Portugal vann Nations League á øðrum sinni

Talan er um triðja heitið hjá Portugal síðani 2016

Portugal vann fjórðu útgávuna av Nations League. Í finaluni á Allianz Arena leikvøllinum í München vann Portugal á arvafíggindanum, Spania aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.

 

Portugisisku leikararnir settu fimm av fimm brotsspørkum í netið, meðan Di­ogo Costa bjargaði fjórða brotssparkið hjá Spania, har Álvaro Morata gjørdist tann einasti í brotssparkskappingini at brenna skotið hjá sær.

 

Tað stóð á jøvnum 2-2 aftaná vanliga leiktíð, og var vanliga leiktíðin ein sera góður og hendingaríkur dystur. Longda leiktíðin livdi ikki heilt upp til vanligu leiktíðina.

 

Portugal vann eisini Nations League í 2019, og EM-endaspælið í 2016, so talan er um triðja heitið í níggju ár. Cristiano Ronaldo hevur sostatt trý heiti við Portugal. Lionel Messi hevur vunnið fýra heiti við Argentina. Eitt HM-gull, tvey Copa America-gull og OL-gull á einum sinni. 

 

Portugal-Spania 7-5 (2-2 - 1-2)

0-1 Martin Zubimendi ('21)

1-1 Nuno Mendes ('26)

1-2 Mikel Oyarzabal ('45)

2-2 Cristiano Ronaldo ('61)

 

Portugal vann brotssparkskappingina 5-3.

 

Frakland vann í bronsudystinum 2-0 á Týsklandi á MHP leikvøllinum í Stuttgart. Kylian Mbappé skoraði fyrra og legði upp til seinna málið. Mbappé hevur nú skotið 50 mál fyri Frakland, og hann er bert 26 ára gamal. Hann er bert eitt mál frá máltalinum hjá Thierry Henry, og seks mál frá metmanninum,  Olivier Giroud. Tað er eingin ivi um, at tað metið rýkur, um ikki í ár, so komandi ár. 

 

Frakland-Frakland 0-2 (0-1)

0-1 Kylian Mbappe ('45 )

0-2 Michael Olise ('84 )

 

Hesir fýra FINAL FOUR dystirnir í Nations League hava borgað fyri góðari góðsku, og vóru fleiri av fjórðingsfinalunum í vár eisini framúr góðar. Nations League er komið fyri at vera.