próvtøkuna. Serliga nógvar í tali eru próvtøkurnar hjá HF-næmingunum. Hesir næmingarnir skulu til einar tólv próvtøkur, og í fleiri førum eru tey til próvtøku dag um dag. Er próvtøkan rættvís Sum áðurnevnt [...] gongdini, meðan tey ganga til próvtøku. Hetta ger, at næmingurin ikki í eins stóran mun kennir trýst frá umhvørvinum, sum hann annars kundi gjørt. Hetta kann hava stóran týdning á endaliga próvtøkuúrslitið
hetta ikki altíð nokk. Birgir vísir á, at vanligani hava tey verið eini fýra fólk, sum hava vaska í einar átta tímar eftir eitt dansitiltak, soleiðis at høllin hevur verið í hampuligum standi, tá ið hon dagin [...] teimum, sum skipar fyri flestum konsertum og dansitiltøkum í Føroyum, er FC Music í Havn. Finn Jensen frá FC Music sigur, at eftir hansara tykki verða tey ungu í Havn snýtt fyri nakrar ordiligar tónleikau [...] stórum konsert- ella dansitiltaki í Havn er í Badmintonhøllini. Finn Jensen sigur, at hetta er langt frá tað sama sum á Hálsi, millum annað tí at Badmintonhøllin hýsir ikki meiri enn gott helmingin av tí
men nú sært út til, at tey hava starvað til fánýtis. Kommunan hevur nevniliga yvirtikið bygningin frá landinum, og vil hon nú hava hann til barnagarð. Kommunan sýnir ongan vilja Tey eldru í Syðrugøtu siga [...] í Gøtu kommunu savnað inn undirskriftir, fyri at fáa barnagarð í bygdini, og tilsamans komu inn einar 60 - 70 undirskriftir. Hetta halda tey eldru vera óneyðugt, tí skipa barnaansing fyri tey smáu børnini
bretar byrjaðu heilt norðuri á Munkagrunninum. Frá føroyskari síðu hevur so verið givið út frá tí markinum og norður í Gráu sonuna, meðan bretar eru farnir frá tí upprunaliga markinum norðuri á Munkagrunninum [...] síni skip í sama økið uppá somu vilkor. Løgmaður leggur aftrat, at hetta at tað er brúkt so nógv orka frá báðum síðum í so langa tíð, vísir, at tað eisini eru aðrir enn vit, sum hava lagt stóran týdning í [...] stóra Gráa økið, so hava vit fingið eitt øki, sum er uppá góðar 1100 kvm av tí samlaða økinum uppá einar 8000 kvm. Tvs. at báðir partar hava lorað nakað út, men hyggja vit eftir uppruna bretska kravinum
Hóast fløgan við tónleiki frá Prix Føroyar finaluni ikki verður til keyps, fyrr enn í næstu viku, so eru nakrar framleiddar í Føroyum, sum finalubólkarnir og onnur hava fingið. Á lítlari samkomu í Nor [...] tiltakið dragaði um. Jógvan Jespersen segði, at í fløguni, sum kemur fríggjadagin, verður eitt hefti á einar 20 síður, har lesast kann um bólkarnar og tiltakið. Annars kom hann eisini inn á, hvussu nógv Prix [...] millión, metti Jógvan Jespersen. Góðska Síðani var høvi at hoyra fløguna. Samstundis sást á stórskýggja frá beinleiðis sendingnini hjá Svf finalunkvøldið, har ljóð av fløguni var sett til. Og gleðiligt er, at
Fróði Hansen og Hans á Lag høvdu sjáldan ella ongantíð trupulleikar, tá høgir bóltar vórðu oystir fram frá KÍ verjuni, sum miðjaði eftir høvdinum á Kurt Mørkøre. Andrew av Fløtum og Súni Fríði Johannesen vóru [...] Hinir báðir møguleikarnir vóru stórir: Andrew av Fløtum drønstútaði beint við síðuna av eftir innlegg frá ikki serliga eyðsýnda Allani Mørkøre, og Súni Fríði Johannesen var eitt sindur kroystur, tá hann sendi [...] samankomingini eftir innlegg úr høgru, og sum tað leið móti endanum, ofraðu HB menninir seg fullkomuliga einar tríggjar ferðir, tá heimamenninir royndu við skotum úr 16-18 metrum. Kim Ejdesgaard dugdi væl at tiga
smáir tíggju minuttir vóru farnir. Eftir hornasparksinnlegg var Bartal Eliassen ? hann var staddur einar tólv metrar úr málinum ? hægstur, og hann drønstútaði dygst inn við stólpanum. Bjarni Johansen í VB [...] fyri, at hann ikki sá nakað), og tíverri fyri VB var maðurin, sum hevði staðið við stólpan, farin út frá aftur. Súni Olsen, sum hesa ferð var í álopinum, skoraði til 2-0 í sínum fyrsta landskappingardysti
U-18 landslið var fyri kortum, men fleiri leikarar meldaðu frá til hetta, tí at tær tímdu ikki, so leingi einki A-landslið var, greiðir Sólvá frá. Hetta ger, at fleiri av teimum eldru leikarunum ikki longur [...] vóru nógvar gentur í grannalagnum í eysturbýnum í Havn, sum dámdu væl at spæla fótbólt, og tær vóru einar fýra gentur, sum saman byrjaðu at venja við teimum 10-12 ára gomlu gentunum hjá B36. Meðan nógvar [...] eisini ein sjónlig gongd, at miðalaldurin á teimum ymisku liðunum er støðugt fallandi. Sólvá greiðir frá, at á liðnum hjá B36 eru ikki meir enn einir tveir leikarar, ið eru eldri enn hon. Hjá hinum havnarfelagnum
kanska út á 16 fjórðingar, men hetta var broytt seinna partin í 1800-talinum, óivað eftir íblástri frá summum norðsjóarlondum, sum onki fiskimark høvdu. Fiskimarksspurningurin undir Føroyum var serliga [...] um at seta 10 fjórðinga mark undir Føroyum.Endamálið var at halda tann bretska trolaraflotan burtur frá teimum grunnunum, sum tann føroyski fiskimaðurin og útróðrarmaðurin dúvaðu uppá. Sjónarmiðið hjá Jens [...] nummarið av honum. Ein dagin sóust 40 trolarar millum Mykines og Mýling, og søgur komu ymsastaðni frá um yvirgang og ránsmannaatburð. Teir trolaðu millum Fugloynna og Viðoynna og eystantil tætt við Sv
Hon ruddar nevniliga slóð fyri øktari samvinnu millum londini bæði. Sofus, sum dámar væl at siga frá søgum og minnast aftur at farnar hendingar, ið kortini framvegis siga okkum nakað, vísir til eina ferðina [...] at hetta var mest sagt í spølni. Í dag vita vit tó, at tað við nýggju tøknifrøðini ber til at bora einar 10 kilometrar til síðis, men Sofus trýr ikki, at bretar gera slíkt í hesum økinum, tí tað hevði verið