Gøtumenn í broyttari útgávu

Fótbóltur: Vágbingar saknaðu Popczynski, og gøtumenn saknaðu ikki fløtu verjuna

VB ætlaði sær stig í Sarpigerði, segði Krzysztof Popczynski í blaðnum leygardagin. Teir fingu einki stig, og ein av høvuðsorsøkunum til tað var, at venjarin ikki var við í álopinum. Hann var leikbannaður, og tað var stórur saknur.

Johan Nielsen hevur verið treiskur í vár. Hann hevur viljað havt GÍ at spæla við flatari verju, soleiðis sum so nógv onnur lið gera tað. Hetta hevur ikki eydnast serliga væl, og í steypadystinum í Klaksvík næstsíðsta sunnudag tóku teir avleiðingarnar og broyttu liðið í steðginum.

Hesa ferð var Jóan Petur Olsen aftastur, og Alvi Justinussen var frammanfyri saman við Bartali Eliasen. Fyritreytirnar hjá GÍ vóru ikki serliga góðar, tí Sámal Joensen varð skaddur undir venjingini hóskvøldið og kundi ikki spæla, og tað er framvegis ikk hugsningur um, at Sasha kann spæla.

Spæligleðin hevur nógv at siga. Fyrr í ár hevur hon ikki tókst serliga stór hjá mettu gøtumonnunum, men hesa ferð var meiri broddur í. Kanska eisini tí at fleiri ungir menn vóru á liðnum, sum ikki hava roynt at vinna gull á besta liðnum. Spælið var ikki sum í gullárunum, men stríðsviljin var nóg mikið til fyri aðru ferð av tveimum møguligum at fáa øll stigini til høldar á heimavøllinum.


Málini

GÍ fekk hol á, tá smáir tíggju minuttir vóru farnir. Eftir hornasparksinnlegg var Bartal Eliassen ? hann var staddur einar tólv metrar úr málinum ? hægstur, og hann drønstútaði dygst inn við stólpanum. Bjarni Johansen í VB málinum stóð sum negldur (tað mundi vera, tí har var so tjúkt fyri, at hann ikki sá nakað), og tíverri fyri VB var maðurin, sum hevði staðið við stólpan, farin út frá aftur.

Súni Olsen, sum hesa ferð var í álopinum, skoraði til 2-0 í sínum fyrsta landskappingardysti í ár. Tveir av mammubeiggjunum stóðu fyri uppspælinum. Henning Jarnskor sendi høgt og langt úr vinstru, bólturin fór omanfyri Eyðun Jacobsen í miðverjuni hjá VB, Pauli Jarnskor fekk sett krúllin undir bóltin, sum fór inn fyri málið aftur, og so var Súni fyrstur á.

Tíggju minuttir vóru farnir av seinna umfarinum, og bara seks minuttir seinni økti Erland Tvørfoss til 3-0. Hann hevur ikki vant serliga nógv í ár, men skaðarnir gjørdu, at tað var neyðugt at hava hann á beinkinum, og í 2. hálvleiki loysti hann Magna Jacobsen av. Ein av VB monnunum var so óheppin at snitta langt innkast innfyri málið, har Tvørfoss var púra blankur og fekk skavað bóltin inn um strikuna aftanfyri Bjarna Johansen.

So var avgjørt, hvar stigini skuldu fara. VB minkaði um munin, eftir 64 minuttir, men teir fingu ikki spenning í aftur. Jón Pauli Olsen var meistari fyri málinum eftir innlegg úr høgru.


Mistu beinanvegin

VB hevði bara Jón Paula Olsen á toppinum. Aftanfyri hann vóru John Eystberg og Milan Culjic á framrættaða miðvøllinum. Í høgru síðu á miðvøllinum var Palli Augustinussen, og tað hevði kanska tørnað øðrvísi út, um hann hevði verið hepnari, tá hann í 1. hálvleiki hevði tveir góðar møguleikar. Fyrru ferðina sendi hann omanfyri málið, og hina ferðina sendi hann í GÍ málverjan.

Fleiri ferðir áður hava vágbingar fingið nógv burturúr á útivølli móti GÍ við at lata mótstøðumenninar leypa á og so lúra eftir møguleikanum at fara í snarálop. Hesa ferð var ikki hugsningur um at bera seg soleiðis at, tí GÍ kom beinanvegin á odda, og so var einki annað at gera enn at leypa á.

Hjá GÍ hevði Magni Jarnskor ein góðan møguleika, tá hann kom einsamallur móti VB málverjanum, sum er stórur og fekk fatur á, tá Jarnskorin royndi at lyfta uppum málverjan.


GÍ-VB 3-1 (1-0)

GÍ: Sunvard Joensen ? Rúni Justinussen, Bartal Eliassen, Jóan Petur Olsen, Alvi Justinussen, Leivur Hansen ? Magni Jacobsen, Pauli Jarnskor, Magni Jarnskor ? Henning Jarnskor, Súni Olsen.

VB: Bjarni Johansen ? Elian Hansen, Eyðun Jacobsen, Janus Kjærbo, Magni Jacobsen ? Palli Augustinussen, Hans Pauli Dahl, Milan Culjic, John Eystberg, Petur Óli Samuelsen ? Jón Pauli Olsen