VIDEO: Avrik fram um úrslit

(Video) Síggj og hoyr samrøðu hjá FSF Varpinum við hjálparvenjaran hjá landsliðnum, Atla Gregersen

Mynd: FSF-varpið

FSF skrivar:

 

Vælvitandi, at Føroyar eru stórfavorittar ímóti Gibraltar í morgin, kemur avrikið hjá okkara monnum fram um úrslitið. Men avrika vit væl, vinna vit dystin, segði Atli Gregersen millum annað, tá FSF Varpið fekk orðið á hjálparvenjaran.

 

Í kvøld, 2. hvítusunnukvøld, klokkan 19:45 taka Føroyar ímóti Gibraltar í HM undankappingardysti á Tórsvølli. Atgongumerki fáast til keyps á FSF.fo og á atgongumerki.fo.

 

HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna hjá Heðini Arge hjá FSF Varpinum við Atla Gregersen, hjálparvenjara:

 

##med2##

 

Mynd: FSF-varpið