandi, at flestu bátarnir leggja frá landi [...] av løttum. Veðrið hevur eisini verið so ringt, at Norrøna avlýsti túrin til Hanstholm mánadagin, tí tað hevði ikki borið til at komið aftur til ásettu tíðina. Eingir av partrolarunum hava verið til fiskiskap