kunnu gita, um hetta er tí, at tingfólk eru troytt og vilja hava jólafrí, ella um orsøkin er, at tess skjótari tey fáa hurrað málið ígjøgnum uttan spurningar, tess lættari er tað at fáa málið [...] rin hevur verið huldur í, kámast, ella um flokkurin er við at læra seg at siga, hvar skápið skal standa - kunnu vit kjakast um. Men eyðsæð er, at skal flokkurin vinna sær undirtøku aftur, so má hann [...] á hesum stað, at Javnaðarflokkurin hevði spent bogan so nógv í samgonguni seinastu dagarnar, at hann kundi ikki slaka - uttan at verða gjørdur totalt til láturs. Nú kenna vit ikki tilgongdina
eldraøkið skal flytast út til kommunurnar at umsita, so skal talan vera um fáar og sterkar kommunueindir. Og tað er eitt skilligt krav. Eyðsæð er, at um allar kommunur skulu hava fólkaatkvøðu [...] Tann myndin er slitin og yvirdrivin. Men bera vit kortini saman føroysk viðurskifti við donsk, so skuldu vit bara havt eina kommunu í Føroyum. Tað hevði kanska verið ríkiligt, men valla er tað hugsandi [...] málið, so endar alt í hurlivasa. Tí vilja nakrar fáar smáar kommunur ikki spæla við, so er spælið spilt, og er tað rímuligt, at nøkur fá fólk í smáum kommunum skulu sleppa at gera av eina slíka komm
so er Magni Laksafoss als ikki samdur. Hann heldur ikki, at prísurin longur er so høgur í mun til innøkurnar hjá fólki, at prísurin er enn reel forðing fyri at ferðast. Stóri spurningurin er so, hvat [...] Um talan verður um grundleggjandi broytingar, er enn ógreitt. Men einki er, sum røkist fyri, at landsstýrissamgongan ætlar at halda lyftið, sum privatiseringslandsstýrið hjá Jóannes [...] felagnum skal privatiserast. Nú gongur kjakið heldur uppá, um flogfelagið aftur skal nationaliserast – at tað almenna skal keypa privata partapeningin aftur. Bjarni Djurholm, sum tá var landsstýrismaður
rnir fáast við. Men tey nýtast ikki óttast niðri í Evropa. Stovnurin av grindahvali er ríkiliga stórur, veiðan er lítil, men grindadrápið í Føroyum syngur helst síðsta vers - av teirri einfaldu orsøk [...] Viðhvørt kunnu vit ivast í, hvønn slíkir felagsskapir arbeiða fyri, og hvat veruliga endamálið er. Ein maður frá hesum felagsskapi ringdi til okkum ein dagin í august, tí hann vildi hava at vita [...] vita, um tað passaði, at grindamenn í Húsavík høvdu bundið grindahvalir fastar í bátarnar, tí náttin kom á teir, áðrenn grindin kundi haldast til. Men onkur fíggjar slíkt virksemi - og vit
sæð tað sjón fyri søgn nú í nógv ár, at politikarar als ikki virða fjølmiðlarnar. Og tá er tað líka mikið, um tað er Tjóðveldi, Javnaðarflokkur, Fólkaflokkur ella Sambandsflokkur, sum eigur [...] savn av Sosialinum, sum fevnir um 3.693 tær seinastu útgávurnar av blaðnum – og røkkur aftur til september í 1997. Hetta er tað tilfarið, sum sæst á www.sosialurin.fo Eisini hava vit eina útgávu [...] blað, tó at alt ikki er lagt í skipanina enn. Men tað sum vit kundu hugsað okkum var at lagt øll bløðini frá 24. mai í 1927 og fram til 31. desember í 1999 í skipanina eisini. Her er tað, at Føroya Lan
fíggjarliga er einki nýtt. Hetta er ein gongd, sum øll onnur eisini hava kent seinnu árini. Privatu miðlarnar hava sannliga eisini mist innøkur í nógv størri mátistokki, enn Kringvarpið. Munurin er bara, at [...] um at niðurlaga lýsingarnar í Kringvaprinum varð gjørd. Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin hava havt mentamálaráðharrar, sum bara hava snakkað – og nú, tá alt er koyrt fast við eini visjón [...] visjónsleysari leiðslu í kringvarpi og kringvarpsstýri, hvørs suksékriteriið bara er at fáa frið, er tað Sambandsflokkurin, sum eigur mentamálaráðharran, sum vónandi – mótsætt undanfólkunum
tann sokallaða null-hugsjónin, vóru tey mong, sum yptu øksl. Men tað er av sonnum eitt gott mál at seta sær, og tað er eitt mál, sum er realistiskt, og sum kann náast í okkara lítla samfelag. Vit kunnu [...] Tað sum vit kortini kunnu frøast um, er, at talið seinastu árini hevur liðið undir miðaltalinum øll árini, og tað merkir, at ferðslan er nógv tryggari. Fara vit aftur í sjeyti- og áttatiárini, so [...] lá talið í fleiri ár væl oman fyri 10 deyð um árið. Komandi sunnudagur er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, tá vit seta ferðina niður og steðga á – og minnast tey, sum doyðu
serliga um hetta verður roknað upp á eigararnar. Eru teir 10 í tali, so er talan um einar 275 milliónir krónur í part, vísir greiningin hjá Kára Petersen. So er tað, at vit kunnu spyrja, hví okkara politiska [...] Føroyar eigur, eitt virði, sum sambært løgtingslóg er fólksins ogn? Nei, sjálvandi er tað ikki rætt. Kári Petersen heldur, at tað hevði verið best fyri búskapin, um eitt tilfeingisgjald varð tikið, sum [...] politiska skipan virkar á hendan hátt? Er tað rætt, at ein tilvildarligur landsstýrismaður skal hava rættin til at býta út so stór milliarda virði til privatpersónar – eitt virði, sum almenna Føroyar
u skipanini tosa um, hvussu dýrt tað er, og hvussu høg rentan er, so hendir akkurát einki. Løgmaður sigur, at hann ofta hevur sagt við bankarnar, at rentan er ov høg. Tað ger so heldur ongan mun. Og [...] ikki annan valmøguleika, enn bankarnar, sum í veruleikanum gera neyvt tað sama – tí kunnu vit tosa um bankan heldur enn um bankarnar, tí har er eingin munur. Tað er eftir øllum at døma í lagi, at BankNordik [...] Sambært bankastjóranum so er tað í lagi. Tí, sum hann sigur, í Danmark hava tey ein realkredittmarknað upp á 2.500 milliardir krónur, meðan okkara heimligi marknaður bara er upp á sjey milliardir
So er bert at vóna, at veðrið heldur sær, tí so hepnast mentanarnáttin væl, og fólk av bygd og bý kunnu hugna sær við øllum teimum forkunnugu tiltøkunum, sum er á skránni í kvøld. Miðbýir – bæði [...] á dagsskrá seinastu dagarnar. Nógv góð hugskot eru um, hvussu meira lív verður skapt í miðbýunum – sum øll hava til endamáls at skapa størri trivna í býnum. Tað er gott við góðum tankum og góðum [...] tað vanliga ikki meira enn góð hugskot. Tað er tungt at fremja broytingar. Býarstýri og býarumsiting eru sera tungar skipanir, har trupult er at koma ígjøgnum. Tá so onkur uttanfyri roynir